Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Paragraffurnar 7 og 8 í donsku útlendingalógini Johan Jacobsen fulltrúi á Udlændingestyrelsen Tá ið ein pinkutjóð sum Før­oyar hugsar um at taka ímóti flóttafólki er talan um eina avbjóðing, hóast vit eru eitt vælferðarsamfelag, so er talan um eina avbjóðing. Og tá er týdningarmikið at til­gongdin ikki fer ov skjótt fram og farið verður fram í stigum. Í løtuni eru vit í ferð við kjakið sum er grund­leggj­ andi og av týdningi fyri at til­ gongdin skal hava ein fólka­ ræðisligan dám. Tá tosað verður um "út­ lend­ingaøkið" í Danmark umfatar hetta natúrligvís út­ lendingar - flóttar og annars familjusameindir persónar og persónar við arbeiðs- ella lestraruppihaldsloyvi - men eisini eitthvørt sum hevur við útlendingalógina at gera. Allar tær mongu "ændringer på udlændingeområdet" eru t.d. broytingar í útlend­inga­ lógini. Útlendingaøkið er eitt eldfimt økið á tí politiska leikpallinum og elvir týtt til nógva uppøsing annars - hetta sæst eisini herheima nú bert ein heil vika er lið­ in síðan nýggjársrøðu løg­ mans. Hvat kjakast verður um er altíð gott at vita. At taka ímóti flóttafólki krevur ávís­ ar løgfrøðisligar karmar, sum ein kann ganga út frá og halda seg til, bæði hjá landi og kommunum. Tá ið tal­an er um Føroyar, so eru hesir karm­ar partvíst til stað­ar. Lógar­broytingar ella, sum tað minsta, tillagingar í okk­ ara ú­tlendingaskipan mugu gerast. Í kjakinum hevur talan ver­ið um trý boð uppá hvussu hetta skal gerast; 1) at "taka ímóti nøkrum flóttum gjøgnum ST", eisini hevur ver­ið ført fram, at mann burdi kunna tikið ímóti flótta­fólkum 2) "eftir avtalu við dansk­ar myndugleikar". Møgu­liga skal hetta seinna boðið skiljast so, at flóttafólk við donskum asyl-loyvi skulu hýsast í Føroyum, eins og Born­holm t.d. ger tað. Og so hevur eisini verið ført fram, 3) at útlendingaøkið fyrst skal yvirtakast, áðrenn nakað flóttafók verður móttikið. Hesar tríggjar møguleikarnar vil eg ikki nerta stórvegis við her ella raðfesta - tað verður møguliga ein uppgáva fyri føroyskar myndugleikar, men eisini danskar. Men eg vil stutt greiða eitt sindur frá tí sum danska Útlendingastýrið fyrisitingarliga ger á flótta­ fólkaøkinum, serliga í mun til flóttafólk, sum koma til Dan­markar eftir avtalu við ST og UNHCR. Tað snýr seg høvuðssakliga um tvær para­ graffur. § 7 - og tey sum koma og banka uppá Í føroysku útlendingalógini (Anordning nr. 182 af 22/3, 2001) er paragraf 7 eins og hon er tað í donsku út­lend­inga­ lógini, og umtalar hon møgu­ leika um uppihaldsloyvi um flóttin verður mettur at verða umfataður av ST-flótta­fólka­ sáttmálanum frá 1951. Í Dan­ mark verða umsóknir frá teim­um flóttum, sum so at siga banka uppá í Sandholm og persónliga søkja um asyl, stílaðar til málsviðgerð eftir § 7. Hendan málsviðgerðin, sum her byrjar, er umfatandi. Asyldeildin hevur eina deild sum, við síðuna av máls­við­ gerð, burturav tekur sær av at innheinta vitan um aktuellu støðuna úti í teim­ um londunum haðani flóttar koma, t.d. verður hetta gjørt við vitjanum úti í heimi og gjøgnum altjóða samstarv, data­basur o.líkn.. Hendan vit­anin verður brúkt til máls­ viðgerð, serliga eftir § 7 og herímillum eftirkanning av asylmotivi. Um avslag verður givið í slíkari málsviðgerð verður málið vanliga automatiskt mett at verða kært og so­ statt beint víðari til Flygt­ ninge­nævnet til nýggja við­ gerð. Undir hesi við­gerð­ini fær umsøkjarin advokat­um­ boðan. Avgerðin hjá Flygtn­ ingenævnet er endalig og kann ikki kærast. Av teimum sum persónliga møta og søkja um asyl eru aðrar lógarheimildir enn § 7, sum mann kann geva uppi­ haldsloyvi eftir og sum í praksis altíð er meiri og minni knýtt at málsviðgerðini eftir § 7. Tá er talan um yngri um­ søkjarar uttan fylgjara, um­ søkjarar við endaligum av­ slagi, men sum ikki kunnu send­ast til heimlandið aft­ ur, og so umsøkjarar sum av ser­ligum heilsuávum fáa uppi­haldsloyvi, tað so­kall­ aða humani­tera uppi­halds­ loyv­ið (danska løg­mála­ráðið umsitur hesi uppi­halds­loyv­ ini, eftir § 9 b.) Fyrisitingarliga er tað ein ávísur munur á brúktari orku um flóttin fær uppihaldsloyvi eftir § 7 ella § 8. Paragraf 8 - eftir avtalu við ST Hvørt ár fara eini 3-5 donsk embætisfólk út í heim og bjóða ST-flóttum endurhýsing í Danmark. Hesar ferðir kallast "kvotuferðir". Talan er um uml. 500 fólk hvørt ár og koma tey úr flóttafólkalegum, ið ST hevur ábyrgdina av, tí vertslandið ikki megnar byrð­una. UNHCR kannar og góð­kennir persónar sum ver­andi flóttar og partur av teirra skipan. Embætisfólkini á kvotu­ ferð eru úr Útlendinga­stýr­in­ um og, av og á, eisini umboð fyri donsku kommunurnar og Dansk Flygningehjælp (ann­ ars kunnu viðkomandi eyg­ leiðarar eisini luttaka). Flótta­ fólkini, familjur ella einstakir persónar, verða inn­stillað av ST til møguliga endur­ hýsing í Danmark. Hendan innstillingin verður gjørd av ST/UNHCR eftir avtalu við danska Løgmálaráðharran, sum undan kvotuferðini hevur fram­ført ynski um at mót­taka flótta­fólk. Í hes­ um sam­bandi hevur eitt land møgu­leika at fram­seta ein profil fyri flóttafólkið. UNHCR finnur fram tey flóttafólkini, sum hóska til profilin og kunnu fáa til­ boðið um endurhýsing í Dan­mark. Eitt viðtali verður gjørt við hvønn persónin og seinni verður avgerð tikin av Útlendingastýrinum um, hvør verður góðkendur til endurhýsing. Metingin um góðkenning verður gjørd við støði í § 8, stk. 4 í donsku útlendingalógini. Hesi fáa soleiðis tilboðið um endurhýsing í Danmark, alt hetta verður gjørt í sam­ ráð við UNHCR. Tað eru jú ikki øll sum taka av. Men eru tey áhugaði og taka av tilboðnum um endurhýsing er vanligt, at tey stutt undan ferðini til Danmarkar verða kunna og undirvíst um tað danska samfelagið av donsk­ um embætisfólkum. Síðan verður ferðin til Danmarkar løgd til rættis. Í føroyska kjakinum um flóttafólk hevur verið ført fram, at um mann skal taka ímóti flóttafólki, so hevur mann lítla og onga ávirkan á hvørji flóttafólk mann tekur ímóti. Og tankin er soleiðis, at mann frá byrjan av bindur seg til at taka ímóti per­ sónum sum eru sera illa fyri og krevja kostnaðarmikla við­gerð ella viðgerð, sum al­ mennu Føroyar ikki megna at bjóða. Men so er ikki heilt - innanfyri nakrar karmar hevur mann sum sagt ávirkan á valið av flóttafólki. Høvuðsdenturin er sjálv­ sagt á tørvinum eftir verju og tryggleika, og kann hesin tørvurin metast at vera størri og minni hjá ymisku ST-flóttunum. Millum annað hevur UNHCR úttalað, at danski lógarteksturin við­ víkjandi útveljingini, har inte­ gratiónsevnini hjá flóttanum hava havt ein leiklut, kann viðføra at integratiónsevnini fáa ein ov stóran leiklut. Para­graffin er so, í seinnu helvt av 2014, í staðin broytt til, at mann kann "vænta at lívs­korini hjá viðkomandi var­ugt verða betraði" við endur­hýsing í Danmark og metingin um útveljing skal í staðin taka støði í hvønn mun "at tørvurin hjá flóttanum og tað sum hann væntar sær, kann samanberast við tey kor, ið danska samfelagið hev­ur at bjóða". Hetta er so­statt viðkomandi fyri nú­ verandi kjakið um flóttar í Føroyum. Og vildi tað verið natúrligt, at mann byrjaði við flóttum, sum vóru rímiliga væl fyri og sum mann kann rokna við kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin. Herafturat hevur Dan­ mark ávirkan á hvagar kvotu­ferðin gongur. Í 2013 undr­að­ust politikarar á hví land­ið seinastu 8 árini ikki hev­ur tikið ímóti mus­limsk­ um flóttafólkum. Í 2014 gekk tó leiðin til eina ST- flótta­fólkalegu í Libanon, har­um­framt til Suður Amerika, Ecuador, og Afrika, Demokratiska Lýðveldið Kongo. Valið av heimsparti og landi har Danmark velur at fara til, verður sostatt ikki stýrt av UNHCR, men av donsk­um myndugleikum í sam­ráð við UNHCR. Í føroysku útlendinga­lóg­ ini (Anordning nr. 182 af 22/3, 2001) er viðmerkt, at § 8 ikki er galdandi. Eitt uppihald byrjar So byrjar uppihaldið í Dan­ mark. Eitt uppihald, ið at byrja við er tíðaravmarkað og treytað av, at tað framvegis er neyðugt við friðskjóli, tvs. at grundirnar fyri asyl fram­ haldandi eru til staðar og ikki grundleggjandi broyt­ ingar hava elvt til frið og trygg­leika í heimlandinum hjá flóttanum. Hetta verð­ur t.d. kannað av Út­lend­inga­ stýrinum, tá ið søkt verður um longt uppi­halds­loyvið ella permanent uppi­halds­ loyvi. Flóttar hava rætt til neyðug ferðaskjøl og kunnu eisini søkja um familjusameining. Danska Útlendingastýrið máls­viðgerð sum kunn­ugt umsóknir um familju­sam­ eining til Føroyar og eisini umsóknir um fremm­anda­ pass og konventiónspass um tørvurin skudi verið til tess. Frá byrjan av hevur Dansk Flygtningehjælp ein leiklut bæði í mun til kvotuferðirnar og til móttøkuna av flóttum í Danmark. Somuleiðis hevur Dansk Røde Kors ein leiklut á asyl-økinum í Danmark. Kommunurnar og Løgreglan eru myndugleikar sum hava týðandi leiklutir. Tað er stórur munur á, hvussu flóttafólkini verða hýst og móttikin - um tey koma og søkja herheima, ella t.d. í Danmark gjøgnum ein umboðandi stovn, ella um tey koma sum ST-flóttar. Máls­ viðgerð eftir § 8 (ST-flóttar) kann eisini verða umfatandi, hóast ST hevur gjørt ein part av arbeiðinum. Men part­urin við kæru er ikki til staðar, eins og hann er tað í samband við § 7 (gjøgnum donsku skipanina) - ei heldur er talan um framhaldandi máls­viðgerð eftir øðrum møgu­leikum til uppihald. So fyrisitingarliga er byrðan minnið, tá ið talan er um ST- flóttar. Tá hugt verður eftir møguleikunum, stendur eft­ ir, at eitt gott samstarv við danskar myndugleikar er av stórum týdningi.