mánadagur 12. januar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
ítróttur
fótbóltur
halda eyga við
Adrian Justinussen
HB
Upprunafelag: Víkingur
Føðidato: 21-07-1998
Positión á vøllinum: Offensivur miðvallari / Kantur
Adrian Justinussen er ein ungur og evnaríkur leikari,
ið hevur sína fótbóltsuppaling í Gøtu í bæði GÍ og
Víkingi. Adrian er sonur til fyrrverandi GÍ leikaran,
Rúna Justinussen, sum í 90’unum var fastur partur av
góða GÍ liðnum, sum í tíðarskeiðnum frá 1993 til 1996
vann 4 meistaraheitir á rað.
Adrian Justinussen skifti til HB í 2013, har tað
verður væntað nógv av evnaríka gøtumanninum.
Hóast Adrian bert er 16 ára gamal, fekk hann longu
farna kappingarár sínar fyrstu minuttir í Effo-deildini
fyri HB, tá HB á heimavølli vann 3-0 móti B68.
Adrian Justinussen er ein leikari við sera góðum
bóltførleika, og sum hevur gott eyga fyri spælinum.
Harafturat er hann ein driblisterkur og málfarligur
leikari, við einum sera góðum sparki.
Bjarni Petersen
B36
Upprunafelag: TB
Føðidato: 12-08-1998
Position á vøllinum: Miðverji
Føddur og uppvaksin á Tvøroyri, og spælir nú sítt
triðja ár við B36. Spældi fyri fáum árum síðani sum
álopsleikari, men varð fluttur aftur á miðverjuna um
13-14 ára aldur, har hann nú spælir.
Bjarni Petersen er ein miðverjuleikari, ið er høgur
á vøkstri. Umframt tað, er hann eisini sera sterkur
í nærdystum, og hevur neyðuga hugburðin til at
áhaldandi at læra.
Bjarni Petersen er ein leikari, ið hevur fyritreytir
til bæði at gerast miðverji og defensivur miðvallari
í framtíðini, og er ein framtíðar leikari í føroyskum
fótbólti.
Janus Svabo Samuelsen
Brøndby
Upprunafelag: 07 Vestur
Føðidato: 27-09-1998
Positión á vøllinum:
Sentralur miðvallarleikari
Janus Svabo Samuelsen
er ein ungur og evnaríkur
vágadrongur, sum nú roynir
eydnuna í danska stórfelag
num Brøndby IF. Janus
er sonur til núverandi 07
Vestur venjaran, Hegga
Samuelsen, og hevur sín
uppruna í 07 Vestur.
Sum leikari er Janus
ein arbeiðssamur og
ágrýtin miðvallarleikari, ið er sterkur í nærdystum.
Harafturat hevur Janus Svabo Samuelsen gott spælskil til
at spæla á sentrala miðvøllinum, og hevur eitt gott drive í
framrættaða spælinum, umframt eitt gott og hart skot við
høgra beininum.
Í løtuni spælir Janus á U-17 liðnum hjá Brøndby IF.
Petur Knudsen
NSÍ
Upprunafelag: NSÍ
Føðidato: 24-04-1998
Positión á vøllinum:
Offensivur miðvallari / Áleypari
Petur Knudsen er sonur til málmanslegenduna, Jens
Martin Knudsen, sum í fleiri ár vardi málið á føroyska
landsliðnum.
Petur Knudsen hevur tó ikki valt at ganga í
fótasporunum hjá pápanum sum málverji, men
er harafturímóti ein sera dugnaligur og evnaríkur
framrættaður leikari.
Hevur sína stóru styrki í góða bóltførleikanum, og kann
bæði skjóta við høgra og vinstra beinið. Harafturat er hann
ein skjótur leikari og dribblisterkur leikari.
Fekk longu farna kappingarár sínar fyrstu minuttir á
besta NSÍ liðnum, og er helst ein leikari, sum vit í Føroyum
koma at síggja uppaftur meira til, um fá ár.
Jákup Thomsen
FC Midtjylland
Upprunafelag: HB
Føðidato: 23-11-1997
Positión á vøllinum: Áleypari
Ein ungur og evnaríkur áleypari, sum hevur sín uppruna í
føroyska felagnum HB. Skifti fyri fáum árum síðani niður
til danska felagið FC Midtjylland, har hann nú hevur sína
dagligu gongd.
Jákup Thomsen er ein ágangandi og hartarbeiðandi
áleypari, ið hevur gott máltev. Harafturat er tað avgjørt til
hansara fyrimuns, at hann hevur ein góðan kvikleika.
Vit vænta, at hetta er ein leikari, sum vit í framtíðini
koma at síggja uppaftur meira til, hóast hann til dagligt
spælir í Danmark.