Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Kringvarpið má gera sítt heimaarbeiði Tíðindaflutningur gevur onga meining, um tíðindafólkið ikki setur seg inn í málið ella ikki skilir tað Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Hoyrdi tú stórtíðindini í út­ varpinum á middegi í gjár, sunnudagin? Yvirskriftin var: ”Einki høpi í útrokningum hjá Ed­ mundi Joensen”. Ein freistandi yvirskrift, sum tó onki hald hevur í veruleikanum. Kostar 160 milliónir krónur Tað fellur eftir øllum at døma kringvarpinum fyri bróst­ ið, at undirritaði loyvir sær at vísa á, at okkara framm­ an­undan hart fyri­spenti landskassi ikki hev­ur rúm fyri at yvirtaka út-lendinga­ økið. Legg til merkis, at út­ lendingaøkið fevnir um allar tilflytarar – eisini flóttafólk. Mín meting er, at við ein­ um føroyskum útlendinga- og flóttafólkapolitikki, sum er lutfalsliga líka ambitiøsur sum tann danski, so kann roknast við, at landskassin fær eina rokning á leið upp á einar 160 milliónir krónur - hvørt ár! Metingin er grundað á tøl frá danska Rockwool Grunninum, sum eisini hava verið alment frammi og eru nógv umrødd í Danmark. Tølini vísa, at tilflytarar (flóttafólk íroknað) frá ikki- vestanlondum í fjør kostaðu danska ríkiskassanum 16,6 milliardir krónur. Tilflytarar frá vestan­lond­ um (tey munnu sjáldan vera flóttafólk), eru eitt íkast til danska samfelagsbúskapin. Hesin bólkur skapar virðir fyri 3,8 milliardir krónur, men á botnlinjuni er, sum vera man, eitt stórt reytt tal, ið er samlaða útreiðslan til útlendingaøkið í Danmark. Heimaarbeiðið manglar Kringvarpið pástendur, at ”onki høpi” er í tølunum. Tað er sjálvandi ikki rætt. Tað stutta av tí langa er, at tíðindaleiðarin í kring­varp­ inum, Liljan Weihe, sum átti nevnda innslag, annaðhvørt ikki hevur sett seg inn í ella ikki skilir útlendingaøkið. Hon skrivar í sínum inn­ slagi um at ”reinsa” tølini fyri flóttafólk. Hetta er púra mis­skilt, tí útlendingaøkið fevnir pr. definitión um ALL­AR tilflytarar – EISINI flótta­fólk. Tað vita øll, sum fáast við økið, og tað er eisini doku­menterað í §7 stk. 1 og 2 í út­lendingalógini. Sostatt er tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, farin heilt galið í býin. Villleiðandi upplýsingar Av ókendum orsøkum kem­ ur tíðindaleiðarin eisini við beinleiðis villleiðandi upp­ lýsingum um støðuna á danska útlendingaøkinum. Tíðindaleiðarin sigur seg vísa til tølini frá Rockwool Grunninum og skrivar sol­ eiðis: “… um vit hyggja at tølunum fyri allar tilflytarar, t.e. bæði úr vestanlondum og ikki- vestanlondum, so eru tilflytararar ein nettoinntøka hjá danska statskassanum”. Tað, sum Rockwool Grun­ nurin í veruleikanum kemur til, er hetta: • ”I 2014 forventes ikke-vest­ lige indvandrere og efter­ kommere i Danmark at bi­ drage med et underskud på 16,6 mia. kr. til de offentlige kasser”. • ”Med den vestlige ind­ vandring forholder det sig modsat, med et forventet positivt nettobidrag på 3,8 mia. kr. i 2014”. • ”Selv om 35 år vil den ikke-vestlige indvandring ikke netto bidrage til at løse velfærdssamfundets finansieringsproblem, som bl.a. følger af den demo­ grafiske udvikling med flere ældre og færre i den arbejdsdygtige alder”. Óneyðugt at yvirtaka útlendingaøkið Orðaskiftið um at yvirtaka út­lendingaøkið er koyrt av sporinum, og gruggið hjá Liljuni Weihe hjálpir ikki uppá støðuna. Í grundini er hetta tó ein­ falt. Um Føroyar ynskja at taka ímóti nøkrum neyðstøddum flóttafólkafamiljum, so ber tað væl til við verandi skip­ an. Tað er gjørt áður, og tað kann gerast aftur – uttan at yvirtaka útlendingaøkið. P.S.: Her eru tvær slóðir til tín, sum vilt lesa um hetta evnið. Onnur er til eina grein í Jyllands-Post­in­um, sum rættiliga pæda­gog­iskt lýsir innihaldið í frá­greið­ ingini frá Rockwool Grunn­ inum. Hin slóðin er til sjálva frágreiðingina frá grunn­in­ um. Vit mugu hjálpa fólki úr eldinum Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Spurningurin um flóttafólk hevur verið nógv frammi síðani løgmaður helt sína nýggjársrøðu. Sum so ofta í Føroyum er kjakið farið at snúgva seg um ”alt ella einki”. Annaðhvørt skulu vit steingja allar hurðar, so at eingin sleppur inn, ella skulu vit lata flóttafólk yvirtaka landið. Sjálvandi finnast aðrar loysnir enn hesar báðar. Vit kunnu saktans hjálpa fólki sum er í neyð, uttan at tað gongur útyvir lívsgóðskuna hjá føroyingum - og tað er einki minni enn okkara skylda at gera tað. Men tað krevur sjálvsagt, at vit skipa økið væl. Ein trupulleiki sum ikki er til Eg havi varhugan av, at hesin trupulleikin, sum verð­ur málaður í skrift og talu, er í veruleikanum ikki so stórur sum hann verður gjørdur til. Tí hvussu stór eru sann­ líkindini fyri, at eitt flótta­ fólk sum stendur til dømis í Sýria, velur at flýggja til Føroya? Fyri tað fyrsta, hava tey ongantíð hoyrt um hetta landið, og hyggja tey í eitt heimskort, so skulu tey vera sera heppin, um tey finna tað har. Skuldi tað kortini hent, at tey fáa eyga á Føroyar, so vita tey ikki, um nakað menniskja býr her, og tey vita enn minni, hvussu tey kunnu koma henda vegin. Og skuldi tað so harafturat hent, at onkur setti sær fyri at seta kósina ímóti okk­ ara oyggjum, so skulu tey ígjøgnum nógv góð lond á vegnum hendavegin, so onkra­staðni á leiðini siga tey, ”eg steðgi her”. Myndin av streymum av flóttafólkum, sum fara at yvirtaka Føroyar er eftir mínum tykki sera nógv yvirdrivin. Talan verður í mesta lagið um nøkur heilt fá fólk, har vit frammanundan gera avtalu um, at vit skulu taka okkum av teimum. Tí skuldi ikki verið nakar trupul­leiki at skipa økið væl framm­anundan. Út úr eldinum Tá eldur er í einum húsi, ræð­ur um at fáa fólkini út. Eingin fer millum logarnar at spyrja, hvar hesi fólkini skulu fara, um tey eru tryggjað ella hvør skal keypa teimum mat og klæði. Tey skulu bara út. Alt hitt má koma aftaná. Soleiðis er eisini við flótta­fólkum. Teirra heim og tryggleiki stendur í ljósum loga, og tí mugu tey sleppa burtur. Tey fara frá øllum sum tey eiga, og hava tí brúk fyri hjálp. Eg haldi at vit hava skyldu at gera okkara part av hesum hjálpararbeiðinum. Sjálvandi er tað lættast at siga, at tey skulu flyta inn til onkran annan, og í nógvum førum er tað kanska eisini tann besta loysnin. Men skulu vit vera partur av sokallaða ”altjóðasamfelagnum”, so mugu vit eisini vísa vilja og taka ábyrgd. Tað merkir ikki, at hesi fremmandu skulu troka okkum út úr okkara húsum, og tað merkir heldur ikki, at tey skulu sleppa at leggja støði fyri okkara samfelag. Men tey skulu hava hjálp at koma út úr eldinum og hjálp til at gerast partur av nýggja heimlandinum. Tað er okkara skylda. Tað ber væl til at gera hetta á ein skilagóðan hátt, men tað krevur fyrireiking, og vit tosa altso um eitt sera avmarkað tal av fólki. Misnýta málið politiskt Tá so onkur nýtir høvið at gera hetta til part av spurn­ inginum um at yvirtaka út­lendingamál, so er tað ikki annað enn ein ódámlig saman­blanding av ”perum og ban­anum”. Tað er eingin grund til at misnýta hetta málið politiskt, tí vit kunnu saktans hjálpa flóttafólki undir ver­andi skipan. Tað er bara ein spurningur um fyri­ reiking og vilja.