Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 Eg minnist mína tíð í studentaskúla við blandaðum kensl­um – ikki ein blómandi tíð, ikki mín besta tíð, ikki ein tíð, eg ynski meg aftur í. Nú, fimtan ár seinni, spyrji eg meg sjálva, hví eg ikki var ein betri næmingur, hví eg møtti so illa upp, hví eg ikki tímdi at ganga har – eg sum øll míni barnaár elskaði bøkur, elskaði orð, elskaði at skriva, at lesa, elskaði sjónleik og sang og fimleik. Eg hugsi, tað kundi havt verið øðrvisi; eg hugsi, eg kundi havt verið ein góður næmingur. Retrospektiva reflek­ sjón­in er ein filosofisk prisma – útsøgnin ljóslivandi: eg kundi havt verið ein góður næmingur. Ivaleyst var tað ein blanding av øllum møguligum sum gjørdi, at tað ikki bleiv so. Ivaleyst var tað mín egna skyld eina­ mest; eksi­stentielt tyngdir undirlutatankar, mixa við ung­dóms­arrogansu, dovinskapi og einari kenslu av altíð at vera í kríggj – við kroppinum, við tankanum og bank­andi hjartanum. Tá eg heystið 2013 fekk møguleikan at gera eina røð av sokallaðum 'filosofiskum rundvísingum' á Es­bjerg Kunstmuseum komu tankar um ungdóm og pro­gress­iva læring súsandi – og eitt postulat grundað í rein­ari intui­ tion: list kann elva til betri læring, betri næm­ingar. Eitt slag av poetiskum skilvísi: at list, í breið­astu merking, ger eitthvørt við okkum; eitthvørt sum er handan ana­ lysu, alt meðan vit taka sannroynda veru­leik­an, kom­ pleksi­tetin og ørandi víddirnar inn. Eg fór í gongd uttan at vita nakað um listamiðling ivirhøvur. Ein septembertýsmorgun í Esbjerg heilsi eg einum flokki av ungum fólki. Á pappírslepanum stendur: Varde Gymnasium, 35 næmingar. Tey eru komin at vitja listaframsýningina What am I doing here? – an ex­hi­ bi­tion on art and existence. Lærarinnan hevur lat­ið seg úr skónum og eg hugsi, at hon kennir seg væl her, at hon hevur hug at vera her – eyguni eru døkk, tvær skyggjandi kúlur í morgunljósinum. Víst er hon ein av teimum lærarunum, sum ger meir enn vanligt fyri sínar næmingar, ein av teimum lærarunum, sum vil nakað serligt. Eg eri lukkulig við tankan, men nervøs kort­ ini – tí eg havi ikki roynt hetta fyrr. Og eg havi enn ikki avgjørt heilt, hvat eg ætli mær at fortelja teimum. Eg veit eina rúgvu um filosofi, men lítið og einki um list, reint listafrøðiliga. Í veruleikanum eri eg í sama báti, sum næmingarnir eg skal vegleiða runt – mín vitan um verkini í framsýnigini fevnir ikki nógv longur enn tað eg síggi við eygunum og upplivi við kroppinum; einki teoretiskt grundalag, bara kensla og hjartaljóð. Og túsund spontanir tankar. Hvussu ber tað til, at hesi deyðu tingini gera innrás í kroppin? Eg skilji tað ikki, men eg veit, tað er sannleiki – her, hendan morgunin, og altíð yvirhøvur, tá ein menniskja er til staðar at uppliva við tilvitinum, at lesa av við tankanum, at sansa við kropp­inum. Soleiðis er tilvitið eitt slag av brúsandi orku, eitt slag av marksetan millum tað, sum finnist og tað, sum bara er; eitt slag av rørslu í tíðini, sum verður til við hvønn tanka, hvørt orð, hvørja gloymda ella sagda útsøgn. Í eina lítla løtu ræðist eg tankan, at næmingarnir slett­is einki fara at siga; at eg næsta tíman skal berja meg ígjøgnum eina skóg av líkasælu, alt meðan tøgn­ in bráar í kavahvítu listasavnsveggunum. Eg bróti kvirruna og fortelji teimum um fronsku eksi­stenti­al­ ist­arnar, um Sisyfos, um hugtøkini 'angist' og 'frælsi', og um munin millum ótta og angist – ein genta sigur, at: ótti er nakað mann veit hvat er, angist er torførari at definera. Hví mann tað vera so? Og hvagani stavar hendan kensl­an, sum ikki bindur seg fast í nakað ávíst, men sam­stundis býr í kroppinum, í heilanum og borar seg inn í hvørja livandi kyknu? Næmingarnir siga ymiskt. Tey bæði vita og vita ikki hvat angist er – tey kenna hana øll, men orðini vanta – tí hvør er hon, angistin? Ein óhugna­lig kropslig kensla? Ein skelvan í tankanum? Eitt drápuligt samvitskubit? Eitt innlit í lívið? Eg spyrji út í rúmið: er eitt samband millum angist og frælsi? Rung­andi stilt. Ein drongur svarar álvarsliga og uttan at iv­ast: ja – tað er ábyrgdin. Útsøgning hongur í leysari fyrra­partsluft: Ábyrgd skapar angist. Ábyrgd í mun til hvat? Við inngongdina til framsýningina er installerað ein serstøk myndaautomat (Existential Photo Booth, Nina Saunders/Ernesto Spinelli, 2013). Eg greiði næm­ing­un­ um frá, at hetta er ein eksistentiel myndaautomat – og eg biðji tey fara inn, ein og ein, at taka eina mynd av sær sjálvum. Tvær myndir projicerast upp við síð­una av hvørja aðrari á ein vegg. Eina myndin er løtu­and­lits­ mynd, onnur myndin ein samanblanding av øll­um and­ lits­mynd­unum, sum verða tiknar. Veggurin í áhaldandi broyt­ing. Næmingarnir flenna og halda tað vera stutt­ ligt so hvørt sum myndirnar blandast og broytast. Eg for­telji teimum, at tankin handan interaktiva lista­verk­ ið er, at persónligi samleikin ikki er avskorðin tí um­ hvørv­inum vit liva í, teimum menniskjunum vit liva sam­an við – vit eru altíð í ferð vit at blíva okkum sjálvi, í mun til eina heild, í mun til onnur. Hvat hugsa tit um hetta? spyrji eg. Eru vil bleytar, plastiskar, broytiligar ver­ur? Allatíð í umbúna? Setningar og ivandi svar bland­ast í heita projektørljósinum. Eg fortelji næmingunum, at eksistentialistarnir meintu, at menniskjan altíð hevur eitt val í teimum BLÓÐ SPEGLINGAR Lív Maria Róadóttir Jæger, mag.art. – ein hugleiðing um læring og list Virtuality / Lahoda, Mirror / Lahoda, Nightfall Grønnow Still Birth Polly Morgan Mynd: Esbjerg Kunstmuseum / Torben E. Meyer Mynd: Esbjerg Kunstmuseum / Torben E. Meyer