Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað sýnist sum sjálvt høvdið klárnar Heimurin hjá listamanninum gjørdist størri, tá hann sum ungur vitjaði familju runt um í heiminum. Upp lótust tónleikaligar og listaligar hurðar, sum ikki eru afturlætnar síðani. Hurðar sum eisini viðhvørt bera við sær nógvan larm og res. Tá tær gera hetta, fer hann ofta ein túr niðan í hagan og hæddirnar har og finnur sær frið í smáttuni, hann hevur bygt, og setur løðaran í Annika Kunoy Im Myndir: Bárður Lydersen Listamaðurin, bóndin, snikk­ arin og tónleikarin Archie­ bald Black var føddur í 1956. Pápi hansara var skoti, og mamman hálv svensk. Men Archiebald kennur seg sum Klaksvíking, tí man kennir seg sum part av um­ hvørvinum, man býr í, og av málinum man tosar, sigur hann. Hann er allíkavæl í tí løgnu støðu at hann ongi systk­inabørn hevur í Før­ oyum. Mamma Archie­bald eigur tríggjar systrar, og all­ ar hava tær gift seg við út­ lendingi. Ongin teirra er úr sama landi. – Tá tú ert vanur við tað, so hugsar tú ikki um tað - fyri mær er tað normalt, greiðir Archiebald frá. Systkinabørnini eru víða spjadd í Skandinavia, Ong­landi, Kanada og Av­ stralia. Hann hevur eisini systk­inabørn, sum hann ong­antíð hev­ur hitt, men hevur sam­band við allíka­ væl. Tann nærmasta slekt­ in hjá hon­um í Føroy­um eru trímenningarnir, og teir eru heldur ikki so nógv­ ir í tali. Men hetta, at hava familju kring heimin, víðk­ aði sjónarringin hjá Archie­ bald, sum fyrstu ferð var uttanlands sum seks ára gamal. Hetta var nakað óvan­ ligt tá í tíðini, og ongin av vinmonnun hansara høvdu verið uttanlands fyrr enn teir vóru um 14 ella 16 ára gamlir, greiðir hann frá. Beatlanir lata upp nýggjan heim Tá Archiebald Black var smádrongur í Biskupstøð í Klaksvík, øvundaði hann ofta vinmonnunum, sum sluppu á flot og gjørdu annað slíkt við pápum sínum. Sjálvur hevði hann mist pápa sín sum bert sjey ára gamal, tá hann doyði av einum hjarta­ slagi. Hóast hann misti páp­ an var hann fleiri ferðir í Skotlandi og vitjaði familju sína har. Fyrstu ferð hann vitjaði í Skotlandi, sum átta ára gamal, sær hann The Beatles í sjónvarpinum. Hetta var nakað heilt serligt fyri unga drongin, sum ikki var vanur at hoyra popptónleik í føroyska útvarpinum. – Tá eg so kom heim, vildi eg læra at spæla guitar, sigur hann. Og tað gjørdi hann eisini, og hann fór at ganga til frálæru í guitar. Eisini var bólkurin Gerry and the Pacemakers nógv at hoyra um tað mundi, og ta ferðina Archiebald var í Aberdeen, tá hann var átta ára gamal, ganga hann og systk­ ina­barnið einaferð gjøgnum gøtuna "Union Street" og har er smekk fult av fólki. So sig­ur systk­ina­barnið, at teir skulu fara aftur um gøtuna, fyri at sleppa framvið manna­múgv­ uni. Tá síggja tey men­ninar úr bólkinum Gerry and the Pacemakers koma gang­andi. Har vóru eini átta kvinnur sum fóru rennandi aftan á teimum, og Archibald sigur at teir runnu bara eisini, fyri at fáa nærri greiði á, hvat hetta var fyri nakað. – Tað var ógvuliga løgið í mínum eygum, tí eg hevði júst sæð hesar mennirnar við høgum hæli, stríputum skjúrtum og longum hári í sjó­nvarpinum, sigur hann. Rock 'n' Roll í Klaksvík Guitar frálæran hjá Archie­ bald gekk væl, og hann spældi nógvan tónleik við vinmonnum sínum. Seinni mannaðu Archiebald Black, Jørgen Dahl, Heri Ellings­ gaard, Edvard Ziska og Hans Carl Hansen rokkbólk­in Straight Ahead, sum góvu út stak­lagið "Komið øll við" í 1973. Hetta setti ból­kin á føroyakortið, og teir spældu nógv til dans og annað. Í Straight Ahead spældi Archie­ bald bass. Seinni, í 1978, kom verkið Veðra­plátan út. Hetta var koll­veltandi tónleikur tá í tíðini, og var á sera høgum støði tónleikaliga. Í bókini hjá Archibald "Archie/Hanus", sum kom út fyri jól greiðir Archiebald frá, at hann fór til skips við Magnusi Heinasyni sum ungur við tí fyri eyga at vinna sær pening til ein bassguitara og ein forsterkara. Meðan teir meldurin – Kínd av kertiglæmu í hæddum oman fyri býarglæmu ein samrøða ein og prýdd tøgn Alt annað enn eitt hav av ansaloysi (Úr bókini Archie/Hanus) Eg haldi at skúlin er ov fýr­kant­ aður! Tey sum er meir handlig fella ímillum, og til endans útbúgva vit bara bókliga vegin. Og so spyrja vit hví tey kreativu ofta fara av landinum! p – Í hæddini hevur tú ikki bert frásjón