Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-15, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 16. januar 2015 støð­um, hon stendur í; at moralska ábyrgdin liggur hjá ein­stakl­inginum eina. Sostatt diskvalificerast útsagnir sum: eg aktaði boðum, eg gjørdi sum eg var biðin, eg tordi ikki annað, ella tað var vilji Guðs. Tað finnist eing­ in hægri leiðsla, eingin Guð, sum hevur mynduleika at taka moralsku avgerðirnar fyri okkum. Vit hava sjálvi evsta, moralska vald í mun til menniskjan vit eru, og vilja vera. Ein genta leggur uppí: Hvussu við teimum, sum ynskja at vera ein onnur menniskja enn tey eru, men ikki kunnu? Andlitsmyndirnar á vegginum tiga – út­søgnin í kríggj við sær sjálvari – tøgnin eitt friðskjól í frystari løtu. Tað er høgt til loftið inni í stóra salinum. Rúmið er ljóst og rúmligt. Vit standa framman fyri stóra Blóð­ speg­il­inum (Blutspiegel, 1994) eftir Christian Lemmerz. Ell­ivu metrar langt og tveir ein hálvan metur høgt. Níggju aluminiumsplátur smurdar inn í innturkað svína­blóð. Aluminiumsverkið er eldri enn flestu av næm­ing­unum, eg havi við mær hendan dagin, og eg hugsi, at tað neyvan er nakar teirra, sum kennir tað. Skó­leysa lærarinnan ger, heilt víst. Tað síggi eg í eyg­ un­um á henni, sum eru fest við gigantiska blóð­pano­ ram­aði. Og tað breiðir seg ráðaríkt í rúminum. Eg biðji næmingarnar stilla seg eitt sindur burtur frá, at síggja tað í síni heild. Eg spyrji: Hvat síggja tit? Hvat er hetta? Hvat hugsa tit? Næmingarnir práta millum sín og studera verkið. Tey eru varin at siga nakað. Tey halda ivaleyst, at tey skulu siga okkurt ávíst, at eg spyrji tey, at vita um onkur teirra veit rætta svarið. Í veru­leikanum vóni eg, at tey ikki gita hvat tað er, tey hyggja at. Ein sigur: hatta má vera kaffi, ein onnur: nei, smeltað sukur, ein triðji: er tað cola, kanska? Tey varn­ast skógvasporini, sum hómast – hevur onkur ging­ið oman á plátunum? Eigur hetta at vera soleiðis? – Hatta er blóð, sigur ein rødd knappliga. Orðið blóð er ein flóðalda av reaktionum – gjøgnum morgunin, gjøgn­ um listina, gjøgnum ung, livandi eygu. Er hatta veru­ligt blóð? Ella skal hatta ímynda blóð? – eitt slag av vón í røddini. Kanska vón um, at blóðið er avmyndan, er simili, er okkurt sum líkist veruleika. Eitthvørt falskt og óektað. Eitthvørt, sum er av tá tey fara heim her­frá – út í dagin, út í lívið. Tá eg fortelji teimum um upp­ runa­ligu framsýningina Scene fyri tjúgu árum síðan, um seks deyðu, samanseymaðu svínakropparnar í glas­ montrum, um feska, rotnandi kjøtið, um luktin, broyt­ist kropsmálið, broytist huglagið: Eg haldi hatta er ólekk­ urt og meiningsleyst, Hatta er bara gjørt fyri at provo­ kera, Eg dugi ikki at síggja tað listaliga í hesum,? Hvat er endamálið? Hví ger man eitt sovorðið verk? Hatta er alt ov lætt, Hatta er meiningsleyst. Hví eru tey so stoytt, so frástoytt? Blóðspegilin av­ dúk­ar eitthvørt avgerandi, eitthvørt, eg ikki dugi at siga. Eg fari at hugsa um skaldsøguna La Nausée hjá Sartre – hví las eg hana ongantíð lidna? Eg síggi hann fyri mær, unga søgufrøðingin, Roquentin. Hann melur runt í Bouville, alt meðan hann vamlast við tingini, við fys­iska veruleikan, við meiningsloysi, sum ger seg inn á hann, onkursvegna – ger seg inn á kroppin. Ein løgin tanki, hetta at vamlast við tingsligu tilveruna, hetta at verða illa fyri av verðini – ikki bara í tankanum, men krops­liga; sum høvdu innvølini innlit í lívið. Er tað vantandi meining, sum er frástoytandi og vaml­andi ólekkurt? Er vamlin eitt slag av innlit, sum vend­ur sær í búkinum tá vit granska tingini og ikki finna tað vit væntaðu – í Bouville, á listasavninum, og í til­veruni, ivirhøvur? Soleiðis er tilvitið ein alda sum brýt­ur, skapandi-livandi, sum speglar sær í tingunum og varnast sína egnu ábyrgd. Ábyrgd í mun til hvat? Ábyrgd at skapa meining har hon vantar, sjálvandi. What am I doing here? – an exhibition on art and existence. Kuraterað av: Nina Saunders & Ernesto Spinelli, í samstarvi við Esbjerg Kunstmuseum Listaverkslisti: Knud Agger, Foran kaminen (1950-51), Maj-Britt Boa, Fald (2010), Christopher Clack, The Book of the Heart (2004), Luke Fowler, All Divided Selves (2011), Marianne Grønnow, Nightfall (2007/2013), Joseph Griffiths, Drawing Machine (2009/2013), Kenny Hunter, The Unknown (2012), Day after Day (2012), Tomáš Lahoda, Mirror (1994), Virtuality (1991), June Leaf, Gentleman on green table (1999-2000), Christian Lemmerz, Blutspiegel (1994), Frodo Mikkelsen, The Bear (2011), Polly Morgan, Still Birth (2010), Matthias Müller, Home Stories (1990), Kai Nielsen, Nina på kuglen. En nybegynder (1919), Jaakko Niemelä, Pieni-suuri-mies (1999), Greyson Perry, Map of an Englishman (2004), Tomas Saraceno, Endless Big (2006), Nina Saunders, Untitled (1993), Delicate Landscape (2009), Patterns of Desire (2012), Fox with Issues (2012), Lola (2013) Who am I?(2013), How long have I got? (2013), Nina Saunders/Ernesto Spinelli, Air, Earth, Fire (2013), Existential Photo Booth (2013), Tree of Life (2013), Mikala Valeur, A Spacious Affair. From the Outside to the Inside (2013), Mark Wallinger, Threshold to the Kingdom (2000), Paul Winstanly, Large Channel (2008) What am I doing here? var fjóra og seinasta framsýning í granskingarverkætlanini Kunst i kontekst. Lesið meira um Kunst i kontekst á www.eskum.dk Kelda og íblástur til greinina: Bókaútgávan: What am I doing here? (Esbjerg Kunstmuseum, 2013), www. eskum.dk, Kunst i kontekst, Publikumsreaktioner på samtidskunst/Bjarne Sode Funch, Samlingen/udvalgte værker - Blutspiegel/tekst - Peter S. Meyer BLUTSPIEGEL Christian Lemmerz Existential Photo Booth Nina Saunders & Ernesto Spinelli 2013 Mynd: Esbjerg Kunstmuseum / Torben E. Meyer Mynd: Esbjerg Kunstmuseum / Torben E. Meyer