Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov/Áki Bertholdsen Arbeiðið upp á at byggja Marknagilsdepilin í Havn hevur ligið partvís lamið í desember og í janauarmánaði. Orsøkin er ein roknifeilur, og tí má ávíst arbeiði gerast umaftur. Hetta váttar Ewald Kjøl­ bro, stjóri á Landsverki, sum er byggiharri. Tað eru útrokningar í sam­bandi við eina trappu­ súlu, sum hava verið skeivar. Tað er í sambandi við ar­ beiði við at gera tað stóra út­ hangið á bygninginum, sum hongur einar 16-18 metrar út, at kontravektin inni í bygn­ inginum ikki er nóg stór. Sum Sosialurin skilur tað, eru tað tveir veggir, sum skuldu verið stoytpir 65 cm tjúkkir, sum eru gjørdir 35 cm tjúkkir ístaðin. Tí er kontravektin ikki í lagi, og arbeiðið má ger­ ast umaftur. Betong er tungt tilfar. Vektfyllan er 2,5 – og tað merkir, at hvør rúmmetur av betongi við 2,5 tons. – Tað var eftirlitið hjá Landsverki, sum kom eftir, at hesir veggir vóru ov tunnir, sigur Ewald Kjølbro. Hesir veggir skulu takast niðuraftur og stoypast um­ aftur. Enn er ikki greitt, í hvønn mun hetta fer at seinka byggi­verkætlanini, men hetta hevur longu darvað ar­beiðinum í desember og í jan­uarmánaði. – Vit hava tær fyrstu av teimum nýggju tekningunum. Vit fáa tær síðstu fyrst í februarmánaði, og tá verður greitt, hvørja ávirkan hetta fær á byggingina, sigur Ewald Kjølbro. Stjórin á Landsverki vón­ ar ikki, at hetta fer at føra til seinkingar, men tað fær hann ikki sagt enn. Men greitt er, at tað verður ein ord­ans avbjóðing at vinna mistu byggitíðina innaftur, við­gongur Ewald Kjølbro. Hann sigur, at fyribils bendir alt á, at tað verð­ ur tryggingin hjá pro­jek­ terings­felagnum, sum skal gjalda arbeiðið, sum skal gerast umaftur. Men tað verðu­r ein løgfrøðilig meting, um tryggingin dekkar tað arbeiði, sum nú skal gerast umaftur, sigur hann. Málið um Marknagils­ depilin hevur verið eitt heitt politiskt mál í nógv ár. Tá verkætlanin fór í gongd, gjørdist hon nógv dýrari enn ætlað. Málið hevur verið reist fleiri ferðir í løgtinginum, síðani arbeiðið fór í gongd, tí fleiri tingfólk hava verið rættiliga kritisk við verk­ ætlanina. Fleiri ferðir hava tingfólk gjørt greitt, at kostn­aðarætlanin skal halda, tí fleiri pengar verða ikki játtaðir til verkætlanina. Bjørn Kalsø, landsstýris­ maður, hevur fingið fleiri fyri­spuringar um málið, bæði um tíðarætlanin fer at halda, og um kostnaðarætlanin fer at halda. Hvørja ferð hev­ ur hann svarað, at sum støðan var tá, so halda bæði tíðarætlan og kostnaðar­ ætlan. Men hetta hevur alt verið áðrenn hesin trupul­ leikin kom undan kavi. Tíðarætlanin var framm­ anundan ógvuliga tepur. Og tí viðgongur Ewald Kjøl­bro, at tað skal ein stórur inn­ satsur til, fyri at heinta ta mistu tíðina innaftur, soleiðis at skúlin kann takast í nýtslu við skúlaársbyrjan næsta ár. Skeivar útrokn­ing­ar tarna Markna­gils­ deplinum Tveir veggir skulu takast niður og stoypast umaftur. Helst verður tað trygging, sum fær rokningina. – Vónandi tarnar hetta ikki byggiarbeiðinum, sigur Ewald Kjølbro