Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RISA ENDURGJALDSKRØV Kann koyra føroyskar skiparar á húsagang Stúrt verður nú fyri at reiðarar fara at krevja, at skiparar hefta persónliga fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap Áki Bertholdsen – Hetta kann verða ein ólukka fyri skipararnar á føroyskum fiskiskipum. Tað heldur Annfinnur Garða­líð, nývaldur for­mað­ ur í Skipara- og naviga­tør­ felagnum. Tað, hann sipar til, er tað, sum nú kann henda í kjalarvørrinum á, at illa um­ strídda garnaskipið, Anita, hevur mist fiskiloyvi. Anita breyt lógina um vinnuligan fiskiskap á fleiri økum og revsingin, reið­arin fekk fyri tað, var tann harð­ asta, hann kundi fáa eftir lógini, nevniliga, at fiski- rættindini vórðu inn­drigin. Hendan heimildin í lógini, at inndraga fiskirættindini frá einum skipi, er ongantíð brúkt fyrr Annfinnur Garðalíð sigur, at tað er eyðsæð, at í slíkum føri er fíggjarligi missurin hjá reiðaranum ovurstórur. Sjálvur hevur hann verið ógvuliga atfinningarsamur ímóti tí, sum fór fram í mál­ inum um Anitu, men hann heldur, at hetta er eitt prin­ sippmál, sum kann raka øll skip, allar skiparar og allar reiðarar. Fer hendan heimildin eis­ini at verða brúkt, tá ið onn­ur brot verða framd á lóg­ina um vinnuligan fiski­ skap, kann tað skjótt henda, at reiðararnir fara at krevja ovurhonds stór endur­gjalds­ krøv frá skiparunum sum hava ábyrgdina av skipinum undir fiskiskapi. – Hetta kann verða eitt stórt vandamál í framtíðini, heldur Annfinnur Garðalíð. Persónliga á húsagang Nývaldi formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum vísir á, at tá ið skip verða tikin fyri ólógligan fiskiskap av onkrum slagi, er tað oftast skiparin, sum fær eina bót, umframt at hald verður lagt á veiði og reiðskap. Kortini hevur tað vanliga verið, at reiðarin hevur tik­ ið revsingina á seg og hev­ur goldið bótina hjá skip­ar­an­ um. At fáa eina bót og at missa veiði og reiðskap er ein bøti­ ligur skaði, tí tað er bara at fara aftur til fiskiskap. – Men missur skipið rætt­ indini at fiska, er liðugt og fíggjar­ligi missurin er ovur­ stórur, bæði tá ið hugsað verð­ur um tær inntøkur, skip­ið kundi havt fingið, men eisini tá ið hugsað verður um, hvat reiðarin hevur gildið fyri fiskiloyvi, staðfestir Ann­finnur Garðalíð. Tí spyr, hvat nú fer at henda, broyta reiðarar hugs­ an og seta skiparan per­són­ liga til svars fyri lógarbrotið, tí tað er skiparin, sum hevur evstu ábyrgdina av skipinum, tá ið fiska verður. – Fara skipararnir at krevja endurgjald frá skiparunum, kunnu teir skjótt fara per­ són­liga á húsagang og missa alt teir eiga, eisini hús og heim, heldur nýggi for­mað­ urin í Skipara- og Navigatør­ fe­lagnum. Hann ásannar, at lógar­ brotini, Anita framdi, vóru um­fatandi, men hann stað­ festir samstundis, at hetta er fyrstu ferð, at heimildin í lógini at taka fiskirættindini frá einum skipi, verður brúkt. Tí eru skiparar eisini eitt sindur nervøsir fyri, nær hend­an heimildin verður brúkt aftur. – Hvussu lítið, ella um­fat­ andi lógarbrot skal til, áðr­ enn eitt skip missur veiði­ rættindini, spyr Annfinnur Garðalíð. Skulu tvey lógarbrot til, ella trý fyri at missa fiski­ rættindini? Ella kann tað verða inndrigið, bara eitt lógarbrot er nóg álvarsligt? Tað eru álvarsligir spurningar fyri okkum, staðfestir hann. Mugu fáa avtalur Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum ivast ikki í, at hetta er ein spurningur, teir fara at taka upp við reiðararnar, tá ið høvi býðst. Hendan næsta tíðin fer, øll sum hon er, til samráðingar, men tá ið tær eru farnar aftur um, fer felagið at umrøða spurn­ingin, sigur hann. – Tað rætta hevði verið at tað verður ein greið avtala gjørd ímillum reiðaran og skiparan um, at skiparin ikki skal hefta persónliga, verður skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap, sigur hann. – Formliga hevur reiðarin rætt til at krevja, at skiparin rindar ta bót, rætturin hev­ur dømt hann at rinda. Spurn­ ingurin er, um skiparin fer at brúka henda rættin í fram­ tíðini og tað er eitt mál, vit eiga at taka upp í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur Annfinnur Garðalíð. – Hetta kann verða ein ólukka fyri skipararnar á føroyskum fiskiskipum, sigur Annfinnur Garðalíð, nývaldur formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum