hósdagur 15. januar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
20
Ein veldigur bygningur hevur reist seg yvir Havnina.
Hetta er nýggja høvuðssætið hjá Bank Nordik.
MAP arkitektar eru høvuðsráðgevar á hesi verkætlan.
Hesin sermerkti bygningur við kúpu omaná sæst
næstan allastaðni í Havnini og vekir forvitni. Kanska
fer hesin bygningur einaferð at hava ikoniskan status
og verður ein varði í Havnini.
Enn er bygningurin ikki liðugur, men her eru
nakrar myndir, sum geva eina ábending um, hvat vit
kunnu vænta okkum, tá bygningurin stendur liðugur.
Væntandi flytur Bank Nordik inn í nýggja
høvuðssætið á heysti 2015.
Varðin, sum sæst á myndini, er lagaður av
starvsfólkum hjá Bank Nordik í sambandi við ein
starvsfólkadag heystið 2013. Varðin varð lagaður,
áðrenn byggingin byrjaði og stendur enn óskalaður.
Kanska verður varðin standandi órørdur eisini í
framtíðini?
Innkoyringin til bankan er frá Tjaldursvegi.
Tey flestu hava helst verið var við, at ein reyður
bygningur við skorsteini er uppsettur framvið
Tjaldursvegin. Bygningurin er ikki júst prýðiligur, og
sum skilst skal bygningurin takast burtur aftur, tá
ætlaða útbyggingin av fjarhitaleiðingunum er liðug.
Reyði bygningurin við skorsteininum hýsir
eini oljufýring, sum skal veita fyribils hita til
nýggja bankabygningin, meðan bíðað verður eftir
fjarhitanum.
Grøni geirin framvið
R.C.Effersøesgøtu
er varveittur
Avbjóðingin hjá arkitektunum hevur verið at skapa
ein bygning, sum bæði skal vera sjónligur og selja
fyritøkuna Bank Nordik, men sum eisini skal vísa
virðing fyri vakra blettinum, sum túsundavís av
borgarum, sum dagliga ferðast eftir R.C.Effersøesgøtu,
fáa gleði av.
Bygningurin liggur nakað frá tromini og sýnist tí
ikki alt ov stórur í mun til hæddina á heygnum.
Bygningurin er í tveimum hæddum, í alt 8 m høgur
og har sum bygningurin er mest sjónligur, ímóti
R.C.Effersøesgøtu, er ovara hæddin trekt aftur. Hetta
ger, at bygningin sýnist lægri.
Yvirljósið í miðjum bygningi er 15 m í diametur.
Yvirljósið er ikki úr glasið men er ein syntetiskur
dúkur, sum kallast Foiltec. Dúkurin hevur 4 kømur, og
luft er blást inn í kømrini. Henda loysnin gevur eina
smekrari konstruktiónsloysn.
Tá tú kemur inn í bankan, trínir tú inn í miðrúmið.
Frá miðrúminum sæst inn á hæddirnar til alt virksemi
í bankanum. Eisini er týðiligt at síggja, at starvsfólk
og kundar fáa eitt avbera gott útsýnið yvir býin.
Inger Smærup Sørensen
ein
nýggjur
varði
í havn
Grøni geirin framvið R.C.Effersøesgøtu