mánadagur 12. januar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
André Olsen
Saman við fakfólki hava vit
valt hesar 10 leikararnar, ið
vit meta, at vit í Føroyum
koma at síggja uppaftur
meira til í framtíðini. Vit
hava valt, at leikararnir í
minsta lagi skulu vera fyltir
16 ár, og tí veruliga banka á
dyrnar til vaksnamannafót
bólt. Tískil hava vit tikið 5
leikarar frá árgangi 1997 og 5
leikarar frá árgangi 1998.
Nakrir
av
leikarunum
hava longu fingið dystir í
bestu deildini fyri liðini, ið
teir umboða. Men nakrir eru
óskrivað bløð í føroyskum
fótbólti.
Harafturat skulu vit boða
frá, at tað vóru fleiri onnur
nøvn, ið eisini vóru nær við
at koma á listan.
Vit meta at ein slíkur listi
er áhugaverdur at fylgja.
Bæði nú, og eisini um nøkur
ár, tá hesir leikararnir eru
nøkur ár eldri. Harafturat er
eisini ein møguleiki fyri at
aðrir leikarar í árgangi 1997
og 1998, koma at gera seg
meira galdandi enn hesir,
tá teir koma við í vaksna
mannafótbólt.
Nevnast
skal
at
rað
fylgjan er býtt upp eftir nær
leikararnir eru føddir, og ikki
er nakað yvirlit eftir styrki.
andre@sosialurin.fo
Vit vita, at á hvørjum ári, eru tað ungir leikarar, ið fáa sítt gjøgnumbrot
í føroyskum fótbólti. Ungir leikarar, ið ikki øll eru vitandi um, men
sum man síðani hoyrir eina rúgvu um tey næstu árini, og sum inni
halda eina rúgvu av dygdum. Vit hava her gjørt ein lista við 10
leikarum, ið meta at hava eina stóra framtíð í føroyskum fótbólti
10 leikarar at
Teit Jacobsen
HB
Upprunafelag: HB
Føðidato: 16-03-1998
Positión á vøllinum: Áleypari / Kantur
Ein ungur og evnaríkur framrættaður leikari, sum á
sumri í 2014 longu fekk sínar fyrstu minuttir á besta
liðnum hjá HB, tá HB á útivølli vann 2-1 móti NSÍ.
Inniheldur dygdir sum eyðkennir góðar
framrættaðar profilar. Teit hevur ein góðan
bóltførleika, og er ógvuliga skjótur. Við góða
bóltførleikanum og høgu ferðini, er hann tí
dugnaligur til at seta menn av, tá hann dribblar ein
ímóti einum. Teit Jacobsen er harafturat eisini ein
málfarligur harri.
Óivað ein leikari, ið man kemur at frætta meira um
í framtíðini.
Høgni Egilstoft Nielsen
07 Vestur
Upprunafelag: 07 Vestur
Føðidato: 29-04-1997:
Positión á vøllinum: Miðverji, sentralur miðvallarleikari
Høgni Egilstoft
Nielsen er sonur til
landsliðshetjuna frá
landskrona, Torkil
Nielsen. Umframt at
spæla fótbólt, so er
Høgni eisini frálíka
góður telvari, og
gjørdist millum annað
føroyameistari í talvi í
2014.
Hóast sín unga aldur,
so hevur Høgni Egilstoft
Nielsen longu leikt 2 ár á besta liðnum hjá 07 Vestur.
Fyrsta árið var í 2013, tá 07 Vestur var í bestu deildini,
og eisini farna kappingarár, tá 07 Vestur spældi í
næstbestu deildini.
Høgni Egilstoft Nielsen er ein skilagóður leikari,
sum dugir væl at verja. Harafturat er hann eisini ein
dugnaligur fótbóltsspælari, ið er góður í tí uppbyggj
andi spælinum.
Betuel Hansen
Silkeborg IF
Upprunafelag: NSÍ
Føðidato: 14-03-1997
Positión á vøllinum: Sentralur miðvallarleikari
Betuel Hansen er ein sentralur miðvallarleikari, sum longu í
2013 fekk sínar fyrstu minuttir á besta NSÍ liðnum. Á sumri
í 2013 flutti Betuel Hansen niður fyri at spæla fótbólt við
Silkeborg. Byrjanin var tó óheppin í danska felagnum, tí
tíðliga meislaði Betuel sær knæðið. Hann er nú komin fyri
seg, og spælir við fullari ferð aftur.
Um Betuel Hansen sum leikara er at siga, at hann er
ein skilagóður miðvallari, ið hevur ein góðan bóltførleika.
Harafturat hevur hann avgerandi dygdir, so sum at hann er
sterkur í duellum, hevur eitt gott spark og hevur eitt gott
fótskifti til at seta menn av við.
Ein leikari við einari bjartari framtíð í føroyskum fót
bólti, um hann heldur seg skaðafrían.
Bartal Wardum
HB
Upprunafelag: HB
Føðidato: 03-05-1997
Positión á vøllinum:
Høgri bakk, miðverji og
sentralur miðvallarleikari
Hóast Bartal Wardum bert
er 17 ára gamal, so hevur
Bartal Wardum verið partur av besta liðnum hjá HB í bæði
2013 og 2014. Í 2013 var ungi leikarin skrásettur fyri 2 dystir
í Effo-deildini, meðan hann farna kappingarár spældi 9
dystir, har 5 av teimum vóru frá byrjan. Merkisvert var, at
hann ongantíð bleiv útskiftur tá hann byrjaði inni á HB
liðnum.
Bartal Wardum er ein leikari sum HB væntar sær nógv
av í framtíðini. Hann kann røkja pláss í verjuni, umframt
mitt á miðvøllinum.
Um Bartal Wardum sum leikara er at siga, at hann krops
liga er væl fyri, og at hann er góður á bóltinum. Harafturat
er hann ein leikari, ið altíð gevur ein heilhjartaðan innsats,
sum eisini sæst aftur við tað, at hann er sera sterkur í
duellum við mótstøðuleikarum.
Meinhard Egilsson Olsen
NSÍ
Upprunafelag: NSÍ
Føðidato: 10-04-1997
Positión á vøllinum: Áleypari
Meinhard Egilsson Olsen er ein ungur og evnaríkur
áleypari, sum longu hevur gjørt seg galdandi í næstbestu
føroysku deildini. Farna kappingarár skeyt hann ikki færri
enn 16 mál í 23 dystum í næstbestu føroysku deildini, og
endaði nummar trý á toppskjúttaralistanum.
Meinhard er ein skjótur, sterkur og ágangandi áleypari,
ið er góður til at renna djúpt.
Í NSÍ verður væntað nógv av Meinhardi í framtíðini, og
er hann helst eitt gott boð uppá ein ungan leikara, ið kann
sláa ígjøgnum í Effo-deildini í 2015.