Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Eg eri komin gjøgnum læknakanningina og sáttmálin er undirskrivaður. Eri stoltur av at kunna kalla meg Vejle Boldklub spælara tey næstu tvey árini. 2014 var eitt gott ár fyri meg, har serliga sigurin á Grikkum var eitt hæddarpunkt. Síggi fram til nógvar spennandi avbjóðingar í 2015. Jóan Símun Edmundsson hevur staðið læknakanningina í Vejle Lagt til rættis: Tróndur Arge Harry Redknapp: Altíð venjari Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Tey flestu, sum fylgja við í Premier League vita hvør Harry Redknapp er. Hann er ongin Sir Alex Ferguson, men í Onglandi hevur hann uppbygt sær eitt virð­iligt navn. Hann er kendur sum ein líkta til venj­ari, sum ikki smæðist at tosa við fjøl­ miðlar­nar. Ser­liga til­tikið er tað, at hann á sein­asta degnum í flytingar­vind­eyg­ anum ger ein haldi ella tveir, og tosar við fjølmiðlarnar, meðan hann situr í bilinum. Yrkisleiðin hjá Harry Redknapp sum bæði fót­ bólts­spælari og venjari er um­skift­andi og alt ann­að enn líka til. Tí eru røvara­ søgur­nar í bókini ikki altíð um fólk og spælarar, sum øll kenna. Men heldur væl for­ taldar søgur um hendingar, ið tú helst ikki hevur hoyrt um fyrr. Harry Redknapp favo­ rittur at blíva enskur lands­ liðs­venjari fyri nøkrum árum síðani. Hann tapti kapp­ing­ ina til Roy Hodgson. Fleiri halda, at Harry Redknapp í veru­leik­anum tapti tann dystin, tí hann er sum hann er. Ikki akkurát ein maaður, sum hevði hildið seg innan­ fyri mark í enska fót­bólts­ sam­band­inum. Les hana um... Tú elskar røvarasøgur úr fót­bólts­heiminum. Harry Redknapp er fullur av stutt­ lig­um hendingum. Hevur tú miðal til yvirmiðal áhuga fyri fót­bólti, so er læt at fylgja við. Ikki lesa hana um... Tú ikki veist hvør Bobby Moore er. Ella um tú ikki ert til reiðar at lesa nógvar síður um hans­ara tíð áðrenn hann bleiv venjari í Tottenham. Hvussu er hon at lesa... Líka til. Hon er ikki skrivað til undirvísing í Harvard University, men til fólk sum Harry Redknapp sjálvur, ið bara er ein fótbóltselskari, sum hevur fólkaskúla sum akadem­iskari útbúgving. Hvat sigur tú? Bókin er verd at lesa um tú hevur fylgt við í Premier League í eina tíð. Harry Redknapp er stuttligi gubbin í enskum fótbólti. Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvat føroyskt ítróttarfólk fekk flest pengar frá úrvalsnevndini hjá ÍSF? 2 EB/Streymur skrivaði í vikuni undir við tveir spælara fyri komandi kappingarár. Hvørjar? 3 Hvør er nú einsamallur U21 landsliðsvenjari í fótbólti? 4 Fríggjadagin spældi U21 landsliðið í hondbólti javnleik móti Grikkalandi. Hvat var úrslitið? 5 Hvussu eitur skotski heimsmeistarin í dart? 6 Hvussu eitur italski spælarin, sum sunnudagin tók eina selfie, eftir at hann hevði skorað í Seria A dysti? 7 Luiz Nazario de Lima er navnið á kendum brasilsum spælari, men hvørjum? 8 Leygardagin tapti so U21 landsliðið í hondbólti 34-21, men fyri hvørjum? 9 Í tema-greinini í ÍtróttarSosialinum í farnu viku var uppteljing av hvat lið brúkti flestar egin uppaldar spælarar í Effo-deildini í 2014. Hvat lið hevði flestar egin uppaldar spælarar? 10 Hvar vóru oyggjaleikirnir í 2013? Quizzin, svar: 1: Pál Joensen, 2: Niels Pauli Danielsen og Brian Olsen, 3: Bill M. Jacobsen, 4: 21-21 5: Gary Anderson, 6: Francesco Totti, 7: Ronaldo, 8: Serbia, 9: KÍ, 10: Bermuda Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Harry Redknapp er í dag venjari hjá Quuens Park Rangers í Premier League. Hann hevur vant lið sum West Ham, Portsmouth, Southampton og Tottenham. Hann hevur arbeitt seg upp í fótbólts­ heiminum upp á klassiska mátan. ★★★★★★ Hvat var hæddar­ punktið í 2014 og hví? Hæddarpunktið er ein tætt­ ur kampur millum 1500 frí í Berlin og Doha. Berlin var tí eg eftir eina sera ringa byrjan til EM, bæði koll­døm­ing í 5k og síðani akkurát koma við í finaluna eftir inn­leið­andi, megnaði at venda skút­uni og vinna eitt silvur heiðurs­ merki. Tað er ein tann læri­ rík­asta løt­unum í mínari karrieru. Doha har­aftur­ ímóti, setti eg stórt persón­ ligt met og norður­lendskt met. Eg eri sera stoltur av hvussu gott eg kláraði at svimja taktiskt og tekniskt í heims­ins sterkasta 1500 felti. Hvat var tað ringasta í 2014 og hví? Sum nevnt, so var byrjanin uppá EM í Berlin so ring, sum hon kundi blíva. Eg var bæði skuffaður og flóðir eftir koll­ dømingina í 5k, og so føldi eg meg maktarsleysan og lítlan, tá ið eg bleiv nummar fimm í mínum riðli í innleiðandi 1500 í Berlin. Eg var sikkur í, at eg ikki fór at koma í final­ una. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Eg vaks við uppgávuni – at reis­ast eftir slíkar hendingar. Havt fyri mál hevur tú sett tær fyri 2015? Eg vil fegin fáa eitt heiðurs­ merki til heimsmeistaraheiti á langgeil í Kazan í august í ár. Hvat gleðir tú teg mest til í 2015? Til tá ið eg skal giftast við mínar unnustu gjøgnum skjótt átta ár. Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd og hví? Alexander Dale Oen, við hans­ara positiva og opti­ mistisk lindi, lærdi meg nógv um, hvussu týdningarmikið tað er at njóta lívið uttanfyri svimji­høllina, men allíkavæl vera sera disiplineraður. Navn: Pál Joensen Føddur/aldur: 10/12-1990, 24 ár Ítróttargrein: Svimjing – Eg fór úr Real Madrid av somu orsøk sum Ángel Di María. Vit stíddust fyri liðið, men bara hinir fáa rós fyri avrikini. Xabi Alonso, sum í summar skifti frá Real Madrid til Bayern Munchen – Hetta var ein lítil høll, har teir gott og væl 300 áskoðararnir veruliga skaptu ein sonevndan heksaketil. Seinasta partin av dystinum stóðu øll uppi, og ýlini móti okkara spælarum vóru hørð, tá vit høvdu bóltin. Men tíbetur hildu allir høvdið kalt, og hetta var veruliga eitt fantastiskt úrslit. Ári Rouch, samskipari hjá hond­bólts­sambandinum, var á staðnum, tá U21 landsliðið spældi 21-21 móti Grikkalandi – í Grikkalandi