Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tryggleiki er treytaður av veruligari ábyrgd Løgmaður nýtti høvi at taka spurningin um flóttafólk upp í nýggjársrøðu síni. Tað er gleðiligt, at heitt orðaskifti síðan hevur tikið seg upp um flóttafólk og okkara skyldu mótvegis altjóða samfelagnum. Kjakið vendir tó á høvdinum, tí at áðrenn nakað kann gerast við flóttafólk, so mugu vit yvirtaka útlendingamál og orða føroyskan tilflytara- og integratiónspolitikk. Tór Marni Weihe løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi Sjálvandi eiga Føroyar at taka í móti flóttafólkum. Sum limur í altjóða samfelagnum – og sum borgarar í eini sam­ haldsfastari, kristnari tjóð – hava vit eina skyldu at veita neyðstøddum eina hjálp­andi hond. Men vit hava eisini eina skyldu mót­vegis okkara bogarunum her í Føroyum, og við flótta­fólk­um og tilflytarum fylgja stórar avbjóðingar, ið krevja ábyrgdarkenslu, góða til­búgving, fíggjarligt og menn­iskja­ligt tilfeingi og hart arbeiði, skal tað rigga. Søgan hevur lært okkum, at okkara samfeløg eru viðbrekin, og at tað ikki er so lætt, sum vit kundu ynskt okkum, at taka móti tilflytarum, ið koma úr londum, hvørs mentan og sam­ felag eru so ymisk frá okkara, at tað næstan er sum at koma á eina aðra gongu­stjørnu. Ein kann royna at ímynda sær, at ein sjálvur noydd­ist at rýma undan ræðu­leikum og byrja eitt nýtt lív í Afghanistan ella Saudi Arabia. Eitt politiskt stórmál í vestur­heiminum – eisini Føroyum Tilflytarar og flóttafólk hava sett dagskránna í øll­ um Evropa seinastu árini, og polit­iska kósin í granna­lond­ unum og vestur­heim­inum er í stóran mun tengd at, hvørt til­flyt­aravinarligir – ella at­ finn­ingarsamir flokk­ara sita við valdinum í ymisku lond­unum. Veruleikin – og orsøkin til hesa støðuna – er, at tilflytaraspurningurin er ein stór avbjóðing, ið vit hava havt trupult við at loysa, og av tí sama, so eru vit enda í eini keðiligari ringrás, har ið mis­eydnaðu royndirnar at inte­grera hava ført til ein grund­leggjandi illgruna mót­vegis tilflytarum – eina fíggina­mynd, sum miðlarnir hava tikið til sín og mála upp á veggin dagliga – og av tí sama næstan gjørt tað ómøgu­ligt at koma aftur um aftur og rætta feilirnar, ið gjørd­ir vóru at byrja við. Kjakið er blivið alsamt meiri áhugavert her í Fø­roy­ um eisini, av tí at útlendingar jú sjálvandi eisini leita sær hendanvegin. Hóast teir ikki eru so nógvir í tali sum nú er, so gerast teir fleiri og fleiri, og tað trýstið, sum vanlukkur kring knøttin leggja á vestur­ heimin, fer ivaleyst eisini at merkjast her hjá okkum, og tí er umráðandi, at vit taka spurn­ingin upp til við­ger. Spurn­ingarnir um til­flytara- inte­gratións- og flótta­fólka­ politikk eru avgerandi fyri, hvussu vit sum tjóð og sam­ felag innrættað okkum at taka móti tí avbjóðing, ið økta til­ flytingin til vesturheimin er. Onki hent á økinum Tíverri, so hevur lítið og onki orðaskifti verið um spurn­ ingarnar, og vit hava ongar fyrireikingar gjørt á økinum. Seinasta átakið á økinum, var orðanin av einum inte­ grasjónsáliti. Eitt gott átak, men tíverri, so hanga til­ mælini í álitinum mestsum í leysari luft, tí at politiskt kunnu nógv av tiltøkunum ikki rættiliga setast í verk uttan ein orðaðan inter­ grasjónspolitikk, ið er kjøl­ festur í politiskum átøkum, ið fremjast skulu á økinum. Tað er eisini eitt sindur undarligt at seta í verk leiðreglur og mannagongdir fyri eitt øki, ið framvegis er undir donskum ræði. Orsøkin til, at málsøki ikki er yvirtikið, er tó ikki, at øki ikki er til reiðar at verða yvirtikið. Í 2002 varð frágreiðing skrivað, um hvat skuldi til, og síðan eru fleiri frágreiðingar og met­ ingar, umframt álitið um integratión, framleiddar, so øki er væl greinað og heilt klárt til yvirtøku. Orsøkin er heldur ikki, at tað fer at kosta ein bóndagarð at yvirtaka útlendingamál. Savn­aði kostnaðurin er mett­ur í fleiri umførum til at liggja um í mesta lagið 10-11 mió. kr. um árið. Uppskotini í tinginum hava eisini verið fleiri í talið, so møguleikarnir at fáa málsøki undir føroyska hond hava verið nógvir. Hvør orsøkin er, til at økið framvegis er danskt, veit eg tí ikki at siga, men umberingar eru ongar. Við hesi vitanini er tað skilligt, at fólk standa spyrj­ andi, tá ið løgmaður nú brád­liga burtur úr ongum kunnger, at vit skulu taka móti flóttafólkum. Onki er gjørt á økinum, og flóttafólk eru tilflytarar, ið rýma und­ an kríggi og vanlukku, og tey hava tí ein heilt serligan tørv, og krevst ein heilt serlig tilbúgving til at taka móti teimum. Vit kunnu ikki bara yvirnátt byrja at taka móti hesum fólkunum, tí at vit fáa ikki hjálpt teim­um sum er. Tað er bara harmi­ ligt, at løgmaður ikki setti ferð á yvirtøkuna av økin­ um – og arbeiðið at búgva okk­um til at taka móti flótta­fólkum og øðrum til­ flytarum – beinavegin hann varð valdur løgmaður, tí at so høvdu vit ivaleyst longu havt tikið móti fleiri tilflytarum og flóttafólkum, og havt vælvirkandi skipanir á økinum. Men, betri seint enn ong­ an­tíð. Løgmaður fer vón­ andi at gera meira við málið enn at halda røður um tað. Tað ábyrgdarfulla at gera, er at vit yvirtaka máls­øki og gera føroyskar reglur og mannagongdir fyri til­flytara­ øki. Yvirtøka av máls­økinum er fyrsta stig­ið í eini tilgongd at skipa út­lendingamál undir før­oyskum ræði, um­framt at vit orða ein føroysk­an tilflyt­ ara- og integratións­politikk. Ikki fyrr enn hetta er gjørt, ber til at tosa um at taka móti flóttafólkum. Javnvág millum møguleikar og krøv Tilgongdin er umráðandi í hesum høpi. Vit eiga at læra av grannalondum okkara, og seta saman ein føroyskan tilflytarapolitikk, lagaður til føroyska samfelagið, har ið tey mistøk, ið onnur lond hava framt, ikki verða endurtikin. Høvuðsendamálið í poli­tikk­ inum má vera, at øll, ið hava eitt ynski um, førleika til og áhuga í at koma hendavegin sleppa tað, soleiðis at tey kunnu fáa sær arbeiði og skapa sær eina tilveru her. Men vit mugu eisini varð­ veita tað føroyska. Okkara til­flytarapolitikkur skal eis­ini skapa tryggleika fyri føroyingar, tí best fyri báð­ ar partar er, at bæði tey, ið koma hendanvegin, og tey, sum búgva her, kenna seg trygg við tilgongdina. Vit mugu taka ábyrgd av øki­ num, og hóast vit skulu hava samkenslu við teimum, ið koma hendanvegin, so mugu vit eisini hugsa um, at tey skulu vera borgarar á jøvnum føti við øll onnur, sum búgva her. Tey skulu ikki ser­behandlast, men hjálpast at gerast før fyri at taka við teim­um skyldum, sum vit krevja, at aðrir borgarar liva upp til. Lykilin at røkka hesum máli, er integratión. Fremm­ andar mentanir eru hjartaliga vælkomnar hendanvegin, og tað fjølbroytni, ið tilflytarar og flóttafólk skapa í føroyska samfelagnum er bert gagnligt og sunt fyri samfelagið.Um­ ráðandi er tó, at tey verða slúsað inn í samfelag okk­ ara við virðing fyri sam­fe­ lagsbygnaði og mentan okk­ ara, soleiðis at tey eru før fyri at virka her. Tey mugu læra um føroyska mentan, tey mugu læra okkara mál, tey mugu læra um fólkaræði og okkara politisku skipan og mentan, og tey mugu læra at virða tann siðaarv, ið hevur verið grundvøllurin undir føroyska samfelagnum. Vit hava trúarfrælsi og polit­iskt frælsi, og vit mugu virða, at tey sum koma hend­an­ vegin ikki hava somu heims­ áskoðan sum vit. Men tað skal og má ikki bera til at koma hendanvegin og liva í einum paralellsamfelagið, har ið ongin roynd verður gjørd at laga seg til samfelag okkara, men heldur flyta sítt egna samfelag hendanvegin og stovnseta tað her. Tað fáa hvørki tey, sum búgva her, ella tey, sum koman higar, nakað burturúr. Eitt búgvið Løgting – eina breiða semju Mín vón er, at røða løgmans hevur sent ein kavabólt á rull. Vit mugu taka við ábyrgdini av okkara framtíð, heldur enn at vísa ábyrgdini frá okk­um, og bert vóna, at av­bjóðingarnar loysa seg sjálv­ar. Tað má bera til, at okkara politiska skipan tekur seg saman, og í eini breiðari semju (eini har ongin atkvøður í móti!) tekur eitt søguligt stig móti einum føroyskum sam­ felag, har ið framtíðin hjá okkum øllum liggur í okk­ ara hondum. Sitandi sam­ gonga hevur yvirtøkuna í sín­um samgonguskjalið, og í næstum fer Løgtingið at við­gera uppskot frá and­ støð­uni um júst yvirtøku av út­lendingamálum. Vísið tykk­um nú frá tykkara bestu síðu – tit, okkara háttvirdu ting­fólk – og vísið okkum, at tað ber til at semjast um at veita neyðstøddum eina hjálp­andi hond, samstundis sum føroyingar kenna seg tryggar við tilgongdina. kjak Munur er á Símun Pauli Jacobsen Vestmanna Í nakrar dagar hevur ljóðað, at fólkapensjónstarnir skulu fáa nakrar krónur meira um mánaðin – onkur hevur nevnt eina upphædd upp á 350 krónur um mánaðin. Men nú siga tíðindini, at henda hækkingini ikki verður goldin pensiónistunum til jólar – heldur ikki til páskar – heldur ikki til hvítusunnu – men í fyrsta lagi til 1. juli 2015. Eitt løgting, sum segði nei takk til fleiri milliardir úr danska blokkinum, og sum setur arbeiðir í gongd fyri fleiri milliardir krónur. Hevur hetta løgting ikki ráð at gjalda pensiónistum hes­ ar neyðars krónur beinan­ vegin? Eg veit ikki, men tað tykist vera góð ráð til so mangt annað. Annars haldi eg, at 350 krónur til pensiónistarnar er ikki nøkur stór upphædd. Tá flatskattamálið var til umrøðu í tinginum, tyk­ ist vera sera umráðandi at fáa tað málið avgreitt sum skjótast, og har fingu land­ sins kosnu menn mikið meira enn 350 krónur í part við skattalætta. Annars haldi eg, at pen­ siónistarnir áttu at fingið 1.000 krónur í lønarhækkan um mánaðin í staðin fyri sum ætlað við 350 krónum, og skuldu pensiónistarnir fingið hesa hækkin beinanvegin. Undir P. M. Dams løg­ mans­tíð frá 1958 var semja millum danskar og føroyskar myndugleikar um, at før­oy­ ingar skuldu fáa somu fólka­ pensión sum danskir fólka­ pensiónistar. Fólkapensiónin til føroy­ ingar skuldi gjaldast so­ leiðis: Danski staturin 50 Føroyski landskassin 40% Føroysku kommunurnar 10% Er nøkur broyting farin fram viðvíkjandi hesi fígg­ ing? Um nøkur broyting er farin fram, nær er henda broyting farin fram? Hvør hevur samtykt eina møguliga broyting viðvíkjandi oman­ fyrinevndu fígging? Hvør munur er í løtuni millum fólkapensión hjá før­ oyingum og dønum?