mánadagur 19. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Undan ES tingvalinum í 2014,
var arbeiðið í evropeiska
samstarvinum
framvegis
merkt av fíggjarkreppuni
frá 2008. Limalond stríddust
við ovurstórt arbeiðsloysi og
skuld, og tískil fyltu uppskot
um at basa trupulleikunum
nógv í orðaskiftinum hjá val
evnunum.
Víðgongdu flokkarnir í
Evropa løgdu millum annað
høga talið av tilflytarum, sum
úrslit av frælsinum at ferðast
millum ES limalond, undir at
vera ein av orsøkunum. Til
sjálvt valið, gerst greitt, at teir
upprunaligu smáu flokkarnir,
hava fingið gróðrarlíkindi
í sínum londum. UKIP, ein
ES-kritiskur
flokkur
úr
Stórabretlandi førdi millum
annað fram, at útlendingar
vóru ein beinleiðis hóttan
móti bretska samleikanum
undir valdystinum. Flokk
urin gerst størsti flokkur
í Stórabretlandi til valið.
Eisini í Fraklandi, Hollandi,
Belgia, Svøríki og Danmark
fingu flokkarnir við einum
strangum
útlendingapoli
tikki vaksandi undirtøku til
ES valið. Felags fyri øll lond
ini var tó, at valluttøkan til
ES valið var ógvuliga lág –
um 43 prosent.
Víðgongdu flokkarnir
meira ítøkiligir
Granskarin í evropeiskum
viðurskiftum og politiski
heimspekingurin,
Teresa
Pullano, vil vera við, at
hetta er tekin um, at víð
gongdu
flokkarnir
hava
verið dugnaligari at gera ES
viðkomandi fyri sínar velj
arar. Fløkti fyrisitingarligi
stovnurin kann tykjast ov
fjarur, og tískil óviðkomandi
fyri nógvar veljarar, sum av
tí sama ikki fara á val. Flokk
arnir, ytst úti á sínum ása,
hava hinvegin flutt kjakið
úr ES-politikki og inn á
tjóðarmál,
sum
viðkoma
borgarunum í ávísu lond
um. Tað er tí ikki óhugsandi
at veljararnir hjá hesum
flokkunum gerast lutfalsliga
nógvir í tali til lágu vallut
tøkuna annars, og fáa flokk
arnir sostatt parlamentariskt
framstig, heldur hon.
Í orðaskiftinum hjá flok
kunum,
fer
politikkurin
brádliga at snúgva seg um
klassisk og ítøkilig mál. Ar
beiðararættindi, samhalds
festi, fólkaræðislig luttøka,
integratión, landafrøðilig ogn
og fíggjarligur ójavni seta
dagsskránna enn einaferð,
sambært Pullano.
– ES-kjakið er klovið í
tvey.
Øðrumegin
kjakast
løgfrøðingar og búskapar
frøðingar við støði í bók
mentum um ES direktiv og
paragraffar. Hinumegin eru
tær
normativu
politisku
verkætlanirnar, sum sjáldan
snúgva seg um hvat ES er,
men heldur hvat ES eigur at
vera. Tað er hetta, sum hevur
størsta veljaratekki, sigur
Pullano við danska blaðið,
Information.
Eisini fólkslig mótmæli
Uttan fyri politisku skipan
ina, tekur víðgongda rákið
eisini dik á seg, og serliga
Pegida rørslan úr eysturtýska
býnum, Dresden, hevur verið
harðmælt mótvegis útlend
ingum.
Pegida
stendur
fyri
'Patriotrische
Europäer
Gegen die Islamisierung des
Abendlandes', sum, leysliga
týtt,
verður,
'Tjóðskapar
hugaðir
Evropearar
Móti
Islamgerðini
av
Vestur
heiminum'. Fimta januar í
ár, vóru ikki færri enn 18.000
fólk samlað undir Pegida
missónini til mótmælisgongu
í Dresden.
Týskland er annars tað
evropeiska landið, ið tekur
inn flest flóttafólk og til
flytarar, og hevur verið róst
fyri sítt tolsemi mótvegis
útlendingunum á altjóða
politiska
pallinum.
Mett
verður at áleið 20 prosent av
íbúgvunum í Týsklandi eru
av øðrvísi uppruna. Serdømi
eru býir sum Dresden, har
ógvuliga fáir útlendingar
eru at finna í fólkasaman
setingini – ikki færri enn
91 prosent av íbúgvunum
hava týskan uppruna. Fólka
samansetingin í Dresden
er sostatt at rokna sum
serstakliga einsháttað, ella
homogen.
Aktivisturin í Dresden,
Lutz Bachman, tók stig til
Pegida rørsluna í oktober
2014, og saman við stuðl
unum, meta tey Týskland
vera í vanda fyri at missa
sína judeo-kristnu siðvenju.
Høvuðshóttanin móti sið
venjuni er, sambært teimum,
vaksandi talið av muslimum
í Týsklandi. Tískil heita tey
á myndugleikarnir um at
herða krøvini til tilflytarar
og minka um rættin at
praktisera aðrar átrúnaðar í
Týsklandi.
Vegna breiðu orðingina
av
aðalendamálinum
hjá
rørsluni, eru tað fólk við sera
fjølbroyttari bakgrund, ið
savnast undir sama flaggi.
Øll frá víðgongdum fótbólts
óvættum og neonasistum
til fólk úr miðalstættini við
universitetsbakgrund teljast
millum
mótmælisfólkini.
Týsku
fjølmiðlarnir
boða
sostatt frá, at torført er at
Útlendingakritisku flokkarnir vunnu ES-tingvalið farna ár og ágangurin mótvegis útlendingum
í evropeisku londunum veksur eisini uttanfyri tingsalirnar. Fjølmiðlarnir eru farnir at spyrja
seg sjálvar hvørt tað eru tey fremmandu ella evropeararnir, sum sýna vantandi tolsemi
tolsemi
Vaksandi
fremmanda
ræðsla
í Evropa
Katrin Dalsgaard Nolsøe