Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 17 og framførdu síðani saman við Royal Philharmonic Orchestra til setanina. Í 2010 produseraði eg eitt lag saman við Paul McCartney og beiggjanum Mike McCartney til eina stóra handilsframsýning í Shanghai. Eini 70 milliónir fólk vitjaðu framsýningina. So har hendi nógv í tíðini í Liverpool. Hvussu hittust tú og Greta? – Hon las eisini í Liverpool og spældi tónleik. Eg sá hana spæla eina konsert við bólkinum hjá sær. Hon var sangarinna, men brádliga tók hon violinina fram og byrjaði at spæla. Eg hugdi uppá vinmannin hjá mær og segði »oh no«, og so visti eg tað bara, at har var hon. Tað tók kortini tíð áðrenn vit komu at kenn­ ast ordiliga, og at byrja við var heldur eingin intentión um samstarv. Tað var ikki fyrrenn at hon sang á Deadmau5 sanginum ’Raise Your Weapon’, og ferð kom á yrkisleið hennara, at hon fekk brúk fyri onkrum at sam­starva við. Tað vóru nógv fólk rundanum hana, ið tóku egin áhugamál framum hennara, og tað var ein strævin og torfør tíð fyri hana. Um hetta mundið høvdu vit verið par í umleið eitt ár, men arbeiddu tó við hvør sínum tónleiki. Vit samdust við tíðini um at sam­starva tónleikaliga. Hvussu virkar arbeiðsforholdið tykkara millum? Hvør ger hvat? – Greta syngur og skrivar tekstir og melodiir, og eg produseri og innspæli alt hitt. Persónliga síggi eg meg ikki sum listamann, men sum tøkning. Mær dámar best at onkur annar skrivar tónleikin. Eg taki eitt grundleggjandi hugskot og fari víðari við tí. Upptøka er mín serfrøði. Harumframt er nógv samskifti rundanum sjálvan tónleikin. Greta fær nógvar fyri­ spurningar, og eg eri líkasum »bullshit filtrið« í teirri tilgongdini. Um okkurt er áhugavert, so gevi eg tí grønt ljós, og restin verður sáldað frá. Vit hava eisini ein álítandi og dugnaligan »business manager« í New York, ið vit samstarva við. Mær dámar illa tann handils­liga partin av tónleikinum, og tað fær meg satt at siga at sakna virðisbrævamarknaðin. Síðani fíggjarkreppuna halda øll at bankar hava ivasaman etikk, men eg vildi ynskt at fólk innan tónleikaídnaðin høvdu bert eitt vet av tí etikki, sum er galdandi innan fíggjar­heimin. Hvat fekk tykkum at flyta til Føroya? – Ein røð av umstøðum hendu í senn. Tað var vatnflóð í studionum hjá okkum í Liverpool, og vit fingu at vita, at umvælingin fór at taka 6 til 12 mánaðir. Greta hevði føðingardag og familjan hjá henni var á vitjan. Tey høvdu eini hús í Miðvági, og nevndu hetta sum ein møgu­leika fyri okkum. Vit tosaðu um tað í eina tíð og tóku avgerðina. Komin higar funnu vit skjótt útav, at vit kundu arbeiða sum vit høvdu gjørt áður. Gjøgnum inter­netið er frástøðan jú minkað ótrúliga nógv, og tað er ikki so nógv longri at ferðast úr Føroyum, tó at tað er væl dýrari. Eg kenni meg ikki avskornan á nei­ligan hátt, eg kenni meg faktiskt avskornan uppá ein góðan máta. Vit hava eisini langtíðarætlanir fyri húsini og okkara studio her. Vit ætla at tað skal vera eitt íbúðarstudio, har fólk búgva og virka í eitt tíðarskeið. Mín dreymur er at gera eitt mastering studio, og at arbeiða burturav við mastering í fram­tíðini. Nógvur spennandi tónleikur er í Føroyum. Eg haldi at tað vakra við mentanini her, er fráveran av kommersiali­ ser­ing av listini. Tað er fantastiskt! Tú merkir týðiliga í listini og í tónleikinum, at fólkini aftanfyri eru frí til at skapa tað sum tey vilja. Í Onglandi kennir tú á tær, at fólk eru ávirkaði av øllum rundanum tey og av tón­leikaídnaðinum sum er kring tónleikin. Tey royna at passa inn í ídnaðarligu ímyndina, til tess at fáa promotion og uppmerksemi í miðlunum. Tað er eisini skilligt, men tit hava als ikki hatta í Føroyum, og úrs­litið er at nógvur fantastiskur tónleikur verður gjørdur. Fráveran av kommersialisering er helst tað sum mær dámar best við Føroyum. Eisini generelt mentanarliga? – Ja. Eg haldi at hetta er tað minst kommersiella staðið, sum eg nakrantíð havi verið í í mínum lívi. Og tað er størsta komplimangið sum man kann geva nøkrum. Tað eru ongar lýsingar her. Í Onglandi er tað allatíðina onkur sum roynir at selja tær okkurt, og tað er ótrúliga køvandi. So skjótt tú traðkar út gjøgnum dyrnar eru stórar lýsingar í býarmyndini. Og tað er enn verri í USA, sum er heilt ótrúligt. Har hevur alt eitt »brand«. Fólk kalla ikki tingini tað sum tey eru, t.d. eitur tyggigummi okkurt brand ístaðin fyri at eita »tyggigummi«. Tað er ræðandi, og tað er ótrúligt hvussu øvugt tað er her í Føroyum. Eg veit ikki hvat tað er sum tit hava koyrt í vatnið her, sum ger tykkum totalt óáhugaði í at fáa ting seld til tykkum allatíðina. Kanska eru vit bara afturúr í kommersialiseringini? – Nei, eg haldi at tit eru totalt frammanfyri hvat tí við­víkur. Og tað er tað sama viðvíkjandi tónleikinum, tí tón­leikurin er væl stuðlaður av myndugleikum og kommunum. Úrslitið er, at tú hevur fólk her, ið vilja skapa eitthvørt tí at tey av náttúru eru skapandi, og nýtast ikki at hugsa um hvønn kommersiellan kassa tey mugu passa niður í. Tað haldi eg er ræðuliga kul. Eg haldi at tað snýr seg nógv um, at tú ikki áhaldandi fært ting blakaði eftir tær, ið onkur vil at tú skalt keypa. Tað sæst eisini aftur á Facebook: mínir føroysku Facebook vinir deila slíkt sum tey hava ein veru­ligan áhuga í, og mínir ensku Facebook vinir hava næstan altíð okkurt at promovera ella selja, um tað so bara er ein lívsstílur. Tað er totalt hvør sín søga. Vit eru júst komin inn í eitt nýtt ár. Hvørjar eru tínar vónir fyri framtíðina? – »Health and happiness«. Tú kanst ynskja tær alla verðina, men hevur tú heilsu og eydnu hevur tú alt tú kanst biðja um. Vit eru glað fyri at vera her, og kenna okkum heppin at kunna gera tað sum vit gera. Nógv spenn­andi er í væntu. Fred og Greta Mynd: Katrin Svabo Bech