hósdagur 15. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
22
Í átta ár hevur Heðin Askham, saman við Bill M. Jacobsen, staðið á odda fyri
føroyska U21 landsliðnum. Óttin fyri ikki at klára at standa seg millum tey
bestu hvarv longu eftir fyrsta dystin, og í dag eru góðu minni nógv at velja í
millum. Í vikuni boðaði FSF frá, at Eli Hentze verður nýggjur í venjaratoyminum
hjá U21 landsliðnum, nú Heðin Askham gevst sum U21 landsliðsvenjari
ítróttur
Tróndur Arge
E
g hugsaði um allar ósigarnar,
sum føroyskur fótbóltur
hevur verið fyri. Eg spældi
allar hugsandi støður fyri
mær í høvdinum. Eg ánaði ikki hvar
vit stóðu í mun til hini. Eg hevði einki
at hava eina støðumeting í, sigur
Heðin Askham um tankarnar undan
fyrsta U21 landsdystinum, ið var móti
Kroatia 2. juni 2007.
Á NK Varteks leikvøllinum í
Varazdin tapir føroyska U21 landsliðið
2-0 fyri Kroatia. Á liðnum eru
spælarar sum Gunnar Nielsen, Jónas
Tór Næs, Bogi Løkin og Jóhan Troest
Davidsen, sum allir seinni hava spælt
ein leiklut á A-landsliðnum.
- Eftir tann dystin var eg ikki í
iva um, at vit kundu vera við millum
tey bestu. Vit taptu heiðurligt. Tá eg
sigi tað, so er tað tí vit vóru væl við í
dystinum. Og hetta var bara okkara
fyrsti dystur, minnist Heðin Askham.
U21 verður til
Í fýra EM undankappingum hevur
Heðin Aaskham, saman við Bill M.
Jacobsen, staðið á odda fyri føroyska
U21 landsliðnum. Í longri tíð var
arbeitt við at fáa eitt U21 landslið, sum
kundi minka um gloppið millum U19
landsliðið til A-landsliðið.
Í 2007 stóð so føroyska U21
landsliðið klárt at fara í dyst fyri fyrstu
ferð. Liðið kom í bólk við londum sum
Italia, Kroatia og Grikkalandi, meðan
Albania og Aserbadjan vóru veikaru
londini í bólkinum.
Í fimta dystunum bragdaði, tá
Føroyar vunnu 1-0 á Aserbadjan.
Magnus H. Olsen skoraði einsamalla
málið í dystinum á Svangaskarði.
Tað var longu í triðja dystinum,
at U21 landsliðið sannførdi um, at
hetta var ein røtt avgerð. Móti italsku
fótbóltsstjørnunum tapti føroyska
liðið tepurt 2-1 í Trento í Italia.
- Hetta var eisini ein av stóru
løtunum sum U21 landsliðsvenjari.
Serliga tá Einar Tróndargjógv
smekkaði bóltin í mál frá miðjuni. Til
slíkar dystir endar tú mitt í øllum, tí
umstøðurnar eru so stórar, sigur
Heðin Askham.
Síðani hevur føroyska U21
landsliðið staðið fyri einum bragdi
fyri, og øðrum eftir. Størsta úrslitið
mundi verða í 2009, tá Føroyar
vunnu 1-0 á Russlandi í Gundadali. Í
tí undankappingini fekk Føroyar ikki
færri enn ellivu stig samanlagt.
U21 landsliðið verður útskift fyri
hvørja undankapping, men eitt hevur
verið afturgangandi fyri øll árini –
Heðin Askham og Bill M. Jacobsen. Í
felag hava teir staðið á odda.
Størsta løtan í Týsklandi
Heðin er rímiliga skjótur at svara, tá
hann verður spurdur hvat størsta
løtan er í U21 landsliðssamanhangi.
– Tað eru sjálvandi sigrarnir, men
eisin tá vit fingu málini móti Týsk
landi. Tað er nokk einstaka besta
løtan, sigur Heðin Askham, og vísir til
3-2 tapið fyri Týsklandi í Kassel í 2013.
Týskland er helst væl sterkasta
liðið, sum U21 landsliðið nakrantíð
hevur spælt móti. Bara ein mánað
frammanundan, hevði Týskland
vunnið 3-0 á Tórsvølli í eini sannari
fótbóltslektión.
Tað var tí við lítlum vónum,
at føroyska U21 landsliðið fór til
Kassel. Dysturin skuldi tó vísa seg,
at verða ein tann besta uppliving í
U21 landsliðshøpi. Fyrst legði Árni
Frederiksberg Føroyar á odda, eftir
frálíkt uppspæl frá Gilla Sørensen
og Gunnari Zachariassen, sála.
Seinna málið skoraði Hørður
Askham, sonur Heðin, eftir langt
innkast frá Gilla Sørensen, sum
Sonni Ragnar Nattestad longdi við
høvdinum. Í báðum førunum komu
Føroyar á odda, men við millum
annað einum dómara, ið dømdi
til týskan fyrimun, eydnaðist tað
Týsklandi at vinna 3-2.
Heðin Askham er tó skjótur at
nevna fleiri av hinum risa avrikunum.
Sigurin á Russlandi kemur næstur í
røðini, og síðani allir hinir sigarnir.
Eisini javnleikurin móti Danmark í
Gundadali hevur eitt serligt pláss í
hjartanum á Heðini.
– Tað hava verið nógvar góðar
løtur. Tá umstøðurnar eru sum tær
hava verið til onkrar av dystinum, so
ert tú bara rivin við mitt í dystin, sigur
nú fyrrverandi U21 landsliðsvenjarin.
Ringastu avrikini
vóru í Bretlandi
Fyri at tað skulu verða góðar løtur,
so mást tú helst eisini hava nakrar
ringar løtur. Tær hava ikki verið nógv
ar. Heðin heldur fyri, at tær kunnu
teljast á einari hond. Kanska enntá
tvær ferðir á somu hond.
– Ringastu løturnar hava verið av
rikini í Írlandi og Norðurírlandi. Tað
er einastu ferðirnar, at avrikini ikki
hava verið nóg góð. Tað er einastu
ferðirnar, at eg havi verið beinleiðis
vónbrotin av mínum spælarum, sigur
Heðin Askham, ið veruliga tykist
ilskur, tá hann tosar um teir dystir
nar.
Dysturin í Írlandi í november 2013,
endaði við 5-2 sigri til heimaliðið. Bæði
tey føroysku málini skoraði Gunnar
Zachariassen sáli. Hin dysturin var
í Belfast 10. oktober 2011. Tá høvdu
bæði A-landsliðið og U21 trupulleikar
við desiplininum upp til dystirnar
móti Norðurírlandi. U21 landsliðið
tapti 4-0 á Oval leikvøllinum, og tað
var fult uppiborið. Føroyska A-lands
liðið fekk somu viðferð.
Hóast U21 landsliðið hevur tapt
aðrar dystir, so metir Heðin, at av
rikini í teimum dystunum altíð hava
verið á góðari leið.
Størsta
løtan var
í Týsklandi