týsdagur 13. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma
Elni Hansen
f. 28.10.46 d. 25.12.14
andaðist og varð jarðað.
Takk til Tummas Jacobsen fyri troystarrík orð í
kapellinum á LSH og til Hera Joensen prest fyri
vakra talu í Vesturkirkjuni.
Takk til Tórshavnar Manskór fyri sera vakran sang.
Takk til berarar og øll tykkum mongu, sum á
ymiskan hátt hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til seinasta
hvíldarstaðið
Ein serstøk tøkk til tykkum á B6, Palliativa
toyminum, Portørar, Onkologisku deild og
Heimahjálpina fyri tykkara umsorgan.
Eisini ein serstøk tøkk til tykkara,
sum sótu hjá Elni ta seinastu tíðina.
Familjunnar vegna
Viggo, Torkil, Maja og Eyvind
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu tá
kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi,
Janus Petersen
f.05.06-1928 – d. 23.11-2014
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri góð orð á heiminum á Grønanesi
og í kirkjuni. Takk til berarar, sangarar og kirkju
tænarar, og til tykkum, sum komu við bakstri og
hjálptu til. Tøkk fyri blómur, kransar, og
peningagávur til heimið á Grønanesi. Ein serlig tøkk
til starvsfólkið á heiminum á Grønanesi, sum vóru so
góð við hann. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Janusi
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna Sofía
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hans Siggert Johansen Argir
f. 14.03.1933 – 09.12.2014
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prest, sangarar, kirkjutænarar, berarar og
gravarar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
og takk til øll tykkum, sum bakaðu og á annan hátt
hjálptu til við ervið.
Eisini ein serlig tøkk til tykkum á B8, sum vóru um
Siggert seinastu tíðina.
Vit takka tykkum øllum, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað og ynskja tykkum við familjum
eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Jógvan og Magda við familju
Vit takka øllum tykkum, sum vístu okkum
samkenslu, tá ið elskaða mostir, fastir, ommudidd og
langommudidd
Mathilda Tausen
á Gadde, Vágur
doyði og fór til gravar.
Takk til Eingrím og Patrick de Neergård prest fyri
troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni.
Takk til Orðið á borðið fyri vakran sang.
Takk til klokkara, sangarar, berarar og øll tykkum,
sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað.
Eisini ein tøkk til FC Suðuroy, ið mintist hana
áðrenn dystin við ein minutt tøgn.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Sambýlinum
Stórheyggi, lækna og starvsfólkini á Tvøroyrar
sjúkrahúsi, ið fjálgaðu um hana til tað seinasta.
Stóra tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu okkum
við ervinum.
Tøkk fyri peningagávur til Missiónshúsið.
Vit ynskja øllum Harrans ríku signing í 2015.
Familjunnar vegna
Ninna Holm
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra systir okkara
Anna Wood
Blackpool
fødd Berg, ættað av Skála
andaðist sunnudagin 11. januar, 97 ára gomul.
Systkini
eblaðið
sos.fo