Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 seta Pegida rørsluna í ein politiskan bás, men staðfesta, at nógvu álopini á moskur og vallaraheim, ið hýsa flótta­ fólkum seinastu tíðina, kunnu setast í samband við Pegida stuðlarnar. Pegida rørslan í Týsklandi hevur eisini fingið stuðlar, ið skipa fyri líknandi mót­ mælisfólki í øðrum londum í Evropa. Hagartil er rørslan at finna í fleiri ES londum, umframt í grannalondunum hjá okkum, Danmark, Noregi, Svøríki og 14. januar varð boðað frá Pegida stuðlum í Íslandi. Felags fyri móttøkuna av islam-kritisku rørsluni er, at hon fær størstu undirtøkuna í økjum, har fáir muslimar eru at finna. Í teimum størru býnum eru anti-pegida rørsl­urnar størri enn sjálvar Pegida rørslurnar. Hetta er eisini nakað, sum føroyski útisetin í Berlin, 24 ára gamla Katrin Dalsgaard Nolsøe, ásann­ar. Pegida ikki fasta­ tøkur í Berlin ­– Pegida rørslan hevur fylt nógv í fjølmiðlunum her í Týsklandi, men eg verði noydd at viðganga, at Pegida rørslan ikki hevur havt so ræðuliga stóran týdn­ing júst í mínum nærum­hvørvi. Í Berlin er tað heldur mót­ støðu­rørslan móti Pegida, ið er nógv størri enn Pegida rørslan sjálv. Tað gjørd­ist púra greitt til mót­mælis­ gonguna fimta januar, sum eg tíanverri ikki sjálv hevði møguleika at luttaka á. Hevði eg búð í Dredsen, har rørslan er nógv sterkari, hevði eg nokk fingið meira av rokinum við, sigur Katrin, sum lesur politikk- og sosio­ logi í Berlin. Berlin telist millum sjey teir fólkaríkastu býirnir í Evropa við fýra milliónum íbúgvum, og mett verður eisini, at millum 25-30 pro­ sent av íbúgvunum hava øðr­vísi uppruna enn týskan. Í mun til Dresden, er Berlin at rokna sum ein ógvuliga fjøl­b­royttur býur, har tað eisini fimm átrúnaðarligum bólk­um er lívi lagað. – Tað eru sjálvandi ymisk­ ar fatanir av hesum málinum, men tað kann eisini tulkast sum, at berlinbúgvar eru sera tolsamir, tá tað kemur til útlendingar. Tað hevur kanska eisini nakað við tað at gera, at Berlin hevur eina ógvuliga fjølbroytta samanseting av fólki. Her búgva, og hava leingi búð, so ræðuliga nógv fólkasløg síð um síð, og tað eru fá ghettoi­ seraði ella uppbýtt øki. Tað er ikki óhugsandi, at hetta lærir fólk læra at góðtaka onnur, sigur Katrin Dalsgaard Nol­ søe. Sama mánadag, fimta januar, tá ið Pegida stuðl­ arnir settu met við 18.000 mótmælisfólki í Dresden, varð eisini skipað fyri anti-Pegida tiltøkum. Í fólkafjølbroytta Berlin bliknaðu tey 400 Pegida viðhaldsfólkini aftur í móti teimum 4.000 anti- Pegida mótmælisfólkunum, ið vildu sýna útlendingunum samhuga. ­– Møguliga er Berlin eis­ini í hesum førinum eitt undan­ tak í mun til restina av Týsk­ landi. Man hoyrir ofta, at Berlin í grundini er eitt land fyri seg í, sigur hon. Men Pegida rørslan breið­ir seg um Evropa, og hvønn mánadag, samlast islam-mótstøðufólk kring evropeisku býirnir, ið nú eisini telja teir norður­ lendsku. Meðan eitt rák við fremm­andaræðslu tyk­iskt fáa fasta­tøkur í evrope­ iskum bý­um og lond­um við eins­háttaðum fólka­sam­an­ setingum, tykist mót­rákið trívast í fjølbroyttu sam­ an­setingunum. Tað skerst tó ikki burtur, at ræðu­ligar hendingar sum álopið á Charlie Hebdo í París, skapar gróðrarlíkindi fyri víð­gongd­ um aftursvari, eyðsæð við álopunum á moskur og flótta­fólkabýli kring Evropa. tolsemi Í 2007-2013 vóru 2.110 yvirgangsatsóknir* • 1.637 vóru framd av víðgongdum nationalistum og seperatistum (78 %) • 213 vóru framd av víðgongdum vinstrasinnaðum og anarkistum (11 %) • 181 álop, sum ikki kundu bólkast (9 %) • 12 vóru átrúnaðarliga motiverað (1 %) • 9 vóru framd av single issue aktivistum** (0.5 %) • 8 vóru framd av víðgongdum høgrasinnaðum (0.5 %) (Kelda: Europol) * eydnað, miseydnað og fyribyrgd álop eru øll tald við. ** felagsskapir, ið hava eittans mál. T.d. serstakt umhvørvismál ella djórarættindamál Evropeiskur yvirgangur Europol Fregnartænastan hjá Evropa Samveldinum. Viðtikið í 1998 – virkið í 1999. Høvuðssæti í Den Haag í Hollandi. Allar yvirgangsatsóknir verða fráboðaðar stovninum.