Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 ir, soleiðis at sangirnir fáa eitt luftvorðið og sveimandi flog. Í bulgarsku fólkasangunum fellir røddin hjá Arnfríð natúr­liga inn í reina, og til tíðir ágangandi ljómin, eins og hon í føroysku skjaldrunum og kvæðunum er sum skræddaraseymað, har rødd hennara á ein aut­ent­ iskan hátt leiðir tankarnar beinleiðis aftur til før­oysku kvinnurnar undan okkum, ið hava hildið lív í munn­ bornað sangskatti okkara. Guðrið um Gretu Fyrstu ferð eg hoyrdi røddina hja Gretu, fangaði hon meg beinavegin. Eg legði tilmerkis at hon hevði eina ser­merkta rødd og serstakar fraseringar, sum veruliga fang­aðu oyrað. Nøkur ár seinni havi eg fingið heiðurin, at syngja saman við hesi vøkru rødd. Í Kata syngur hon sum oftast tær hægru stemmurnar og hennara tónar geva Kata eitt heilt serligt sound. Greta livur seg øgiliga væl inn í sangirnar og hennara tulkingar eru altíð so vakr­ar og yvirbevísandi. Røddin er sorgblíð og fín, men álíka sterk við mismunandi litum og hon spennir vítt Greta hevur eina rødd, sum kann tykjast sum glas, sum krystal glas. Tá hon syngur fara tónarnir beint í hjarta so krystal klárir, so fínir og reinir. Greta um Eyð Í Kata syngur Eyð sum oftast tær lægru røddinar. Hon hevur eina klára og djúpa rødd, sum virkar samlandi og forankrar hinar røddirnar, sum so kunnu loyva sær at fara á flog og hava eitt trygt stað at koma aftur til. Tá hon hevur ta leiðandi røddina, er hon týðilig og er serliga fangandi í teimun ráðu elementunum av fólka­ sangunum, so sum at “joika” í teimun bulgarsku løg­ un­um. Sangirnir sum Kata førir fram eru fólksligir. Vit syngja ikki sum einglar, men tær ymisku røddirnar skapa tað serliga 'timbre’, sum eyðkennir hetta slagið av fólkasangi. Tær ymisku røddirnar hava sín egna lit í tí stóra ljóðmálninginum, sum er KATA. Eyð er bæði grund liturin og ein neisti í heildini. Arnfríð um Unn Unn er sera virkin tónlistarliga. Umframt at hava sungið nógv sum einstaklingur, hevur hon eisini lut­ tikið í fleiri kórum, her ímillum kvintettini Kata, har hon bæði syngur og er kórleiðari. Røddin hjá Unn er mild og ljós, og hóskar seg tí sera væl til tær hægru røddirnar 1. og 2. sopran. Ljósa og jaliga rødd hennara, liggur sum ein fín pussaður strongur omaná hinum røddunum, og skapar eitt flott huglag og mótspæl við hinar røddirnar. Hennara tekn­ isku snildir koma serliga til sín rætt, tá hon syngur eyst­urevropeiskan fólkatónleik. Her ferðast rødd henn­ ara við einum lættleika, men full av orku ímillum tor­ føru skeivu tónarnar, meðan hon samstundis megnar at dala niður aftur frá harðrendu tindunum, og skapar eina órørda og skroypiliga rødd, sum ferðast út í enda­ leysar ættir. Røddin bergtekur. Frá vinstru: Guðrið Hansdóttir, Unn Pat­ur­son, Greta Svabo Bech, Eyð Berg­hamar Jacobsen og Arnfríð Lützen  Mynd: Rógvi á Rógvu