Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 filmar í. Tað er ov lítið hjá teimum, at hava eina sýn­ ing um árið. Tey eiga at sleppa at royna seg oftari, har tey gera fleiri stuttfilmar, sum als ikki nýtast at vera serliga góðir. Hann heldur at talentmenning er eitt tað týdingarmiklasta, og her eigur Klippfisk fara meira aktivt inn í arbeiðið fyri at menna umhvørvið hjá nýggjum, ungum talentum. – Tað ger onki um hesir filmar eru vánaligir, og teir nýt­ast heldur ikki at vera superfilmaðir, bara tað at tú slepp­ir at arbeiða við hesum, so at tað verður betur og bet­ur við venjing og góðari vegleiðing. Føroyska filmsárið 2014 Í ár varð fyrsti føroyski spælifilmurin í mong ár, “Ludo” hjá Katrini Ottarsdóttir, frumframsýndur. Filmurin fekk mis­javna móttøku. Rúni Friis Kjær sigur, at hann ikki hev­ur sæð filmin, av tí einfaldu orsøk, at honum ikki dámdi trailaran til filmin, og hann fer ikki til ein film, bara tí hann er føroyskur. Tíverri, leggur hann afturat. Tá Rúni hyggur aftur á filmsárið 2014 í Føroyum, sig­ur hann, at tað er merkt av, at meginparturin eru dansk­ar framleiðslur, bæði “Skuld” hjá Heiðrik á Heyg­ um”, “Sum einglar vit falla” hjá Mariu Winther Olsen og “Tann ferðandi” hjá Franklin Henriksen eru skúla­ filmar. “Det mand ikke taler om" hjá Andriasi Høgenni, er fíggjaður av einum talentprojekti hjá Fynske Films­ for­tæll­inger. Rúni hevur ikki sæð filmin hjá Mariu Winter Olsen, og tann hjá Andriasi Høgenni Kom og dansa. Andrias for­tel­ur oftani tabusøgur, so sum abort og ótrúskap. Í film­inum Det mand ikke taler om viðgerð hann, hvussu tað er at verða maður og verða neyðtikin. – Mær dámar væl at Andrias her roynir at gera eina bland­ing av dokumentar og fiksjón, og tekur eitt evni upp, sum ikki er serliga nógv viðgjørt. Eg haldi hetta er hans­ara besti filmur. Franklin Henriksen, sum lærir til filmsfotograf á við­ ur­kendum filmsskúla í Lodz í Póllandi hevði filmin Tann ferðandi við í Geytakappingini. Filmurin, heldur Rúni, er rættuliga góður, men er meira eitt stilistiskt flott verk, har søgan ikki fyllir so nógv. Um Føroya fyrsta ræðufilm, sum fekk báðar virð­is­ løn­ir­nar á Geytakvøldinum, sigur Rúni, at ongin stend­ ur mát við Heiðrik á Heygum, tá tað kemur til stíl, og hetta er ein fantastiskur filmur. Heiðrik hevur fingið nógv­an órættvísan kritikk í Føroyum, har fleiri siga, at hann bert kopierar onnur. – Vit byggja øll á tað, sum onnur hava gjørt. Í Skuld eru tilvísingar til aðrar ræðufilmar, men hetta er abso­ lutt eitt sjálvstøðugt verk, har bæði stílur og søga ganga saman í eitt. – Hvat hevur fyri teg verið eitt av hædd­ar­punkt­ unum?” – Eitt av hæddarpunktunum fyri meg í fjør, var, tá eg fekk at vita, at Vetrarmorgun hjá Sakarisi Stórá, sum eg havi verið við til at gjørt, hevði vunnið prís á stóru filmsstevnuni Berlinaluni. Tað var so heilt fantastiskt, at tað var heilt óveruligt. Tá Rúni tekur samanum, so heldur hann, at tað er gott, at vit hava fingið fleiri leikstjórar, men samstundis harmiligt at fleiri framleiðslur liggja uttanfyri Føroyar. Tað tykist eisini sum at okkara filmsframleiðsla er óstøðug, góðskan er svingandi, men tó ongantíð vána­ lig, tí tey seinastu 3-4 árini eru skapt verk, sum eru á høgum støði. Fyri komandi ár vónar Rúni, at vit fáa fleiri framleiðslur her heima, og at enn fleiri ungfólk fara at gera film og fáa stuðul til at fáa fleiri royndir. Tað er umráðandi, at tey fáa sítt egna umhvørvi og sýnisglugga at menna seg í, sum eggjar teimum til at skapa enn fleiri filmar. – Vit eru ein spírandi filmstjóð, og vit skulu minnast til, at uppá hesi fáu árini hava vit fingið ein filmsgrunn, sum er farin frá 200.000 uppí 700.000 kr. fyri ár, og tað er flott.