Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 6 Barbara Holm Á Hellunum í Eysturoynni sit­ur 57 ára gamli Justinus Eidesgaard í sín­um hugnaligu húsum, sum hann sjálvur hevur endurbygt frá grundini saman við soninum Edward. Justinus skal um tveir dagar siga farvæl við heimlandið, tí tá fara hann og konan til India í fýra vikur. Tey bæði fara saman í tvær vikur á eitt meditatiónstað ella ashram í suðurlandinum í India, og eftir tær fyrstu tvær vikurnar fer kona Justinus heimaftur til Føroya, meðan Justinus fer á eitt annað meditatiónsstað miðskeiðis í landinum. Men tað er ikki fyrstu ferð, at Justinus leit­ar sær sálarbót frá meditatiónini. Sein­astu 10 árini hevur Justinus javnan givið sær stundir til eina løtu í tøgn við dagligari meditatión. – Tað hevur so einki við eina turistferð at gera, er tað fyrsta Justinus sigur, tá ið hann skal greiða frá komandi túrinum. Fyri hann er medita­tión ikki eitt spæl. Tað er í ramasta álvara, at meditatiónin verður umrødd, tí uttan hana er eingin sálarbót. – Tað er ikki nakað nýtt, eg havi meditera í 10 ár. Men nú hugsaði eg, at eg vildið leitað mær fram eitt stað, har fólk gera tað hvønn dag. Fyri at vita, hvussu tey fáa tað at rigga og fáa tað inn í ein gerandisdag, greiður Justinus frá. Tankar av øllum slag leypa á okk­ um øll hvønn minutt av degnum, men tað eru teir óneyðugu tankarnir, sum Justinus vil sleppa undan. – Eg seti meg stillan niður, og so ganga nógvar minuttir hvar tank­ar­ nir eru ógvuliga sjónligir. So blívi eg meira og meira róligur, og so knapp­ liga eri eg burtur. Tað er ikki ein svøvnur, men eg eri vekk. Tað er stilt í høvdinum. Fullkomiliga stilt. Og so eri eg ladaður uppaftur aftaná, greið­ ur Justinus frá. Vit kunnu tó ikki vænta okkum at síggja Justinus sita soleiðis, sum flest okkara ímynda okkum at fólk sita, tá ið tey meditera. Justinus situr á einum stóli. ongantíð liðugur at leita eftir tí andaliga Eg vil gjarna vaksa andaliga, líka til eg doyggi. Eg vóni ikki, eg nakrantíð komi á mál – Vit noyðast at gera upp við tann átrúnaðin, sum tekur patent uppá kristindómin. Kristindómurin er andaligur, men verður kroystur niður í eina religión, sum er menniskjaskapt. At arva eitt liðugt sett av religiøsum reglum er høpis­leyst, heldur Jústinus Eidesgaard, sum týsdagin fór til India at fordjúpa seg í tí andaliga heiminum innan meditatión framhald... Jústinus Eidesgaard Meditatión Justinus hevur bygt húsini á Hellunum upp frá grundini. Privatmynd