Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. januar 2015 · Nr. 5 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Á fundi leygardagin funnu felagið hjá kommunulæknunum og Landssjúkrahúsinum eina loysn á trupulleikunum við ávístum kanningum Ein kvinna, sum stóð alment fram, hevur sett hol á kjak um bíðitíð til kanningar á Landssjúkrahúsinum Tað hevur skapt nógva øsing, at borgarar, sum av komm­ unu­læknum eru sendir til Lands­sjúkrahúsið til kann­ ing­ar, mugu brynja seg við toli og bíða í mánansvís. Nú sær tó út til, at ein loysn er funnin á hesum mál­ in­um. Leygardagin var fundur mill­um Landssjúkrahúsið og felagið hjá komm­unu­lækn­ un­um í Føroyum. – Eg haldi eg kann siga, at vit hava funnið eina loysn á teimum trupulleikum, sum vit hava havt seinastu tíð­ ina, sigur formaðurin hjá kommunulæknunum, Marj­ us Dam. – Vit hava fingið at vita, at sjúklingar, sum verða víst­ir til kanningar verða við­gjørdir, so skjótt sum til ber. Vit hava avtalað, at hetta skal roynast í nakrar mán­ aðir og so fara vit at eft­ir­ meta skipanina, sigur Marjus Dam, lækni. Mannagongdirnar, sum hava verið brúktar í sein­ astuni, hava volt komm­ unu­læknunum trupuleikar, um­framt sjúklingunum sjálv­andi. Men trupulleikar hava eis­ini verið á Lands­sjúkra­ húsinum, har tað fyrst og fremst hevur ver­ið fíggj­ arliga orkan og rað­fest­ing­ar­ nar, sum hava gjørt, at sjúkl­ ing­ar­nir hava bíðað so leingi. Ein loysn funnin á bíðitíð hjá sjúklingum Ónøgd og kjak um drúgva bíðitíð til kanningar á LS Árni Gregersen: Í meira enn fýra mánaðir hev­ur Eyðgerð Mørkøre Kruse bíða eftir at sleppa fram­at til eina screening fyri bróst­krabba. Hetta hóast komm­unu­ lækn­in tvær ferðir heldir enn einaferð hevur boðað Lands­sjúkrahúsinum frá, at ill­gruni er um, at kvinnan hev­ur bróstkrabba. Søgan hjá Eyðgerð Mørk­ øre Kruse hevur sett ferð á eitt kjak um, hvussu rað­fest­ ingar verða gjørdar í heilsu­ verk­in­um. Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Han­ sen, Miðflokkurin, fekk seint í fjør at vita, at støðan er broytt, so at sjálvt um fólk verða víst til kanningar á Lands­sjúkrahúsinum, so hend­ir hetta ikki av sær sjálv­um. Bíðitíðin kann gerast long, hó­ast kommunulæknarnir boða frá, at illgruni er um sjúku – og í hesum serliga før­in­um um bróstkrabba. Ongin viðgerðartrygd Flestu okkara ganga út frá, at eru vit hjá komm­unu­ læknanum og hesin held­ur, at vit eiga at kannast upp­ aft­ur betur av fólki, sum eru ser­frøðig nar á økjum og hava útgerð at gera hesar kann­ingar. Flestu okkara gerast meira ella minni ótrygg, tá ið komm­unulæknin heldur, at okk­urt er á vási og mælir til betri kanningar. – Men her í Føroyum hava vit onga trygd fyri hvussu skjótt hetta eigur at verða gjørt, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, Rósa Samu­el­ sen. – Vit hava heldur ikki sum í grannalondum okkara nakra viðgerðartrygd. Tað ger at vit á heilsuøkinum eru væl aftanfyri tað støði, sum heilsurøktin er í granna­lond­ um okkara, sigur hon. Higartil hevur orsøkin til, at Eyðgerð Mørkøre Kruse enn ikki er kannað, ver­ið søgd at vera, at nakrar leið­ regl­ur eru broyttar. Felagið hjá komm­unu­ lækn­unum í Føroyum hev­ur alment sagt, at hetta ikki er nakað, sum tey sum komm­ unu­læknar hava fingið nak­ að at vita um. Landsstýrismaðurin við heilsu­málum segði í fjør, at var hetta broytt, so skulu hes­ar leiðreglur broytast aft­ur. Landsstýrismaðurin: Landsstýrismaðurin við heilsu­ mál­um er væl nøgdur við av­ taluna, sum var gjørd leyg­ar­ dagin mill­um Lands­sjúkrahúsið og komm­unu­læknanar – Eg eri sera væl nøgdur við, at ein avtala nú er gjørd um manna­ gongdinar, sum eisini tryggja, at ongin sjúkligur dett­ur burtur ímillum. Landsstýrismarðurin við heilsumálum, Karsten Han­sen, Miðflokkurin, er væl nøgdur eftir fundin, sum var leygardagin millum lands­sjúkra­húsið og felagið hjá komm­unu­ læknunum. Á hesum fundi var gjørd ein avtala um manna­gongd­ir, tá ið borgarar av komm­unu­ læknum verða víst­ir til kanningar á lands­sjúkra­ hús­inum. Fundurin gjørdist neyð­ug­ur eftir at tað seint í heyst kom fram, at hóast borgarar vóru tilvístir til kanningar á landssjúkrahúsinum, so verða hesi ikki innkallað. Tá ið so ein kvinna í út­varp­inum fortaldi, at hon hev­ur bíðað í fleiri mánaðir eft­ir at verða kannað fyri bróst­krabba, vóru tað fleiri pol­it­ikarar, sum reageraðu. Landsstýrismaðurin visti ikki av, at mannagongdirnar á landssjúkrahúsinum vóru broytt­ar og vildi hava at vita, hvat tað var sum hendi. – Nú havi eg fingið trygd fyri, at ongir sjúkligar verða vend­ir í hurðini á Lands­sjúkra­ húsinum og tað eri eg nøgd­ur við, sigur Karsten Han­sen. Sum tað steendur aðra­staðni her á síðuni, so hava vit ikki viðgerðartrygd í Før­ oy­um, eins og í okkara granna­londum. Heldur ikki er ásett, hvussu long longsta bíði­tíðin kann vera. – Eri væl nøgdur við avtaluna Marjus Dam