Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 16 McCartney til Miðvágs in av ársins fyrstu døgum koyrdi eg vestur í Vágar at vitja Fred Ruddick og Gretu Svabo Bech. Gretu hava vit hoyrt um áður, men tey fægstu munnu hava hoyrt um Fred, ið er sjeikurin hjá Gretu. Tey bæði samstarva eisini professionelt, og hava innrættað eitt fyrsta flokks miks og mastering studio í Miðvági, har tey hava búð í 2 ár. Eg hitti Fred henda dagin til eitt prát um hansara bakgrund, tónleikaligu yrkisleið og lívið í Føroyum. Hvør er Fred? Kanst tú siga mær eitt sindur um hvagani tú ert? – Eg eri onglendingur úr útsynningspartinum av Onglandi, føddur og uppvaksin í Devon, ið er ein nokkso provinsiellur landslutur uttan stórvegis býar­ ávirkan. Bæði foreldrini hjá mær eru klassiskir tón­ leikarar. Eg fekk eina klassiska tónlistarliga uppaling, har eg byrjaði at spæla violin sum 3 ára gamal, og fór undir kórvenjing sum 5 ára gamal. Sum 7 ára gamal var eg sendur at búgva í Exeter Dómkirkju (Exeter Cathedral). Hvat er Exeter Dómkirkja? – Hvørt amt í Onglandi hevur egnan dómkirkjubý, og Exeter Dómkirkja er dómkirkjubýurin í Devon. Elstu partarnir av kirkjuni stava frá 11. øld, so talan er um eitt gamalt stað við nógvari siðvenju. Eg var send­ ur hagar at virka sum kórdrongur í dómkirkjuni. Eg búði á staðnum, og vit sungu til gudstænastur og vandu hvønn dag. Vit túraðu eisini nógv og gjørdu upp­tøkur til útvarp og útgávur. Tað var tað fyrsta eg upp­livdi av tónleikaupptøku, tá teir rullaðu hesar stóru band­maskinurnar inn í kirkjuna. Dómkirkjan var ein ómátaligur, stórur bygningur, og tað ljóðaði heilt framúr­skarandi inni har. Líka síðani eg var óviti hevur tón­leikur verið tað sum eg vil gera. Sum 13 ára gamal var eg liðugur á Exeter, men gjørdi av at vera verandi í býnum, tí eg slapp inn á ein privatan tónleikaskúla at venja violin, ið var mítt høvuðs­ljóðføri. Um hetta mundið byrjaði eg eisini at at fáa áhuga fyri ymiskum øðrum tónleiki. Dómkirkjan var eitt rættiliga kontrollerað umhvørvi, tó ikki uppá ein kúgandi máta, tí tað var ein deilig atmosfera á stað­num. Um 13 ára aldur upplivdi eg brádliga eina rúgvu av frælsi og gjørdist meira sjálvstøðugur. So tú byrjaði at uppdaga tónleik sjálvur? – Ja, hetta var í 1992 og elektroniska dansitónleika­ mentanin var akkurát kyknað upp í Bretlandi, og eg byrjaði at keypa plátur stutta tíð seinni. Tað var eitt ótrúliga áhugavert tíðarskeið. Tað er løgið at hugsa sær, tí í dag er elektroniskur dansitónleikur allastaðni. Tú tendrar útvarpið, og tað er ringt at hoyra nakað annað. Í 90’unum var tað øðrvísi, og dance tónleikur var bert spældur í einstøkum útvarpssendingum. Eg fekk mínar fyrstu DJ plátuspælarar, og hetta var tá en pláta kostaði eini 5-6 pund, so hvør einasta pláta var ein íløga, sum var granskað út í æsir. Tað er øðrvísi í mun til í dag, har tú lurtar eftir onkrum eina ferð, og so fert tú víðari til tað næsta. Spælir tú enn violin? – Ja, tað geri eg. Eg elski framvegis klassiskan tón­leik, men eg má vera í rætta hýrinum. Sama við violin­ spæl­inum. Eg haldi tað er tí at eg var trýstur inn í klass­iska heimin, so eg havi líkasum eitt »love/hate« samband við violinina. Hon er í stóran mun ein partur av mær, men onkuntíð tími eg ikki at spæla. Hvagar fórt tú eftir violin undirvísingina? – Sum 18 ára gamal flutti eg til London og var sera áhugaður í tónleikaumhvørvinum í klubbunum har. Í London endaði eg tó við at arbeiða á virðis­bræva­ marknaðinum sum sølumaður í heili sjey ár. Eg hevði bara hug at royna okkurt heilt annað enn tónleik, so eg arbeiddi hart og tjenaði pengar hesi árini. Eg arbeiddi fyri eina fyritøku sum eg treivst í, og stjórin var ein sera dámligur og etiskt hugsandi maður. Hann hevði stutt sagt »class«. Hetta var eisini orsøkin til at eg var verandi so leingi. Sum frá leið visti eg tó at okkurt manglaði. Nær steðgaði tú við tí, og hvat var »kallið«, ið fekk teg at skifta kós? – Í 2005 og tað var tónleikurin. Eg gjørdi av at fara undir hægri lesnað innan tónleik, tí eg vildi hava eitt universitetsprógv. Eg las »Music and Sound« við spesiali í produktión á Liverpool Institute for Performing Arts (LIPA), ið var stovnað av Paul McCartney síðst í 90’unum. Tað er ein lærdur háskúli innan tónleik, dans og teatur, við áherðslu á, at tey les­andi skulu kunna fara út í kreativar vinnur og skapa sær arbeiðsmøguleikar frá byrjan. Komin til Liver­pool fekk eg skjótt samband við fólk uttanfyri skúlan, ið vistu hvør eg var, tí tey høvdu hoyrt meg diska. So eg fekk fótin innum í klubb umhvørvinum í Liverpool. Nær byrjaði tú at diska? – ’93-’94. Stutt eftir at eg var farin at savna plátur. Eg diskaði eisini meðan eg arbeiddi á virðis­bræva­ marknaðinum, so tað hevur verið nokkso konstant. Í Liverpool vóru vit nakrir sum diskaðu hipp hopp undir navninum »No Fakin«, og vit høvdu fast tilhald í einum stórum náttklubba, ið eitur Chibuku. Har spældu vit tvær ferðir um mánaðin síð um síð við tey størstu altjóða nøvnini. Í Liverpool var eg eisini prodúsari og scratch diskari í einum tónleikabólki sum æt 6toys. Eg fann so hvørt útav, at tað at taka upp og fanga ljóð var mín passión. Til endaligu royndina á universitetinum brúkti eg mína luttøku í einum stórum tiltaki í samband við, at Liverpool var kosin »European Capital of Culture« í 2008. Vit vóru spurdir um at produsera hipp hopp versiónir av mentanarliga týdningarmiklum sangum úr býnum. Vit fyrireikaðu okkum í tríggjar mánaðir, samrøða við Fred Ruddick Knút Háberg Eysturstein Frá E