Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 6 mentanarsíðan Barna Beinta Johannessen Fantasibøkur hava leingi verið væl dámdar millum børn og ung, men so sanniliga eisini vaksin, sum sein­astu árini eru farin at lesa alt fleiri ung­ dóms­bøkur. Hvør kennur ikki søgurnar um Harry Potter, Bellu og Edward, (Twilight), Katniss (Hungursleikirnir) og seinast Thomas í The Maze Runner. At filmarnir hava hjálpt til at gera hes­ ar bøkur populerar, er onki ivast í, men søg­ur­nar, ja, tær eru tær somu. Og um fimm vikur er aftur ein film­ ur á skránni. Hesaferð er tað svenski film­urin Sirkulin, sum byggir á fyrstu bók­ina í Engelsfors-tríverkinum. Engelsfors 1, 2, 3! Engelsfors-bøkurnar eru spennandi ung­dómsbøkur við øllum tí, sum skal til fyri at fanga og undirhalda lesaran: kær­leiki, spenningur og vinalag krydd­að við heksum og demonum og tí klass­iska bardaganum millum tað góða og tað ónda. Síðst í januar sleppa vit loksins at lesa um endastríðið mill­um demonarnir og tær útvaldu, sum til fyri stuttum allar vóru púra van­lig­ ir næmingar í stud­enta­skúlanum í Engels­fors við púra van­lig­um tannáringa trup­ul­leikum. Men nátt­ina, mánin gjørd­ist reyður, broyttist alt. Knappliga eru tær heksir við eini sera torførari og vandamiklari upp­gávu. Triðja bókin Lykilin byrjar ein mán­að eftir sorgarleikin á skúlanum og demonarnir herja á aftur. Hvør er vin­ur, og hvør er fíggindi? Kunnu tær út­valdu, sum eru eftir, framvegis líta á hvør aðra? Spurningar verða svaraðir, dulsmál av­dúkað, og trúskapur skal standa sína roynd. Spælið hevur tikið eina nýggja vend. Tíðin rennur undan, og at enda kunnu tær bara vera vísar í ein­um: alt fer at broytast … So reytt sum blóð – Eg eri loyniliga alskhugsbarnið hjá Her­cule Poirot og Lisbeth Salander. So­leiðis lýsir høvuðpersónurin í fyrstu bókini í Snjóhvítu-tríverkinum, Lumikki Andersson, seg sjálva. Í veru­ leik­anum má 17-ára gamla Lumikka sig­ast at vera ein yngri, finsk útgáva av Lisbeth Salander (Män som hatar kvinnor): ein tvíkynjaður einabúgvi við serligum gávum. Í nýggju ungdómsrøðini hjá Bóka­ deild­ini eru ongar heksir ella demonar og tó. Sex, rúsevni og harðskapur eru lyklaorð í nýggju norðurlendsku krimi­ røð­ini til ung. Tá ið Lumikka finnur túsundtals blóð­væt­að­ar euro-seðlar í myrka­kam­ ar­inum í skúlanum, sigur alt henni, at hon skal taka til beins. Men forvitni vinn­ur á henni, og skjótt verður hon fløkt inn í eitt vandamikið spæl. Og støðan verður alt hættisligari, tá prógvini peika móti mutraðum poli­tist­ um og narkobarónum – veruleikans dem­on­um. Hæddarpunktið í bókini er, tá Lum­ikka fer í grýluveitslu hjá narkoharkaliðnum klødd sum Snjóhvíta ... At tað júst er talið av ungdómsbókum, sum varð skert, kemst av, at hetta eru tær dýrastu bøkurnar at framleiða. – Vit høvdu veruliga viljað givið nógv fleiri ungdómsbøkur út, men sum er, fáa vit tað snøgt sagt ikki at bera til fíggjarliga, og tað er stórt spell. Soleiðis segði Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini í samrøðu til Bókajól 2014. Á Bókadeildini eru tey sjálvandi takksom og fegin um játtanina, Bókadeildin fær frá landinum, og at eitt samt løgting stuðlar føroyskari barnabókaútgávu. – Men verður játtanin ikki hækkað, verða vit noydd at skerja útgávurnar enn meira, og hetta kann fáa óbótaligar fylgjur fyri menningina av málinum, sigur Niels Jákup Thomsen. Ein røð endar, og ein onnur tekur við Ov fáar ungdómsbøkur á føroyskum Tvær ungdómsbøkur eru á skránni hjá Bókdeildini í vár. Onnur bókin er tann síðsta í Engelsfors-tríverkinum um nútímans heksir og demonar, og hin er fyrsta bókin í krimi-tríverkinum Snjóhvíta hjá finsku Sallu Simukka Síðan Bókadeildin í 2011 skar talið av ungdómsbókum í eina helvt, hava tey bara givið fýra ungdómsbøkur út um árið Engelsfors 3 - Lykilin. Malan Háberg týddi. Bókin er 868 síður, heft og kostar 325 krónur. Hinar bøkurnar í røðini eru Sirkulin (2012) og Eldur (2013). Salla Simukka hevur skrivað tær tríggj­ar bøkurnar So reytt sum blóð, So hvítt sum kavi og So svart sum íbin­holt. Fyrsta bók­in kom út á finsk­um í 2012, og er bóka­røð­in seld 47 londum. Væntandi kem­ur fyrsta bók­in á før­oysk­um í mai. Snjóhvíta 1 - So reyð sum blóð. Jón Joensen týddi. Bókin er 272 síður og heft. Tað eru svensku Mats Strandberg og Sara B. Elfgren, sum saman hava skrivað Engelsfors-tríverkið. Filmurin Cirkeln, sum er bygdur á fyrstu bókina í Engelsfors-tríverkinum, hevur premieru um fimm vikur, og eru tað feðgarnir Bjørn Andersson (ABBA) og Ludvig Andersson, sum framleiða og gera allan tónleikin til filmin. Komandi ungdómsbøkur