mánadagur 12. januar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
ítróttur
T
ann skal rósast, ið hevur rós uppiborið, og
tað hevur nevndin í Úrvali.
Tað var við bæði spenningi og kanska
eisini eitt sindur av ótta, at vit bíðaðu
eftir fyrstu útlutanini frá Úrvali. Nýsetta
vísmannaráðnum, sum skal taka dagar ímillum, hvør
er skikkaður at taka móti almenna stuðlinum, sum
hesa ferð táttaði í eina millión.
Óttin hevði tvinnar orsøkir.
Fyrst og fremst ræður um hjá eini slíkari nevnd at
tora. At tora at velja nøkur framum, so tann stuðul,
ið verður veittur, veruliga kann muna, heldur enn at
øll fáa eina slintru, sum kortini ikki munar tað heilt
stóra, í part.
Hartil er altíð ein vandi, tá talan er um avmarkaða
upphædd, sum kann veitast. Tá reglurnar fyri Úrval
vórðu kunngjørdar í heyst, vóru fleiri, sum vístu á,
at hetta kundi skiljast sum ein háttur at konstruera
reglur, so størst møguligur partur av stuðlinum kundi
veitast einum ávísum ítróttafólki.
Pál Joensen er nevnliga einasti føroyski íðkarin,
sum kann bólkast í bólk 1 í úrvalsreglugerðini. Og við
heimild til at veita at 80% til bólk eitt, kundi hugsast,
at mest sum allur stuðulin varð veittur okkara
fremsta svimjara. Ikki tí – Pál hevur so ruddiliga
uppborið eina stuðulsupphædd, sum tá hevði ligið um
tríkvarta millión, men tað vildi eisini borið við sær,
at aðrir umsøkjarar við frálíkum úrslitum og stórum
ambitiónum mest sum ikki høvdu fingið burturav.
Nevndin valdi at nýta møguleikan at flyta
stuðulskrónur úr bólki 1, og tað ber við sær, at eisini
onnur føroysk ítróttafólk hava fingið eina munagóða
upphædd.
Eftir er bert at vóna, at samlaða upphæddin verður
enn størri í komandi árum, og at hetta kann virka til,
at vit um ikki alt ov langa tíð kunu hava fleiri enn tað
eina ítróttafólkið í ovasta úrvalsbólkinum.
Væl
valt út
Ítróttar
klumman
Jákup Mørk
Tveir stórsigrar
og ein javnleikur
Pætur Albinus
Í høllini á Hálsi í Havn hittust
Neistin og VB. Gestirnir
komu á odda 2-0, men annars
var tað heimaliðið, sum
stóð fyri restini – men bara
næstan. Neistin fór nevniliga
til hálvleiks á odda 13-8, og
tá ið tær øktu leiðsluna til
sjey mál í seinna hálvleiki
og Ingrida Kuodyte hjá VB
fekk reytt kort, mundu flestu
halda, at Neistin fór avstað
við sigrinum. Tað var sum
VB reis upp úr øsku, tí eftir at
hava bart seg nøkulunda inn
aftur í dystin eydnaðist tað
teimum eisini at tryggja sær
javnleik við at skjóta fýra tey
seinastu málini í dystinum,
soleiðis at tað endaði við
25-25-javnleiki.
Anna bumbaði
Somuleiðis í høllini á Hálsi
spældu Kyndil og Stjørnan.
Hendan dystin vann Kyndil
greitt 36-22 eftir at hava verið
á odda 17-13 í hálvleikinum.
Anna A. Brimnes var flúgv
andi í fyrra hálvleiki við sjey
málum, og tað var beint eftir
steðgin, at Kyndil av álvara
punkteraði
dystin.
Tær
skutu seks av teimum fyrstu
sjey málunum í seinna hálv
leiki, komu tá á odda níggju
málum og øktu so líðandi.
Anna A. Brimnes gjørdist
toppskjútti hjá Kyndli við 10
málum, meðan Mina Sirdal
var besti málskjútti hjá
Stjørnuni við seks málum.
VÍF-stórsigur
Triði dysturin var í Vest
manna, har VÍF smurdi
Søljuna av 34-8 eftir hálv
leiksstøðuna 17-4. Eiheldur
í steypakappingini eydnast
tað Søljuni at gera um
seg, men verkætlanin er
helst meiri langsiktað hjá
nýkomna felagnum, sum í
síðstu viku váttaði fyri jn.fo,
at sáttmálin við roynda
venjaran, Jakob Jónsson,
er longdur við tveimum
árum.
Agnas Olsen skeyt níggju
mál fyri heimaliðið, meðan
Hertha
Simonsen
skeyt
bróðurpartin av málunum
hjá gestunum. Hon skeyt
fimm mál.
albinus@sosialurin.fo
Tríggir dystir hava verið í CocaCola-kappingini hjá kvinnum um vikuskiftið.
Av tí at U21-landsliðið hjá monnum hevur verið í Grikkalandi og kom aftur
gjárkvøldð, so verða dystirnir hjá monnum spældir týs- og mikukvøldið
CocaCola-kappingin, kvinnur:
Bólkur 1:
Neistin, 1 stig (1 dyst)
VB, 1 stig (1 dyst)
StÍF, 0 stig (0 dyst)
Bólkur 2:
VÍF, 2 stig (1 dyst)
Kyndil, 2 stig (1 dyst)
Stjørnan, 0 stig (1 dyst)
Søljan, 0 stig (1 dyst)
2. umfar:
15.01.2015
kl. 18.30 StÍF - Neistin
14.01.2015
kl. 18.30 VÍF - Stjørnan
15.01.2015
kl. 20.30 Søljan - Kyndil
Savnsmynd: Álvur Haraldsen