týsdagur 13. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mikudagur 2015 · Nr. 5
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðalfundur
Eftir lønargrunnur
Føroya Arbeiðarafelags
Aðalfundur grunsins verður leygardagin
14. Februar kl. 13.00 í hølum Føroya
Arbeiðarafelags, Tjarnardeild 7, Tórshavn.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini
skrivliga í hendi innan 23. Januar 2015.
Dagsskrá sambært §5, stk 5 í viðtøkum grunsins
og møgulig viðtøkubroyting.
1) val av fundarstjóra
2) frágreiðing frá nevndini um farna ár
3) framløga av ársroknskapi við
grannskoðaraátekning til góðkenningar
4) val av nevnd
5) val av grannskoðara
6) innkomin uppskot
7) ymiskt
Aftaná 23. Januar 2015 kunnu limir grunsins síggja
møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.
Nevndin
www.hmr.fo
Heilsumálaráðið
M i n i s t r y o f H e a lt H a f f a i r s
løgfrøðingur til
Heilsumálaráðið
Heilsumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan
1. mars 2015 ella skjótast gjørligt.
sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum verða uppgávur tínar
m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunn gerðir
á málsøkinum hjá Heilsumálaráðnum, ið fevnir um
bæði heilsumál og familju- og arvarætt, at svara fyri-
spurn ingum úr løgtinginum og at tulka lógir og reglur
fyri stovnar undir Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar eru
áhuga verdar og fjølbroyttar. talan er um starv í einum
spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi, og skalt tú
vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum
trýsti.
Førleikar
tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. tú hevur áhuga
fyri økjunum, ið Heilsumálaráðið umsitur, og ynskir at
arbeiða við at menna og dagføra økini.
tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í
skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur
politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum
heild.
starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum
uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin
stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í
samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
starvið verður sett sambært sáttmála millum fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
setanin fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsumálaráðið
eirargarður 2
fo-100 tórshavn
ella umvegis teldupost á hmr@hmr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
26. januar 2015, kl. 12:00.
nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Jan simonsen, deildarstjóra, tlf. 304050 ella
umvegis teldupost til jan.simonsen@hmr.fo
Heilsumálaráðið umsitur heilsumál, herundir sjúkrahúsverkið,
apoteksverkið og primeru heilsutænastuna, familjurættarlig
mál og mál um neyðhjálp, og veitir landsstýrinum ráð,
tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Reyði Krossur Føroya
Skeið í fyrstuhjálp og í
nýtslu av hjartastartara
Um nóg nógv tekna seg verður alment
skeið í fyrstuhjálp vikuskiftið 13. til 14.
februar. Hetta er tað stóra skeiðið á 15
tímar.
Skeiðið verður hildið í hølunum
hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.
Undirvísingin er fríggjakvøldið 13. februar
kl. 18-22 og leygardagin 14. februar kl.
9-20.
Luttøkugjaldið fyri hvønn er 800 kr.,
íroknað frálærutilfar og kaffi. Gjaldast skal
til kontu okkara í Bank Nordik 6460 - 494
695 4, viðmerk “skeið 1. hjálp”.
Skeiðið verður hildið av góðkendum
instruktøri.
Tilmelding skal sendast til
redcross@redcross.fo í seinasta lagi
6. februar. Talið á luttakarum er avmarkað.
Fyrstahjálp – hent at duga
og bjargar lív!
Reyði Krossur Føroya