hósdagur 15. januar 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
10
Hanus Kamban
YVIRLUTI
TEIRRA
KÚGAÐU
Sum kunnugt læt rithøvundurin Durita Holm seint
á heysti 2013 sína fyrstu krimi, Offurmorðið, úr
hondum. Byrjanin var stórfingin, men longu eitt ár
seinni, í desember í fjør, kom onnur krimiskaldsøgan
hjá Duritu, við heitinum Zapatista.
Høvuðspersónur er aftur hesa ferð tann norski
antropologurin Alisa Højbjerg. Fyritøkan Mining
International hevur fingið eyga á eitt ríkt silvurnám
í einum fjalli í Tierra Dulce í landspartinum
Chiapas í Suður-Mexico. Nú ræður um at vinna sær
løgfrøðiligan rætt til tað silvur, sum liggur bundið
nakrar hundrað metrar niðri í fjallinum. Í Chiapas er
stór mótstøða ímóti hesi ætlan, og Alisa fer til Mexico
at kanna “diskursin” millum silvur-kapitalistarnar og
fólkið á staðnum.
Um sína teldu hevði Alisa fingið samband við tvey
fólk, jarðfrøðingin Mariu Salazar, sum starvaðist hjá
Mining International, og tann katólska prestin padre
Antonio, sum Maria búði hjá við sínum seks ára
gamla soni, Pedro. Men longu áðrenn hon fer úr Oslo,
frættir Alisa, at Maria er funnin illa løstað og deyð,
kanska omandottin av fjallinum, har silvurið liggur.
Og framkomin fær hon at vita, at padre Antonio, á
veg til bygdina Chimulo at prædika, er horvin. Alisa
stendur nú við tveimum ógreiddum gátum, og lesarin
spyr seg sjálvan, hvussu nógv orka fer at loypa av til
hennara turru antropologisku diskurs-gransking.
Alisa fekk frammanundan játtan um at búgva hjá
padre Antonio. Men nú Maria er deyð og presturin
horvin, skal hon húsast saman við lítla Pedro og
Inmu, arbeiðskonuni hjá prestinum. Tey búgva í
bygdini Ovenic. Í provinsbýnum San Cristobal hittir
Alisa ta vøkru og smørtu Juanitu Benitez, sum hevur
eitt høgt starv í Mining International. Juanita er
dóttir Ricardo, ein fyrrverandi stjóra í somu fyritøku,
sum er illa heilsubrekaður eftir ein blóðtøpp og
annars var (og er) av ráðaríkum Godfather-slag.
Juanita hevur gjørt uppreistur móti pápa sínum
og fingið snevilin av, at Ricardo hevur gjørt okkurt
mistak, sum kann raka fyritøkuna meint. Upplýsingar
um mistakið eru goymdar á einum gátuførum
harðdiski, sum tí verður spinnil í søgugongdini.
Soleiðis sum Durita Holm handfer sjangruna,
kann hennara slag av krimisøgu kanska rópast tað
antropologiska ella mentanarsøguliga. Í samsvari
við hetta eru nakrir av teimum áhugaverdastu
persónunum í Zapatista indianarar ella mestitsar av
mayakyni. Hesir eru tann deyða Maria, Inma og tann
gátuføri Emilio Zapatista, limur í eini rørslu, sum
strevast fyri at verja rættindini hjá teimum innføddu.
Skaldsøgan lýsir tvídráttin millum øðrumegin
kapitalismu, globalisering og nýliberalismu og
hinumegin zapatistanna virðir, sum eru frælsi,
vælferð, kommunitarisma og tokki til heimliga
mentan. Stríðið um silvurnámið er dømi um henda
tvídrátt. Ætlanin at útvinna silvurið skal, sambært
zapatistunum, gera ríkmenn í USA, Mexico og aðra
staðni ríkari. Fólkið á staðnum verður sum heild
verandi líka fátækt, uttan so mikið sum at hava
atgongd til ravmagn ella fáa vatn lagt inn í húsini.
Zapatista sjálvur, uppkallaður eftir frælsishetjuni
Emiliano Zapatista, minnir ikki sørt um tann tiltikna
Zorro og er samstundis eitt náttúrunnar barn,
fundvísur, kvikur og klófastur sum Tarzan. Hann
sæst vanliga á hesti sínum Rayo, roykjandi pípu,
við masku fyri eyguni og einum seks ára gomlum
veiðifalki. Alisa er drigin av hansara romantisku
karismu, fær samband við hann, og hann greiðir
henni frá mayafólksins serligu mentan, eini lívssjón,
har tað vit europearar rópa veruleiki fær nýggja
skilmarking, so at lív og deyði, tað mýtiska og tað
veruliga renna saman. Ikki so merkiligt, at tann
magiska realisman blómar í eini slíkari mentan, og at
listamálarar sum Diego Rivera og Frida Kahlo verða
nevndir í bókini.
Ikki minni áhugaverdur er padre Antonio. Hann
kundi í fyrstuni mint um harra Myriel, biskupin í
skaldsøguni Les Misérables eftir Victor Hugo, men
í roynd og veru er padre Antonio umboð fyri tað,
sum verður rópt liberatións-gudfrøði, eitt slag av
kristindómi, sum sær tað sum sítt høvuðsmál at
virka fyri, at tey fátæku í Mið- og Suðuramerika fáa
atgongd til skúlagongd, heilsutænastu og vælferð
sum heild. Padre Antonio óttast ikki kynslívið, vil ikki
vita av giftingarforboði og livir í parlagi saman við
arbeiðskonu sínari. Hann ger soleiðis uppreistur bæði
móti ráari kapitalismu og einari í dag steinrunnari
katólskari skipan.
Um intriguna í Zapatista – sum sjálvsagt ikki
verður avdúkað her – er at siga, at hon bæði er rætti
liga kompleks og, tíbetur, fær ein lutvíst óvæntaðan
enda. Snúði Offurmorðið seg meira um patriarkatið
og tess máttloysi, so er Zapatista ein bók, ið viðger
samfelagslig og politisk mál í einum av heimsins
korruptastu londum. Høvundurin varpar í hesum
sambandi ljós á ta loyndu styrkina hjá teimum, sum
at vísa seg eru veik, lítið sjónlig ella kúgað. Dømið um
hetta er tann lítillátna Inma, sum so sanniliga bæði
hoyrir grasið grógva og dugir meira enn at mata seg.
Somuleiðis hevur Maria Salazar, longu áðrenn hon
doyr, við sínum serliga fakliga dugnaskapi og sínum
snildum í talvinum við tann máttmikla Ricardo og
dóttur hansara, vunnið ein avgerandi sigur.
Skerini, sum krimihøvundurin lættliga kann sigla
seg uppá, eru freistingin at mála myndina ov svarta
og hvíta og at leggja søguna soleiðis til rættis, at
lesarin roknar útgangin út, væl áðrenn bókin er lisin.
Tað eydnast Duritu Holm at skáka uttan um hesa
flesjar og til seinast borðreiða við nýggjum og óvænt
aðum avdúkingum. Hvítt er ikki bara hvítt og svart
ikki bara svart. Miðdepil í hesum avdúkingum er
okkara romantiski Zorro-vinur Emilio Zapatista, sum
annars eisini vísir seg at vera ein sprækin kvinnu
tølari.
Duritu Holm dámar at lata villa náttúru vera
rammu um sína frásøgn. Í Offurmorðinum var karm
urin tann harðvunni skógurin í Amazonas. Hesa ferð
hevur hon valt ein meira føroyskan karm, ta 1000
metrar djúpu, steyrrættu Suderi-gjónna. Her hendi
tað, stutt eftir ár 1500, at indianarar í hópatali við
sínum konum og børnum, jagstraðir av teimum hvítu,
tveittu seg niður í ta ørandi avgrundina.
Hendingin í Zapatista, 500 ár seinni og á sama
stað, hevur ikki sørt av filmiskum dámi. Í tí út av lagi
dramatiska leikinum, sum fer fram uttast á upsini,
savnast allir træðrir í skaldsøgunnar lokabrøgdum.
Leikararnir eru padre Antonio, Juanita og Emilio.
Talvið snýr seg um trý virðir, námsætlanina, maya
fólkið og tess áhugamál og mentan og ein móður
leysan drong, hansara framtíð og útbúgving. Í býtis
handlinum viga ein sáttmáli og ein harðdiskur upp
hvør móti øðrum. Her togar høvundurin – samstundis
sum harðdiskurin brádliga skiftir eigara – eina kanin
upp úr sínum hatti, sum fær ein at hugsa um, tá ið
Sherlock Holmes datt oman á sinni í Reichenbach-
fossinum, sum greitt er frá í søguni The Final
Problem. Vælgjørt arbeiði!
Zapatista er sum heild vælskrivað, krimitekniskt
samansett og moralskt hóvliga svørt-hvít. Portrettini
av serliga Inmu og Mariu Salazar eru ein solidarisk
heilsan til tey smáu og kúgaðu. Lýsingin av Zapatista
varpar ljós á tað hættisliga í tí stevnu, har málið
halgar miðilin. Trongdin hjá teimum særdu til at
vinna á paria-støðum ella gera upp við høvuðkambar
er sjónsk í søguni. Bókin tykist, við síni ørgrynni
av m.a. sálarfrøðiligum motivum (m.a. hjá Mariu
Salazar), sum heild sannførandi. Lesarin kann tó
ivast í, um Inma og Alisa – komnar í takholt við
vøddamiklar kempur – eru so óførar!
Bókin er munandi betur rættlisin enn Offurmorðið.
Men ein ov morðgírig kommaseting órógvar lesnaðin
í støðum, og eg fari at loyva mær at viðmerkja, at
orðið “samanhang” eins og “forhang” er hvørkikyn,
“eitt samanhang”. Somuleiðis kann tað enska “he
succeeds” á føroyskum ikki eita “hann eydnast”, tí
tú eydnast ikki, men okkurt eydnast tær. Lat tað tó í
hesum sambandi verða sagt, at Zapatista sum heild
hevur eydnast Duritu.
Krimiskaldsøgan Zapatista eftir
Duritu Holm viðger stríð millum tey
kúgaðu í Mexico og kapitalin, men er
mest um ein móðurleysan drong og
hansara framtíð. Bókin er á sama
vandaliga støði sum Offurmorðið
ummæli
Durita Holm: Zapatista, 337 síður,
Freyja Forlag. Prentað á Føroyaprenti. Kr. 298
Durita Holm við sína fyrstu krimi, Offurmorðið