Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 Líkt er til, at føroysku línuskipini, sum í løtuni eru á veg yvir á Flemish Kap, fara at fáa eina drúgva ferð vestur um hav, men útlitini til fiskiskap eru eftir øllum at døma rættiliga góð Vilmund Jacobsen Tey trý frystilínuskipini, Klakk­ur, Eivind og Kambur, sum loystu næst seinasta sunnu­kvøld og stevndu yvir á Flemish Kap, koma at hava eina drúgva ferð um hav. Í dag eru 10 dagar, síðan skip­ini loystu, men enn vant­ ar teimum nøkur samdøgur, áðr­enn fyrsta setan fer í sjógv­in. Hetta er ring ársins tíð til veð­ur, og skip og manningar hava havt vindin ímóti at kalla á allari ferðini og hava rent seg í fleiri djúp lágtrýst. Um seinasti teinurin gong­ur so nøkulunda, verða skip­ini væntandi á fiskileið á Flemish Kap í fyrsta lagi fríggja­dag­in. Týsmorgunin, tá Astrid hoyrdi frá manni sínum, Líggj­asi Johannesen, skip­ ara á Klakki, høvdu teir hampi­ligt veður, men tað gekk seint vestureftir, tí teir framhaldandi høvdu mót­ vind. Eisini Váðasteinur Umframt tey trý frysti­ línu­skipini, sum øll fóru av­ stað um somu tíð, fór eis­ini ísfiskalínuskipið Váða­stein­ ur avstað seinasta leyg­ar­ kvøld. Skipari á Váðasteini er Eiler Mikkelsen, og við skip­ in­um henda túrin eru 14 mans. Tá reiðarin, Niclas Dav­id­ sen, hevði samband við skip­ ið týsmorgunin, var vindurin um­leið 20-25 m/sek. Væntandi kemur Váða­ stein­ur heim við lastini, tá teir – um alt gongur væl - hava fingið upp í skipið. Hinvegin er ikki greitt, hvussu frystilínuskipini fara at gera – um tey koma heim, tá tey hava fingið uppí, ella um tey leggja frysta fiskin upp har yviri og senda hann heim í frystubingjum. Óhugsandi er ikki, at frysti­línuskipini fara at landa har yviri, senda fiskin heim og soleiðis spara tíð í sigl­ing. 28 ár síðan Sosi­al­urin kann til stutt­leik­ ar leggja aftrat, at tað júst eru 28 ár síðan, at Líggjas Jo­hannesen sum 23 ár gamal fyrstu ferð var til fiskiskap á Fle­mish Kap. Hetta var við saltfiskalínuskipinum Borð­ oy­ar­nes. Á túrinum, sum vardi einar fýra mánaðir, fekk skipið maskinskaða, og teir noyddust at liggja inni í einar 14 dagar, meðan mask­ in­an varð umvæld. Fyri 28 árum síðan var toska­fiskiskapurin á Flemish Kap í stórari minking, og bert fá ár seinni varð hetta áður so fongríka hav stongt fyri all­ari toskaveiði í fleiri ár. Nú mong ár seinni hevur tosk­ur­in á Flemish Kap rætti­liga tikið seg uppaftur, og royndin hjá føroyingum á hesi fjarskotnu leið hev­ur tryggjað okkum rætt­indi og luttøku í nýggja æv­in­týr­in­ um. 12 samdøgur í illveðri yvir á Flemish Kap Norðmenn rokfiskað á Flemish Kap Tað frættist, at norsk línuskip hava havt rokfiskiskap, síðan tey byrjaðu at fiska á Flemish Kap fyrst í hesum árinum Vilmund Jacobsen Tað eru ikki bara føroysk skip, sum eiga kvotu á Fle­ mish Kap. Millum aðrar tjóð­ ir, sum eiga kvotu á hesi fjar­ skotnu leið, er eitt nú Noreg. Sum skilst, eru eisini trý ella fýra norsk línuskip á Flemish Kap, og tey eru nak­að fyrr har yviri enn før­ oysku skipini. Hava rokfiskiskap Onkur norskur línubátur lá við manning og bíðaði, til farið varð um 1. januar, og onnur skip vóru nær, tá loyvt varð at byrja fiskiskap. Føroyska kvotan á Fle­ mish Kap er stívliga 3.000 tons, og norska kvotan man vera umleið á sama støði. Tað frættist, at norsk línu­ skip hava havt rokfiskiskap, síð­an tey byrjaðu at fiska á Fle­mish Kap í ár. Eftir hvat sagt verður av teimum, sum vita um gongd­ ina hjá norsku línuskipunum at siga, eru teir um at verða lidn­ir við sína kvotu. Eingin bólkakapping Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­mað­ur í fiski­vinnu­mál­ um, hev­ur gjørt av, at før­ oysk línu­skip í ár sleppa at fiska 2/3 av føroysku kvotuni – og før­oysku trolararnir sleppa at fiska 1/3. Í fjør varð kappfiskað um før­oysku kvotuna á Flemish Kap, tí alt var felagskvota, men í ár verður so eingin kapp­ing millum húk og trol. Brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen er báðir við Klakki henda túrin. Tað eru 28 ár, síðan Líggjas (mynd) var sín fyrsta túr á Flemish Kap við saltfiskalínuskipinum, Borðoyarnesi Tað fer helst at taka frystilínuskipunum, Klakki, Eivindi og Kambi, eini 12 samdøgur at koma á fiskileið á Flemish Kap. Mynd: Dávur Winther