hósdagur 15. januar 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. januar 2015
sosialurin 6
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
F
yri árum síðani var kjak í Út
varpi Føroya, sála, um fremm
and fólk, útlendingar, í Føroy
um.
Spurningurin í Fimmaranum var, um
Føroyar, eins og onnur lond, skuldu loyva
fólki úr londum uttan fyri okkara egna
heimspart at flyta til Føroya.
Tíbetur vóru øll tey røttu sjónarmiðini
við. Føroyar hava moralska skyldu til eins
og londini, vit samanbera okkum við
(men sum ikki vilja vera samanborin við
okkum), at loyva flóttafólki og fólki, sum
bara leitar sær eftir arbeiði ella almanna
veitingum, at koma til Føroya. Fólki,
sum rýmir undan onkrum og
heldur, at alt er betri í Føroyum.
Føroyingar eru í øllum
øðrum londum, og, siga tey,
vælkomin har. Tí hava vit
skyldu til at hava fólk úr
øðrum londum her.
So far, so good.
Men við runda, grøna
borðið í Studio 5 var eisini
ein politikari, ein kvinna. Henni dámdi
einki hetta við at loyva útlendingum at
koma til Føroya. Serliga teimum, sum
hava aðra trúgv enn ta hjá føroy
ingum, tí tann trúgvin er sjálvandi
tann einasta rætta.
Tá sendingin var um at
vera liðug, royndi vert
urin enn eina ferð at
fáa løgtingskvinn
una at ivast.
»Heldur tú ikki, at tá hesi fólkini eru
í Føroyum, tá fara allir føroyingar at
góðtaka tey?«
»Spurningurin er ikki, um vit fara at
góðtaka tey, men um tey fara at góðtaka
okkum.«
Svaraði hon. Óakademiskir fordómar.
Kaffelatte var ikki uppfunnið tá.
Allir teir 230.000 muslimarnir í
Danmark góðtaka danir og donsku virðini,
demokrati og Gammel Dansk, hakkebøf
med løg og nabosnak over hækken.
Í Føroyum eru alt ov fáir muslimar,
bara nakrir og tjúgu. Vit skulu hava fleiri,
nógv fleiri. Samanborið við Danmark eiga
at vera 2.300 muslimar í Føroyum.
Flóttafólk takk! Ongantíð ov skjótt.
Eisini dreingir, sum kunnu eggjast og
stimbrast til at fara í kríggj móti hasum
fananum Assad, forsetanum í Sýria.
Hvussu hava vit í Føroyum bjargað
okkum uttan flóttafólk, síðani tey fyrstu
komu úr Noregi?
Skotini vóru júst tagnað og líkini
ikki kólnað, blóðið ikki storknað í París,
tá rætthugsandi journalistiska liðið í
Vesturheiminum fór á flog og fleyg í dagar
og nætur.
Álop á fólkaræðið, álop á frælsið, álop
á rættin at speireka gud og hvønn mann
við býttum, óreinum tekningum, tey
rópa satira. Men ringast av øllum, álop á
journalistar.
Eingin fór afturum fyri at finna upp
runan til slíkt, sum hendi í París.
Tað byrjaði ikki týsdagin 11. september
í 2001.
Hatrið er ikki ógrundað.
Ikki eitt orð um harðrenda franska
hjálandapolitikkin í Norðurafrika. Ikki
eitt orð um innrásirnar hjá USA og
leigusveinum teirra í arabisk lond.
Ikki eitt orð um, at ikki øll góðtaka, at
USA eigur allan heimin.
Las eina ferð, at Osama bin Laden
gjørdist tann, hann bleiv, tí hann var
so kargandi óður um, at alvápnaðir
amerikanskir hermenn tvassaðu á
arabiskari jørð sum áttu teir hana.
Ber til, objektivt, at siga hann ringan
fyri tað?
Objektivitetur er tó ikki longur fyrsta
boð í tíðindaflutningi.
Eina viku fyri jól í fjør vórðu 132
skúlabørn og 16 lærarar skotin í Peshawar
í Pakistan.
Tá misti eingin journalistur í okkara
parti av heiminum fótafestið.
Osama bin Laden varð eisini skotin
í Pakistan. Tað fór kortini ikki aftur við
borðinum.
Evropa byrjaði kríggið, sum nú er, og
luturin hjá Fraklandi lá sanniliga ikki eftir.
Men tað er ikki relevant. Vit eru, sum
skilst, øll Charlie.
Og frælsa, á so frælsa Frakland,
gjørdist politistatur.
Tey, sum mistu svøvnin, tá
avlurtingarpakkin var í løgtinginum, sova
nú søtan, franska politiið hevur kringsett
jødarnar í París.
Kalla meg, hvat tú vilt, bara ikki
Charlie.
Herviligt hebdovirus
Tóra við Keldu
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Lærari og forkvinna í MBF
Bústaður: Klaksvík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
– Eg ætlaði mær at vera blaðstjóri
á føroyskum mótablaði.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At virðing og álit er svarið til bæði gott
samstarv og parlag.
Hvat burdu børn vitað
um tað at vera vaksin?
– Einki! Børn skulu
bara vera børn.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Havi sum so ongar dreymar, tað er eitt stórt orð, men
at vísa døtrunum London í summar, har vit búðu, áðrenn
tær vórðu føddar, var spennandi og nakað, sum eg leingi
hevði hugsað um at gjørt.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um øll elskaðu næsta sín sum sjálvan seg.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Eftir at hava pakkað allar pakkarnar upp jólaaftan
uttan av hava fingið ringin, sum eg ynskti mær frá
manninum, gjørdist eg ovfarin, tá ið hann kom við
honum seinni sama kvøldið. Ordiliga lumpað
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
– Lærarar sjálvir kunnu gera qr-kotur og leggja
undirvísingartilfar inn á tær. Tá ið næmingarnir síðani
skanna kotuna t.d. við telefon ella teldli fáa teir har
viðkomandi tilfarið at arbeiða við.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg:
– Tími alt ov illa at gera mat, og at eg tí ongantíð taki
mær tíð til at læra meg tað.
Enda setningin: um eg tordi, so hevði eg...
...lopið út úr einum flogfari við fallskíggja.
Enda setningin: Føroyingar burdu...
...sæð størri í at gerast ríkisrættarliga sjálvstøðugir.