Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Ivasamt um nøkur semja fæst um fiskivinnuna nú Løgmaður hevur avlýst 1.februar sum evstamark og órógv er aftanfyri tey, sum samráðast um nýskipan av fiskivinnuni Árni Gregersen Kuril er á tráðnum í sam­ bandi við, at samgongan er í ferð við at gera eitt upp­skot­ til nýskipan av fiskivinnuni. Hetta stendur rímuliga greitt, hóast tað hevur ging­ ið framá í arbeiðnum hjá tí bólk­inum, sum hevur sam­ ráðst um hesa skipanina. Persónarnir, sum sita sam­an og arbeiða við ný­ skip­an av fiskivinnuni, eru komnir so nær málinum sum hugsast kann, men trup­ ul­leik­in er, at onnur fólk í flokkunum fyribils ikki taka undir við tí, sum sam­ráð­ing­ ar­bólk­ur­in er komin fram til. Løgmaður boðaði í gjár frá, at 1. februar ikki long­ur er nakað evstamark fyri, nær semjan millum sam­gongu­ flokkarnar verður und­ir­ skriv­að. Boðini frá løgmanni komu heldur óvart á fleiri av hin­um, sum taka lut í sam­ ráð­ing­un­um. Tey halda, at alt var so at siga komið undir land, tá ið løgmaður boðaði frá, at evstamarkið 1. februar er slept. Baklandið Flokkarnir hava valt umboð í nevndina, sum seinastu tíð­ ina hevur arbeitt við ný­skip­ an av fiskivinnuni. Upprunaliga var tað for­ mað­ur­in í Fólkaflokkinum, Jørg­en Niclassen, sum boð­ aði frá, at 1. februar var dag­ ur­in, tá ið samgongan fór at verða samd um uppskotið. Bæði løgmaður, for­mað­ ur­in í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, og for­maðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, tóku undir við dagfestingini og síðani hava nógvir fundir verið um spurn­ingin. Nógv er sum skal broytast í lógini um vinnuligan fiski­ skap. Ikki alt veitir politiskt høv­uð­brýggj, men skal mest­sum bert dagførast, so lóg­in hóskar til dagsins við­ ur­skiftir. Men tað eru sjálvandi spurn­ingar, sum flokkarnir eru ósamdir um og sum sam­ ráð­ing­arfólkini hava roynt at finna semjur um. Tað eru hesar semjur, sum baklandið hjá sam­ráð­ing­ar­ fólkunum skulu taka støðu til. Sa m ba n d s f l o k ku r i n skuldi hava fund í gjár um hetta, men fundurin var av­ lýst­ur vegna veður og tann fund­urin verður eftir øll­um at døma ikki fyrr enn eina­ ferð í næstu viku. Or­søk­in er, at løgmaður er í arb­eiðs­ ør­ind­um í Danmark. Stóru spurningarnir Tá ið lógin um vinnuligan fiski­skap, sum øll føroysk fiski­vinna verður stýrd eft­ ir, skal broytast, so eru fólk sjálv­andi ymisk á máli um, hvussu nýskipanin skal ger­ ast. Teir tríggir sam­gongu­ flokk­ar­nir, Sam­bands­flokk­ ur­in, Fólkaflokkurin og Mið­ flokk­ur­in, hava hvør sína hugs­an um, hvussu málið best verður loyst. Sum skilst er størsta ósemj­an millum teir báðar størru flokkarnar, meðan Mið­flokk­ur­in á­ fleiri økjum hev­ur roynt seg sum sem­ ings­mann. Tríggir høvuðsspurningar hava alla tíðina ligið á borð­ in­um: 1. Hvussu mong ár skulu loyv­ini verða? 2. Skulu útlendingar kunna eiga part í fiski­vinn­ uni? 3. Skal nakað av rætt­ind­ un­um seljast um eina upp­ boðs­sølu? Fólkaflokkurin hevur hild­ið fast um, at árini skulu vera so mong sum møgu­ligt. Grundgevingin er, at skulu reiðarar gera íløgur í stór og dýr skip, so er eisini neyð­ ugt, at teimum er tryggj­að rættindi at fiska í so langa tíð, tí annars verður ómøgu­ligt at fáa íløgurnar fíggj­að­ar. Peningastovnarnir krevja stutt sagt, at skulu teir fíggja, so er neyðugt at skipini sleppa at fiska so leingi, at til ber at gjalda lánini aftur í hes­um tíðarskeiði. At tað er komið so langt, er tí at tað nú tykist vera semja um, at fiskatilfeingið kring Føroyar og tær kvotur før­oy­ingar hava samráðst seg til er ogn Føroya fólks. Í hesum spurninginum hev­ur Sambandsflokkurin eina heilt aðra áskoðan og vil hava, at rættindini røkka yv­ir eitt munandi styttri ára­mál. Upprunaliga vildi flokk­ur­in hava, at talan bert var um fimm ár, men nú hava samráðingarfólkini hjá flokk­in­um gingið við til eitt, eitt sindur longri áramál. Útlendingar Ein annar spurningur, sum aft­ur og aftur verður kjakast um, er um útlendingar skulu hava rætt til at eiga partar í før­oysku fiskivinnuni. Hetta er eisini ein av teim­ um spurningunum, sum hevur ver­ið tungur at finna semju um. Fólka­flokk­ur­in – og kanska ser­liga lands­stýr­ is­mað­ur­in við fiskivinnu, Jacob Vestergaard, hava ferð eftir ferð sagt, at útlendingar als ikki eiga at sleppat at eiga í før­oysku fiskivinnuni. Har eru aðrir partar av samgonguni ikki heilt samd­ ir og halda, at tað ikki ger skaða, at útlendingar eiga í, bert teir arbeiða og liva und­ir somu treytum sum før­oysk­ir eigarar. Uppboðssøla Ein annar spurningur, sum ofta hevur verið frammi, er um ein partur av rættindum og ein partur av tilfeinginum eig­ur at verða seldur á upp­ boðs­sølu. Tjóðveldið hevur verið for­sprák­ari fyri hesum, men í samgonguni eru eisini rødd­ ir, sum vilja hava, at ein part­ ur av rættindunum verður seld­ur á uppboðssølu. Tvær høv­uðs­grund­gev­ ing­ar eru fyri hesum. Fyri tað fyrsta at fáa pening í lands­ kass­an, meðan hin er, at hetta fer at gera tað møguligt hjá øðrum enn teimum, sum frammanundan eru í vinn­ uni, at sleppa fram at “fólks­ ins ogn”. Flokkarnir og andstøðan Hóast tað tykist sum tað ber til at finna semju í ný­skip­an­ ar­nevnd­ini, so er ikki komið á mál enn. Og ivasamt er um og nær tað hendir. 1. februar er sleptur sum evsta­mark, so nú hong­ur eing­in “deadline” yv­ir flokk­ un­um. Sam­bands­flokk­urin fer at hava fund og har eru fleiri, sum ikki taka und­ir við tí “semju”, sum sam­ráð­ing­ arfólkini eru komin til. Harafturat tykist vinn­ an eisini vera vaknað. Reið­ ara­felagið vil hava fund við floks­for­mennirnar fyri at siga, hvat felagið heldur. Hinvegin standa pol­it­ ikk­ar­arnir yvirfyri einum harð­ari og harðari rópi frá teimum, sum geva at­kvøð­ur­ nar.­ Hesi siga, at gloppið mill­ um tey sum fáa og tey sum onki fáa gerst alt størri. Andstøðan er í bíðistøðu. Hon verður ikki boðin til samráðingar fyrr enn sam­ gong­an er vorðin samd. Taktikkurin í hesum val­ ári er helst at draga alt út og so siga nei, tí andstøðan fær ikki nóg stóra ávirkan. Stóra myndin í løtuni er, at ivasamt er um nýskipan av fiskivinnuni verður gjørd í hesum valskeiðnum. Hendir tað ikki, so verður fiski­vinnan høvuðsevni í kom­andi valstríði. Kaj Leo Holm Johannesen: Hann hevur strikað 1. februar sum evstamark Jørgen Niclassen: Tað var hann, sum fyrst meldaði út um 1. februar