hósdagur 15. januar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
Hvussu nógv brúkar tú bókasavnið og til
hvat?
Vit eru her nokk so oftani. Eg eri sjómað
ur, so tað er, tá eg eri heima, at eg komi
her saman við børnunum. Bókasavnið
er eitt øðrvísi stað at koma, her er frið
arligt og róligt. Høgni spælir altið við
legotokið, tá vit eru her. Eg kom sjálvur
her sum barn, og nú læri eg børnini at
brúka bókasavnið, at læna og bera aftur
til tíðina. Tá vit hava verið á barnabóka
savninum eina løtu, fáa vit okkum ís í
kaféini.
Hvat er tað allarbesta við at koma á
Býarbókasavnið?
Bøkurnar, og at tað er eitt spennandi og
hugnaligt stað at koma til.
Hvørjar bøkur lænir tú, tá tú ert her?
Filmar og barnabøkur. Favorittbókin er
Magnus Musikus. Har er ein fløga til,
sum børnunum dámar væl at lurta eftir.
Ert tú málrættað, tá tú kemur á bóka
savnið? Ella dettur tú framá okkurt sjálv?
Nei, ikki eg. Tá tað er konan, sum fer,
hevur hon av og á skrivað niður, hvat
hon skal læna.
Á
bóka
savninum
Lánarin
hendan mánaðin
Býarbókasavnið fer nú at bjóða teimum ungu eitt stað, har tey
kunnu koma at gera lektiur um kvøldið. Her kanst tú einsamøll/
einsamallur ella saman við vinfólki koma at gera lektiur og
samstundis fáa góð ráð frá hinum næmingunum. Ein dag um
vikuna verður eisini høvi at fáa lektiuhjálp. Tað verða eldri
miðnámsnæmingar, ið fara at taka sær av hesum.
Mánadag til hósdag frá kl. 18-21 verða borð sett fram innast á
niðastu hædd, serliga ætlað teimum ungu í framhaldsdeild og
miðnámi. Bókasavnið hevur tráðleyst netsamband, orðabøkur,
leksika, leinki til ymiskar netgrunnar og mangt annað, ið skal til fyri
at loysa eina uppgávu.
Lektiukaféin byrjar 12. januar.
Lektiukafé
á Býarbókasavninum
Á niðastu hædd eru tríggjar
hillar, har starvsfólkini á Býar
bókasavninum seta bøkur fram,
sum tey halda kunnu viðmælast.
Líka ymisk starvsfólkini eru, líka
ymiskar eru bøkurnar, so her
finnur tú oftani okkurt gott.
Í hvørjum lukkupakka eru
tvær bøkur, sum kunnu geva
tær eina óvæntaða uppliving.
Summar eru eftir kendar
rithøvundar, meðan aðrar
hava fingið nógva umrøðu og
hava vakt ans. Og so eru tað
tær, sum onkursvegna eru
smokkaðar burtur ímillum
hóast góð ummæli. Kurvin
við lukkupakkunum stendur
beint við avgreiðsluna.
Trygvi Dalsgaard og børnini Marita og Høgni
Starvs
fólkið
viðmælir
Læn ein
lukku-
pakka…
Mánadag til
hósdag
frá kl. 18-21
Veitst tú ikki, hvat tú skalt
lesa, so eru tveir góðir
mátar at finna hjálp