hósdagur 15. januar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
Opus 6 er ein symfoni av yrkingum, har lívgevandi
blóðið, sum rennur í æðrunum, er gjøgnumgangandi
temað og rútman í savninum. Yrkingasavnið er ein
symfoni í fýra satsum, sum greitt økist í intensiteti
móti einum klimaksi gjøgnum teir fýra satsirnar –
heildin trínur fram sum eitt slag av deyðarokki, sum
endar við einum satsi í kirkjugarði (54) og elegi, sum
er ein gravaryrking og klagusangur. Seinasti satsurin,
sum ber heitið -viva apokalypsa-, hevur hesa
innleiðsluyrking: “onkuntíð er andadrátturin / ein
steinur sum bert / kann lyftast av einum sum / hevur
slept allari vón”, og her er boðskapurin greiður, at
endin nærkast. Gurukenda sjálvsmyndin á einari av
fyrstu síðunum í savninum talar fyri einum boðskapi
um hesa døpru lívsáskoðan, og sum tú lesur gjøgnum
savnið, so er uppgerðin við kristnu lívsáskoðanina
greið, og í yrkingini viva apokalypsa (elegi) (57) er
heimsins undirgangur ein bjarging: “apokalypsan
kemur / sum send frá himni / og vit taka í móti henni
/ við opnum æðrum // andlitini sæl í / pínslubrosum
ið syngja / um lívsins longu líðingar //um skindeyðar
/ slóðbrótarar, ið slóðin / breyt áðrenn fyrsta / fetið
varð stigið // apokalypsan kemur / sum ein bjarging /
hjá teim ið leingjast / eftir at verða / loyst úr frælsi //
tí einans í leinkjum / kenna tey sína / sonnu veru [...]
Grundtónin í savninum er dapur, sera dapur. Sum
lesari fert tú gjøgnum katharsis, har tú verður reinsað
gjøgnum stríðið millum himmal og helviti, freistingina
og at geva eftir fyri henni og stríðið millum einglar og
djevlar. At enda situr tú lúgvað eftir í ævigu tøgnini.
Í seinastu yrkingini í savninum postludium og
alt er tøgn sígur tøgnin seg yvir lesaran og lesarin
er reinsaður og pøstur og hevur inniliga brúk fyri
hesi ævigu tøgnini, sum hevur loyst hann úr øllum
sálarkvølum. Tøgnin trínur fram sum ein “limbo-
støða” í uppgerðini millum himmal og helviti: “allur
kroppurin / skelvur av spenningi / spentur millum /
himmal og helviti / og alt er tøgn / alt er / tøgn”.
Millumtekstasamband
Útsjóndin á savninum gevur greiðar ábendingar
um vampýrtemað. Savnið er í svørtum og reyðum,
og gotiska úttrykkið gevur kensluna av súmbolska
stríðnum millum lív og deyða. Í yrkingini: gev mær ein
kodda í gudleysu oyðimørkini (53) kemur hetta temað
beinleiðis til sjóndar: “gev mær blóð at drekka /so
æðrarnar vekjast aftur / úr dustinum tær følna í”.
Millumtekstasambandið við kristnu trúnna,
tónleik og yrkingar hjá øðrum skaldum er greitt.
Freistingin í oyðimørkini verður brúkt sum
grundarlag undir temanum at freista og at taka við
freistingini. Mótsetningurin millum at liva ella stirðna
verður myndarliga lýst við myndum av livandi og
stirðnaðum æðrum.
Onkuntíð standa míni fjøll á havsins botni og
syngja (37) kundi verið ein tilsiping til heitið á
yrkingasavni eftir Jóanes Nielsen: Kirkjurnar á
havsins botni. Og tilsipingin til Róa Patursson:
ongin andadráttur / er andadráttur / allan dagin
/ í oyðimørkini (samanber “eingin rósa er rósa
allan dagin” hjá Róa) er eisini greið. Blóman sum
myndburður gongur aftur í savninum, t.d. følnaðar
blómur og turkaðar blómur, og tað verður staðfest: “at
tað er betri / at blóma í einsemi / enn at følna millum
onnur” (39).
Kristindómurin er greitt ein samtekstur, sum
yrkingarnar sum heild eru yrktar við støði í og í
andsøgn til. Beinleiðis tilsiping til sálmin: “So tak tá
mínar hendur” sæst í yrkingini so tak tá mínar æðrar
(46). Æðrar, blóð, oyðimørk, einglar, devlar, deyði,
følnað, stirðnað, tagnað, rapað, dust, gloymd, svølta
eru orð, sum ganga aftur í savninum og tað í sjálvum
sær gevur greiða ábending um eina deyðamessu,
har reglan í sálminum “og leið tú meg” er ein greið
ábending um, at yrkingarsavnið er ein leiðarstjørna,
har yrkjara-egið finnur sín veg móti eini loysn, har
deyðin, ítøkiliggjørdur í tøgnini, er svarið.
Savnið er ein greið uppgerð við og atfinning
móti kristindóminum, soleiðis sum hann verður
praktiseraður. Í yrkingini við ósjónligum naglum
(satsur í kirkjugarði) (54) kemur greitt til sjóndar, at
kristindómurin ikki er fyri viðkvæma barnasinnið,
og her sæst ein greið atfinning at kristindóminum,
soleiðis sum hann verður borin fram: “Børnini tora
ikki í / kirkju, tí at fanin er / málaður á veggin við /
ósjónligum blekki // á prædikustólinum / stendur
tann svartklæddi / og spýr opinberingar / eftir
mær // við innantanna ormum / og heimagjørdum /
hvørvisjónum”.
Apokalypsa
Heimsins undirgangur ella undirgangur av
konventionellum kristindómi, sum forðar tí
lívgevandi blóðinum at ferðast lystiliga gjøgnum
æðrarnar, verða týðiliga viðgjørd í savninum.
Í yrkingini Apokalypsa (36) kemur til sjóndar,
at yrkjara-egið ikki ynskir at fornokta tað lív, sum
heita, livandi blóðið í æðrunum leggur upp til. Har
verður sagt: “endar heimurin / so lat meg doyggja /
við æðrunum uttaná”. Tað er greitt, at yrkjaraegið
leggur upp til at liva lívið við øllum teimum tilboðum
og møguleikum, sum tað nú einaferð hevur, og
tað tráar nærum eftir endanum: “lat hann enda
/ við lógvabrestum / og tannkjøtsbruna // við
undanførslum / og ramaskríggjum // eg ræðist ikki
og / eri farin at hugsa / at eg onkursvegna ynski / at
heimurin gongur / undir // um so bert / fyri at síggja
/ andlitini á / teim sum ongantíð / hava trúð tí // ella
hava flent eftir / tí sum er tað enn / ein vánalig /
skemtiroynd // persónliga / kundi eg ikki / skitið meiri
á tað / um heimurin endaði”. Tráanin eftir heimsins
undirgangi kemur sjónliga fram her, um ikki annað
so fyri at fáa nøktað okkurt slag av hevndarhugi.
Tað er greitt menniskjans vantandi hugur at síggja
sannleikan í eyguni og lata eyguni aftur fyri tí, tey
ikki ynskja at viðurkenna, er orsøk til, at yrkjara-
egið ynskir hesa hevnd. Í øvutu trúarjáttanini, sum
er tema í yrking á somu síðu sum apokalypsa, biður
yrkjaraegið um at fáa aftur: “illu andarnar tí teir /
kennast betur enn hetta // gev mær aftur vónloysið /
tí tað kennist betur / enn hetta // gev mær heldur arr
/ í andlitið enn koss / á varrarnar // eg avnokti teg”.
Í yrkingini viva apokalypsa (s.57) móti endanum
av savninum stendur, at: “apokalypsan kemur /
sum send frá himni / og vit taka ímóti henni / við
opnum æðrum”. Deyðslongsulin og undirgangurin er
greiður í omanfyrinevndu dømum. Tað er somuleiðis
greitt, at tað er andsøgnin millum tað lívliga blóðið
og tær stirðnaðu æðrarnar, sum eru myndir fyri tær
samfelags- og religiónsskaptu reglur, menniskjan
livir undir, sum er tað æviga dilemmað hjá okkum
menniskjum. Yrkingarnar staðfesta, at lív og
deyði treyta hvørt annað, men tann boðskapurin
er týðiligur, at samfelagið og religiónin eru við
til at niðurbinda tað lív, sum rennur í æðrunum
á menniskjanum. Tað sæst aftur í hesum báðum
brotunum: “lat æðrar tínar / syngja mollstemtar /
sangir til saknin // lat slitnu raddarbond / tíni verða
eina kvøðu / til dýrdarfallið // hvør kirkja stendur
/ einsamøll og selur / sín kropp fyri / løtuvinning
(úr: Skýming (títt loynda hjarta) (38) og “einsemi
er ikki / tað ringasta sum er til // onkuntíð er tað /
tvørturímóti størsta / signing sum / hugsast kann //
sumt gevur mær / kenslu av at tað / kanska var betri
/ um alt gekk til grundar // og at tað er betri / at blóma
í einsemi / enn at følna millum onnur // tørvurin
á samfelagi / er sjálvgjørdur og / er í sinninum / í
kenslum // æðrarnar eru / eisini æðrar / tá tú ert eina”
(úr: ALRA (39).
Víðari í yrkingini ALRA kemur greitt til sjóndar,
at blóð er blóð, lív er lív, sjálvt tá ið tú kennir teg
andaliga skindeyðan, tíðin bíðar ikki og alheimurin
steðgar ikki. Tú verður ikki spurdur, og svarið liggur
í ævigu oyðimørkini. Kenslan, at tú viljaleysur fylgir
við, er týðilig í hesi yrking, og hetta er ein atfinning,
sum yrkingasavnið kemur við: menniskjan fylgir við
streyminum og letur seg tøla av samfelagsskaptum
konventiónum.
Eitt róp í oyðimørkini
Oyðimørkin sum mynd gongur aftur í savninum og
brotini í Bíbliuni: Far og rópa inn í oyruni á Jerúsalem:
“So sigur Harrin: Eg minnist ungdómskærleika tín,
alskhug tín, tá ið tú vart brúður og fylgdi mær í
Opus 6
ein symfoni fyri æðrar
eftir Petur Pólson
Vár í Ólavsstovu
ummæli