hósdagur 15. januar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
oyðimørkini, í landi, har ikki verður sáað” (Jer 2,2) og
“Hoyr, tað rópar í oyðimørkini: “Greiðið gøtu Harrans,
ruddið Guði várum veg í oyðimørkini!”” (Jes 40,3),
hóska væl til ta kenslu, tú situr eftir við, tá ið tú
hevur lisið savnið. Lívið og harvið kærleikin, sum
stirðnar, um tey ikki verða lívgað, er greitt ein mynd,
sum stendur eftir, tá ið savnið er lisið og upplivað.
Í yrkingini: skal eg brotna (40) stendur m.a.: “syng
sálmar í oyðimørkini / við slitnum raddarbondum /
og knýt teir í himmalskt ekkó” og í yrkingini halga
(annar satsur) (41): “krossfest meg við tínum / kjøti ið
dregur meg til / syndina eg ikki megni / at avnokta
ella // sleppa undan / rópa meg ádam ella judas / rópa
meg hvat fanin tú vilt / men gev mær dropan / eg eri
ein oyðimørk / vilst inni í mær / sjálvum”. Í seinasta
ørindinum í halga sigur yrkjara-egið m.a.: “halga meg
til helvitis”.
Myndir sum hesar skurra og skava blonku og
poleraðu fasaduna og uppgerðin við Bíbliuna og lívið
uttan synd er týðilig. Yrkjaraegið hevur eisini funnið
sær eina undantaksstøðu í spenninum millum himmal
og helviti, sum sæst í hesum brotinum: “So eri eg tá
/ veðurfastur // einglar / og helvitis djevlar / syngja
vøgguvísur / við gandahuldum / røddum [...] saman
renna vit / í blóði, eldi og /kolandi undirgangi [...] og
spælir deyðans / symfoni á okkara / spiltu æðrum”
(veðurfastur (dulciana) (44)). Í somu yrking
verður lívgevandi og lívoyðandi megin
javnsett við blóð og eld, har yrkjara-egið
við ongum skjóli stendur púra verjuleyst:
“meðan blóð / oysir oman yvir meg / úr
erva // og gløðandi lava / sleikir mínar /
føtur”. Hendan myndir vísir, hvørjar kreftir
savnið ger upp við, og henda uppgerð
er gjøgnumførd í øllum savninum. Tað
brýtur niður religiøsar sannleikar. Tað
setur spurnartekin við samfelagið og
tær funktiónir, tað hevur, og yrkjaraegið
sættast als ikki við andsøgnina millum
náttúrudriftir og moralskar konventiónir.
Savnið er dapurt, moll sum tónalag,
verður nevnt beinleiðis, og tað er greitt
ein deyðamessa og yrkjara-egið sær fram
í langtan eftir at heimurin fer til grundar.
Tó er onkur lítil vón at hóma onkrastaðni
í savninum, sum í yrkingini Andadráttur
(tema #1) (45), har hjartað, sum liggur á
havsins botni, ikki heilt hevur slept vónini
um at gerast hjarta aftur: “Gev fjallinum
mín kropp / og lat tað anda skýmingina
/ niður á havsins botn // har mítt hjarta
/ liggur og / druknar// tí tað hevur ikki /
slept allari vón um / aftur at gerast / hjarta
/ enn”. Vónin at gerast hjarta aftur sæst
í sjálvari grafisku myndini, tí ørindið er
formað sum eitt hjarta.
Samlað er Opus 6 – ein symfoni fyri æðrar
eftir Petur Pólson eitt heilskapað og væl
skrivað savn, men eftir mínum tykki er
tað alt ov dapurt, tað krevur mentala
styrki at lesa slíkar niðurgangstónar
á tættpakkaðum síðum, síðu upp og
síðu niður. Tá ið tað er sagt, so kann eg
ikki annað enn siga, at eg haldi savnið
vera gott, tað er mettað við góðum og
beinraknum máli og myndum og væl
gjøgnumhugsað, men hevur tó lyndi til
at standa í so nógv í stað. Orðingar og
myndir verða í so ofta tiknar uppaftur
bert við smáum broytingum. Uppgerðin við
kristindómin, kærleikan, samfelagið og einstaklingin
er gjøgnumførd. Yrkingasavnið er ein intens
deyðsmessa, har ein limbisk støða – eitt tigandi einki
er tað svarið, sum stendur eftir: “ein følnað blóma er
følnað / tað ræður um at góðtaka tað / tveita hana
burtur og halda áfram // og alt er tøgn // meðan
andadrátturin / ger seg til reiðar / at steðga // allur
kroppurin / skelvur av spenningi // spentur millum
/ himmal og helviti // og alt er tøgn // alt er / tøgn”
(Postludium (og alt er tøgn) (58)).