hósdagur 15. januar 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 16. januar 2015
James Bowen er gøtutónleikari í
London og í metadonviðgerð, tá hann
bjargar reyða útiløgukøttinum Bob,
ella kanska er tað í veruleikanum Bob,
sum bjargar honum. Øll hava brúk fyri
kærleika, og tað at eiga ein vin ger
heimin til eitt betri stað. Gadekatten
Bob er ein fín bók um, at øll hava
uppiborið ein møguleika afturat.
Ævintýrið um teir tríggjar smáu
grísarnar, sum lumpa úlvin, er nú
eisini á føroyskum. Tað stendur
í bókini: Søgur fyri
songartíð um dýr, sum
Paulina Slættanes hevur
umsett. Har eru 10 søgur,
sum allar hava djór í
høvuðsleiklutunum.
Fyri 3 ár og eldri
ævisøgur
Ævintýr fyri stór og smá
Øll børn elska
ævintýr og
kunnu hoyra tey
somu umaftur
og umaftur. Tað
er líka spenn
andi hvørja
ferð, um Reyð
hetta og omman
sleppa livandi
úr úlvabúkinum,
og um bukkarnir
Brúsi vinna á
trøllinum.
Her er eitt úrval
av ævintýrum
at lesa upp fyri
børnunum
Louise Zeuthen hevur sum
tann fyrsta fingið atgongd
til dagbøkurnar hjá Suzanne
Brøgger, og tað er bókin Krukke
komin burturúr. Suzanne Brøgger
er ein stór mentanarpersónligheit
í Danmark, og bókin gevur innlit í
mótsetningarnar millum hennara
innara kenslur og hennara
almennu upptraðkan sum
rithøvundur og seksuelt frígjørd
kvinna.
Edvard
Nyholm
Debess
hevur fylgt
parinum
Johan
og Rakul Dalsgaard í teirra roynd at búseta seg í
Fámara. Í svørt-hvítum fotografium eru vit í bókini
Kærleiki og vónir við frá bjartskygni yvir stúran til
mótloysi, tá tey at enda mugu ásanna, at dreymurin
um eitt frístað í Føroyum ikki gerst veruleiki.
Raja Shehadeh
og pápi hansara
Aziz hava báðir á
hvønn sín hátt verið
forsprákarar fyri
einari friðarligari
loysn í Palestina
ósemjuni. Teir eru
kristnir palestinar,
sum styðja tveystats
loysnini og eru líka
illa lýddir av báðum
pørtum. Aziz verður
dripin, og Raja sigur í
bókini Som fremmede
frá teirra søgu.
Tá børnini kenna ævintýrið
um bukkarnar Brúsa
væl og virðiliga, er tað
stuttligt at hoyra um,
hvussu bukkarnir fara ein
túr í baðiland, tí teir eru
so troyttir av trøllinum
undir brúnni, sum altíð er
eftir teimum. Bjørn Rørvik
hevur skrivað Bukkarnir
Brúsi í Baðilandi.
Fyri 3 ár og eldri
Í Einaferð var tað… eru
15 føroysk ævintýr
endursøgd fyri børn.
Ævintýrini varðveita tey
gomlu eyðkennini uttan
at dylja tað óhugnaliga
og ræðuliga. Til dømis:
Risans klóta, Krákudóttir
og Kalsdóttir og Teir sjey
svanirnir. Myndirnar, sum
prýða verkið, eru sera
ymiskar, bæði í gomlum og
modernaðum stíli.
Fyri 6 ár og eldri
Lagt til rættis:
Hanne Magnussen,
Býarbókasavnið
Nógvar ævisøgur koma út,
og her eitt lítið úrval úr
rúgvuni, sum er komin í
2014. Tað einasta, bøkurnar
hava í felag, er, at tær
eru um verulig fólk.