hósdagur 15. januar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
rnfríð Lützen, Greta Svabo
Bech, Guðrið Hansdóttir, Eyð
Berghamar Jacobsen og Unn
Paturson eru allar virknar sum
sangsolistar í ymiskum høpum,
men tær hava eisini nógvar roynd
ir innan kórheimin.
Tá Kata varð stovnað av Katrinu Petersen og Onnu
Mariu Olsen fyri um 7-8 árum síðani, gjørdu tær tað til
sítt eyðkenni at syngja fólkasangir úr Eystureuropa,
serliga Bulgaria. Seinastu tíðina er bólkurin farin alt
meira yvir til eisini at syngja føroyskar sangir.
Bulgarskur fólkatónleikur er heimskendur fyri sítt
serstaka ljóð. Við skeivum taktartum, tøttum sam
ljómum og við einari hvassari og ótilgjørdari raddar
fyrimynd skapar hesin tónleikur eitt heilt serstakt
og øðrvísi ljóðunivers, sum Kata hevur gjørt til sítt
egna.
Føroysku løgini Kata syngur eru úr bókunum hjá
Marionnu Clausen ’Føroya kvæði: løgini’ og ’Skjaldur,
rímur og ramsur’, har Marianne skrivaði niður ymisk
ar variatiónir av skjaldrum og kvæðum, ið føroysk
ir sangarar hava sungið inn á band. Tær elstu upp
tøkurnar eru frá 1902. Tí kann sigast at fleiri av
løgunum ella lagafrábrigdunum sum Kata framførir
hava verið lítið, um yvirhøvur, at hoyrt í føroyska sang
universinum í nógv ár. Unn Paturson sett út føroysku
sangirnar fyri kvinnurøddir.
Sangirnir fevna breitt innihaldsliga – úr tí heldur
lætta og skemtiliga til frásagnir um dramatiskar
kvinnulagnur.
Unn um Guðrið
Í Kata hevur Guðrið’sa rødd bæði upplagda leiklutin sum
solistur, og sum náttúrligur partur av kór-ljóðmyndini.
Hon syngur tað ljósa, høga og lætta, líka so fínt og
ómakaleyst sum hon syngur eina lága alt- rødd, og fær
hinar røddirnar at kenna seg á tryggari grund. Útrykkið
er eymt, og við virðing fyri orði og lagi. Røddin er til
reiðar, full í orku og hevur eina søgu at fortelja. Til tíðir
hoyrist eitt sorgblídni, ið ger røddina autentiska og
spennandi.
Røddin er ein myrk rósa. Hon letur seg upp, og veks
ur í tráan eftir sólarljósi, við einum lættleika, sum sigur
hon, at heimurin er ongin forðing. Um náttina hevur
hon tamarhald á øllum, afturlatin og sterk, full í longsli
og veruleika.
Tí er tað genialt, at hon hevur valt at seta sín vakra
lit á Kata.
Eyð um Arnfríð
Arnfríð Lützen er allarhelst mest kend sum solistur,
men hevur eftirhondini eisini nógvar royndir í kvinnu
kvintetttini KATA.
Bergtakandi røddin hjá Arnfríð umboðar ljósu og
vøkru hæddina í kvintettini. Rødd hennara er ljós, klár
og rein, sum ein bjørt og følin sólarglæma í morgunroða.
Samstundis er klangurin í rødd Arnfríðar sterkur, av
gjørdur og fullur av áðræði, tá hon stígur fram í berandi
leiklutunum.
Saman við Gretu og Unn litar Arnfríð samljómin við
sakleysum reinleika, og lyftir hann upp til einglahædd
Sangbólkurin Kata er ein a’capella
bólkur, samansettur fimm
songkvinnunum, sum allar hava
gjørt vart við seg hvør sær.
A
Kata
um Kata
røddir