Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 Hvaðani kemur hesin stóri áhugin fyri filmi? – Eg eri av tí ættarliðnum, sum er uppvaksið við sjón­varpi, vit høvdu VHS og Betamax bond, sum vit tóku filmar uppá, hetta var mitt í 80 unum. Eg gekk eis­ini nógv í biograf, serliga Leikhús Bio, har sum pápi tín, Pauli Olsen, arbeiddi. Hann var ofta lagaligur við ald­urs­markinum, so sjálvt um filmurin var forboðin, so slapp man inn. Oftani vóru filmarnir vánaligir, men tað var bara so fasinerandi. Hann minnist afturá, tá øll familjan fór í biograf sam­an. Pápin, John Kjær, er eisini eitt sindur av einum films­entuasti, pápin hoyrir til tað ættarliðið, sum ikki hevði sjónvarp, men gekk nógv í biograf. Í Tvørá Bio høvdu tey føst pláss, og hevur Rúni ofta lurta eftur søg­ um har pápin hevur greitt frá, hvussu filmskvøldini á Tvør­oyri vóru, har tey kanska vóru eitt sindur lívligari í sal­inum enn tey eru nú. Tá vóru biografar kring alt land­ið. – Tað var meira prát og eitt prik ella tvey, og ofta varð rópt í salinum, tað var minni seriøst at ganga í bio­graf tá, enn eg haldi tað er í dag. Hatta man svara til tað, at familjan nú setur seg at hyggja eftir X-faktori ella at spæla Gekk, tá milljónir eru at vinna. Soleiðis var hjá teimum at fara í biograf. Netmiðlar taka plássið hjá Havnar Bio Í dag er tað rættuliga øðrvísi, um tú skalt fylgja við hvat hendir innan film úti í heimi. Úrvalið í Havnar Bio er merkt av skiftinum frá 35 mm filminum, har Havn­ar Bio sjálvt átti filmsframvísaran, til ta nýggju digi­tal­ tøkn­ina, sum er so ovurhondsdýr at fíggja. Hetta hev­ ur havt við sær, at Havnar Bio hevur skyldu at vísa ávís­ar filmar frá donskum útleigarum, inntil útgerðin er afturgoldin. Hetta hevur so aftur havt við sær av­ mark­ing­ar í filmsúrvalinum. Av tí saman gongur Rúni ikki so oftani í Havnar Bio long­ur. Hann sær tað, hann vil fylgja við í, á netinum ella í biografi, tá hann er uttanlanda. Hann er júst afturkomin úr jólafrí í Danmark. Har sá hann filmin Mr. Turner, sum enski leikstjórin Mike Leigh hevur gjørt. Hetta er filmsævisøga um enska lista­málaran JMW Turner. Høvuðsleikarin er Timothy Spall, sum vann heiðursløn fyri leiklutin í Cannes í fjør. – Hetta er tann flottasti filmurin hjá Mike Leigh, hann er sera vakur, og so er hann so fantastiska væl spæld­ur eisini. Timothy Spall er meist­ar­lig­ur, tí hann er so ekt­aður. Hann spæl­ir so effektivt, at hann full­komi­liga eigur rúmið. Tað er 100% yvirbevísandi. Film­ ur­in er eisini eitt ótrúliga flott foto­grafiskt arbeiði. Tað eru oftani teir stóru block­buster film­arnar, tað ber til at síggja í Havn­ar Bio, men í ár fer eis­ini at bera til at síggja smal­ari film­ar, tí Havn­ar Bio er far­ið í sam­ starv við gamla Films­fe­lag­ið, har tey ann­að hvønn miku­dag fara at vísa eitt ser­ligt úrval. Tann 4. febru­ar er Mr. Turner á skránni í Havn­ar Bio. Tá fer Bárð­ur Ják­ups­son at tosa um lista­mann­in JMW Turner. Hesar sýn­ing­ar eru bara ta einu ferð­ina. Rúni hevur tó havt fleiri góð­ar upp­liv­ing­ar í Havnar Bio, og serliga er tað science- fiksjón film­urin “Interstellar” hjá Christopher Nolan, sum hann dyrk­ar. – Eg havi eitt kærleiksforhold til Nolan, hann er bara fram­úr. Foto­graf­ur­in Hoyte Van Hoytema er eis­ ini mín ynd­is­foto­graf­ur. Hetta er heilur fagnaður til film­in “2001” hjá Stanley Kubrick. Hesin skarar framúr. Tað eru nógv, sum ikki dáma hann, men hetta var eitt hædd­ar­punkt hjá mær. Tað eru tveir aðrir aksjónfilmar, sum hann hevur hug at nevna. Teir eru Marvelfilmarnir Guardians of the Galaxy og Captain America: The Winter Soldier. Ser­liga tí hann her heldur, er eitt nýbrot, at hesir “sci-fi ex­plosi­ óns­film­ar­nir” nú hava størri atlit at leikaraavrikunum enn tey fyrr hava gjørt. Eisini nevnir Rúni Boyhood hjá Richard Linklater, ið tók 12 ár at gera, og The Grand Budapest Hotel hjá Wes Ander­son, sum tvær stórar filmsupplivingar í 2014. Skuffandi hevur tað verið, at tað als ikki ber til at síggja filmarnar hjá Lars Von Trier í Havnar Bio, hvørki Nym­pho­mani­ac ella Antichrist hava verið sýndir har. Geytin til eftirmeting Á Geytasýningini, sum á triðja sinni var í Norð­ur­landa­ hús­in­um, vann Heiðrik á Heygum bæði áskoðaravirðis­ løn­ina og Geytan. Í 2012 vann Sakaris Stórá við Summ­ ar­nátt, og árið eftir vann Dávur Djurhuus við Terminal. Rúni Friis Kjær hevur verið við til at gjørt fleiri av teimum filmunum, sum hava verið vístir til Geyta­sýn­ ing­ar­nar hesi árini. Í ár valdi hann tó ikki at fara niðan í Norð­urlandahúsið. Hetta kom einamest av, at hann hevði sæð fleiri av filmunum undan sýningi. Men hann hev­ur eisini gjørt sær eina sera avgjørda meining um Geyta­til­takið sum heild: – Vit hava brúk fyri einum Geyta, har man filtrerar meira. Tað tykist skeivt, eftir mínari meining, at man koyr­ir alt í kapping, tí tá tekur man eitt sindur av virð­ ing­ini fyri filmslistini. Serliga tá tað frammanundan er ein góður filmssýningarglotti, ið kallast Klippfisk á ferð, sum vísur tað mesta av tí, sum er gjørt gjøgnum ár­ið. Skal man hava ein filmsprís, haldi eg, at tað er um­ ráð­andi at man hevur eitt høgt støði fyri hvør og hvat slepp­ur við í kappingina, tí í løtuni er man í ferð við at blanda alt saman. Hann vísur á, at tað hevur stóran týdning at films­ spír­ar, sum t.d.hava gingið á filmsskeiðinum Nollywood hjá Klippfisk, hava ein annan sýnisglugga at vísa sín­ar FILMS ENTUSIASTUR TEKUR SAMAN UM FILMSÁRIÐ 2014 Ingun í Skrivarastovu Rúna Friis Kjær kann man siga at vera ein sannan filmsentusiast. Tú kanst spyrja hann um næstan alt innan film. Sjálvur sigur hann seg vera popputan, tá tað kemur til tað honum dámar. Vit fara at hyggja aftur á filmsárið 2014, herheima og uttan úr heimi.