Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. januar 2015 sosialurin 6 23 Hava rokkið málinum Málið við U21 landsliðnum var, at gera eitt trin afturat frá U19 landsliðnum til A-landsliðið. Hetta hevur eydnast, og tað er Heðin Askham mest fegin um. – U21 landsliðið er undirlagt A-lands­lðnum. Soleiðis vil tað altíð verða. Vit skulu menna spælarar til A-lands­liðið og fyri uttan Fróða Benjaminsen og onkrar av teimum, sum eru ov gamlir til at hava spælt U21 fót­bólt, so hava allir verið á U21 landsliðnum, vísir Heðin á og leggur afturat; – Tað eri stoltur av. Í so máta hava vit rokkið málinum um at menna spælarar til A-landsliðið, sigur Heðin Askham. Leivdir frá Allani Simonsen Tað eru eftirhondini nøkur ár síð­ ani, at Allan Simonsen í 2001 legði frá sær sum venjari hjá føroyska A-landsliðnum. Oftani verður sagt, at hann var við til at gera umstøðurnar kring landsliðið meiri yrkiskendar. Tað eru eisini leivdir frá fyrrverandi Barce­lona spælarinum, sum eiga sín lut í úrs­litunum á U21 landsliðnum. – Vit brúka somu mannagongdir, sum hann kom við á sinni, tá tað kemur til venjingar undan dysti, mati og fyrireiking á taktiska økinum, sigur Heðin Askham, sum nú verður av­loystur av Eli Hentze. Tíðin røkkur ikki til HB og U21 landsliðið Høvðusorsøkin til, at Heðin Askham ikki heldur fram sum U21 lands­liðs­ venjari er, at tíðin røkkur ikki til sum bæði U21 landsliðsvenjari, og venjari hjá HB. – At vera venjari hjá HB er eitt fulltíðarstarv, meðan at vera venjari hjá U21 landsliðnum er eitt krevjandi hjástarv. Eg tók avgerð um, at eg ikki vildi standa í eini støðu, har eg ikki kundi fokusera fult og heilt upp á bæði í senn, sigur Heðin Askham, sum í 2014 fekk dreymastarvið sum venjari hjá HB. Partarnir gjørdu ein trý ára sátt­ mála og líkt er til, at HB hesa ferð ætlar at hava ein venjara í starvi longri enn hálvt annað ár. Nakað, sum ikki er hent síðani Ion Geolgau var venj­ari um aldarskiftið. Takk fyri meg Eftir átta hendingarík og spennandi ár sum U21 landsliðsvenjari saman við Bill M. Jacobsen, verður Heðin Askham ikki longur at síggja á síðu­ linj­uni, tá føroyska U21 landsliðið spælir. Tað hevur ikki verið ein løtt av­gerð at taka. – Tað hava verið so nógvar spenn­andi og stuttligar uppgávur. Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at ar­beiða við motiveraðum ungum spæl­arum, sum vilja so nógv. Tí hevur hetta ikki verið ein løtt avgerð, sigur Heðin Askham. At enda ynksir Heðin Askham bara at takka øllum, sum hava gjørt tíð­ina sum U21 landsliðsvenjara til nakað serligt. – Eg má fyrst og fremst takka Bill M. Jacobsen fyri eitt framúr samstarv sum venjari. Eg vil eisini takka øllum spælarunum fyri allir tær fantastisku løturnar vit hava havt saman, og Fót­ bólts­sambandinum fyri at geva mær møguleikan. Eg vil eisini ynskja Eli Hentze góða eydnu við starvinum, sigur Heðin Askham. Uttan iva tyngsta løtan, sum Heðin Askham hevur verið fyri sum U21 landsliðsvenjari var, tá tíðindini bórust um arbeiðisvanlukku, har Gunnar Zachariassen lat lív. – Eg vil at enda senda eina serliga heilsan til familjuna hjá Gunnari, og teimum, ið stóðu honum nær, eru sein­astu orðini frá Heðini Askham á hes­um sinni. Lutakast verður til komandi EM undankapping tíðliga í feburar. Tá skal U21 landsliðið aftur í eldin, men fyri fyrst ferð uttan Heðin Askham. trondur@sosialurin.fo Heðin Askham Føddur: 3. juli 1960 Venjarastarv: HB Yrkisleið sum venjari: 2007: HB (1 dyst) 2007-14: U21 landsliðsvenjari 2008: B36 2009-12: EB/Streymur 2009: A-landsliðsvenjari (1 dyst) 2013: NSÍ 2014- HB B ill McLeod Jacobsen verð­ ur nú høvuðsvenjari hjá føroyska U21-lands­lið­ num. Hann hevur saman við Heðini Askham staðið á odda fyri U21-landslðnum síðani tað sá dagsins ljós í 2007. – Í FSF hava vit verið sera takk­ som fyri tað arbeiðið, ið Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava lagt í U21-landsliðið. Men nú skulu vit undir eina nýggja kapping, við nýggjum hjálpar­venjara, sigur Virgar Hvidbro, aðal­skrivari í Fót­ bólts­sambandi Føroya við heima­ síðuna hjá fótbólts­sam­bandinum. Tá FSF í 2007 gjørdi av, at seta U21-landsliðið á stovn, vórðu Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham settir sum venjarar fyri føroyska liðnum. – Luttøkan hjá føroyska U21- lands­liðnum hevur verið ein sólskinssøga, líka síðani hon byrjaði, og í dag ivast eingin í, at tað var ein røtt avgerð, at melda til í 2007. Úrs­ litini hava verið javnt góð, og fleiri av leikarunum hava megnað at spælt seg á A-landsliðið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari. Eli Hentze gleðir seg Í vikuni boðaði FSF frá, at tað verð­ ur Eli Hentze, sum verður hjálpar­ venjari hjá U21-landsliðnum. Hann hevur drúgvar royndir sum U-landsliðsvenjari. – Hetta verður ein spennandi og stór avbjóðing. Eg kenni fleiri av leikarunum, frá tíðini, tá teir hava verið partur av yngru lands­ lið­unum. Men nú eru hesir blivnir vaksnir og meira búnir, og tískil eru onnur mál, ið nú skulu røkkast, sigur Eli Hentze, sum í fjør varð kosin ársins ungdómsvenjari av Venjarafelag Føroya. Umframt at hava spælt á hægsta støði í føroyskum fótbólti, hevur Eli Hentze eisini verið sera virkin í barna- og ungdómsfótbólti, og hevur fryntligi sandoyingurin sein­ astu nógvu árini verið ímyndin av B71 og tí stóra arbeiðinum, ið Eli hevur lagt í barndómsfelagið á Sandi. Men tað er ikki bara á sandoynni, at føroyskur fótbóltur hevur fingið ágóðan av venjaradygdunum hjá nýggja U21-hjálparvenjaranum. Eli Hentze hevur vant fleiri av U-landsliðunum, og hevur eis­ini verið ein av undan­gongu­monn­ unum í leikaramenningini hjá gent­ um og dreingjum, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár. Undankappingin til EM 2017 fyri U21-landslið byrjar seinni í hesum ár­inum, og 5. februar verður luta­ kast í Nyon í Sveis, har finnast skal fram til, hvørjum londum Føroyar skal møta í komandi kapping. trondur@sosialurin.fo Bill høvðusvenjari – Eli hjálparvenjari