Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tolsemi Uppskotið um yvirtøku av útlendingaøkinum hevur ligið í Løgtinginum í 10 ár. 31. desember – Í nýggjársrøðu boðar løg­maður frá, at hann ynsk­ir at bjóða flóttafólki frið­skjól í Føroyum. 31. desember – Jørgen Nicla­ sen heldur ikki, at Føroyar eru búnar at taka í móti flótt­um. 2. januar – Gunnvør Balle tos­ar fyri yvirtøku av út­lend­ inga­økium 3. januar – Føroyska Am­ nesty deildin er fegið um ætlanirnar, men ilskast inná, at eingin ítøkilig tilgongd er skipað. Trupulleikin er viður­ kendur, men ikki við­gjørdur, halda tey. 3.–8. januar – fleiri leggja upp í kjaki umvegis lesarabrøv og viðmerkingar til greinar um evnið á in.fo. Flestu teirra stað­festa, at tey ikki vilja hava fólk við muslimskari trúgv at koma til Føroya, og fyri­halda seg sera atfinn­ ingar­samt mótvegis møgu­ ligari upptøku av flóttum í Føroyum. 6.–7. januar – Bæði for­ mað­urin í Havnar Ar­beiðs­ manna­felag, og sami í Havn­ ar Handverkarafelag, mæla til strangar reglur fyri út­ lendingar í Føroyum. Heldur skulu vit hjálpa føroyingum, halda teir. 7. januar – Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag sigur seg vera skelkaða av harða orða­skift­ inum, sum tekur seg upp í Før­oyum. 9. januar – Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil hjálpa neyðstøddum, og fegin hava arbeiðsamar út­ lendingar til Føroya, tó ikki flóttar. Hann sigur vandan vera, at hesi sympatisera við Islamskan Stat. 11. januar – Eivin Jacob­sen, tingmaður fyri Sam­bands­ flokkin, finst at Brandi Sand­oy, og sigur, at ein ikki skal lata seg stýra av ræðslu mót­vegis ekstremistum, tá ið tað snýr seg um at hjálpa neyð­støddum. 12. januar – Edmund Joen­sen, fólkatingslimur fyri Sam­ bands­flokkin, heldur ikki at tað er fíggjarliga for­svarligt at taka móti flótta­fólki í Før­ oyum. 12. januar – Helgi Abra­ hamsen, tingmaður fyri Sam­bandsflokkin, finst eis­ ini at 'antin øll ella eingin' kjak­inum viðvíkjandi flótta­ fólki. Hann heldur, at mill­ um­loysnin eigur at finn­ast. 13. januar – Johan Jacob­sen, fulltrúi á danska út­lend­inga­ stýrinum, sigur, at føroyska kjakið hevur skeiva fatan av hvørji flóttafólk kunnu koma. Sambært danskari lóg­gávu, eru tað ikki bert tey, sum eru verst fyri við størsta tørvi á viðgerð, og tískil kostnaðarmiklast, sum koma. Sambært honum, ber til at fáa flóttar til Føroya, ið eru rímiliga væl fyri. 14. januar – Løgmaður og Vinnumálaráðharrin siga seg vera sinnaðar at seta kann­ingararbeiði í verk fyri at útgreina flóttafólka­spurn­ ingin. 15. januar – Heini Olsen, sum hevur arbeitt saman við muslimum í samfull 16 ár, finst at harða føroyska orða­ dráttinum móti muslimum. Hann heldur, at muslimar av órøttum verða lastaðir fyri gerðirnar hjá fáum yvir­ gangs­monnum. Hyggja vit at fólkasaman­set­ ingini í Føroyum, gerst skjótt greitt, at tey eru ógvuliga fá í talið, sum ikki eru føroyingar ella hava norðurlendska bak­grund. Vegna høga talið av føroysk­um lesandi í Dan­mark, og før­oyingum í Danmark annars, er heldur ikki óhugsandi, at fleiri av teimum 3.459 føddu í Dan­ mark hava føroysk foreldur. Føroyingar, danir og grøn­ lendingar hava allir sama ríkisborgaraskap, og sostatt eru ikki færri enn 47.026 fólk, sum hava sama danskan ríkisborgaraskap í Føroyum – svarandi til heili 97 prosent av føroysku íbúgvunum. Størsti bólkurin av til­ fluttum – fyriuttan danir – eru eisini norðurlendingar. 227 av teimum búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 161 í Noregi og 156 í Grønlandi. Hyggja vit út um norðurlond, so er størsti bólkurin teir 117 filipsbúgvarnir og teimum á baki eru teilendingar við 104 fólkum. Tey eru sostatt einans 1.573 í tali, sum hava ríkis­borgara­ rætt uttan fyri danska ríkis­ felagsskapin – ella, einans trý prosent. Samanborið við norðurlendsku granna­lond­ ini hjá Føroyum, so hava vit nógv færri útlendskar ríkis­ borgarar, og munnu Føroyar, á henda hátt, helst teljast millum mest einsháttaðu – ella homogenu – samfeløg í heiminum. Innan sosialvísindi, er greitt, at einsháttað sam­ fe­løg, har flestu íbúgvarnir tosa sama mál, hava somu ment­anar­søgu og uppaling eisini fáa eina meira eins­ háttaða lívs-, etiska- og moralska áskoðan. Tískil er ein av vandunum í slíkum sam­feløgum, at fólk av øðr­ vísi uppruna hava trupult við at finna seg til rættis. Eisini er sannlíkt, at tey, sum búgva har framanundan eru meira xenofobisk – ella, vísa størri fremmandaræðslu – enn íbúgvar í samfeløgum, sum hava eina fjølbroyttari fólkasamanseting. Tað er van­ligt, at ein innrás av fremm­andum somuleiðis verð­ur tulk­að sum ein mink­ an av egnari mentanar­ saman­seting. Altso, eru sann­ líkindi, at íbúgvar í einum eins­háttaðum samfelagi onkurs­vegna stúra fyri, at tey fremm­andu koma at broyta fólka­saman­setingina í so stóran mun, at tey síggja fyri sær, at sið­venj­urnar fara at hvørva. Við øðrum orð­ um, førkast kjaki yvir á ein spurning um tol­semi mót­ vegis fjølbroytni. Í kjalarvørrinum av vaks­ andi undirtøku fyri víð­ gongdum-høgra flokk­um til ES valið, ið høvdu ein av­ markandi politikk mót­vegis fremmandafólki, varð týska Nora Langenbacher sett at útgreina hesi viðurskiftini í 2011. At slaka rættindini hjá fólki vegna uppruna, brek, átrúnað, málsliga dygd, polit­iska áskoðan ella kyns­ liga sannføring er nevni­liga í stríð við virkandi manna­ rættindini í ES. Sambært kanningini, hildu áleið helvtin av øllum evropearum, at tað vóru ov nógvir tilflytarar í teirra landi, og fleiri enn helvtin skýrdu Islam fyri at vera ein intolerantan átrúnaða. Ar­ beiðsbólkurin, ið orðaði ES frágreiðingina, sigur tað vera greiðan samanhang millum tolsemi mótvegis tilflytarum og fólki, sum hevur samband við tilflytararnar. Við øðrum orðum eru tey, við týttum sambandi við tilflytarar, og hava lættari við at seta álit á onnur umframt jaliga hugsan mótvegis fjølbroytni, eisini tey, sum sýna størst tolsemi. Fólkahagtøl í Føroyum 48.599 íbúgvar 42.916 fødd í Føroyum 3.459 fødd í Danmark 227 íslendingar 161 normenn 156 grønlendingar 117 filipsbúgvar 104 teilendarar Føroysk viðurskifti Løgmaður heldur nýggjársrøðuna 2014 Mynd: KvF Fólka­ hagtøl í granna­ lond­ unum Ísland 325.671 íbúgvar 1. januar 2014. 22.744 við øðrum enn íslendskum ríkisborgaraskapi. Altso nærum 7 prosent av íbúgvunum eru ikki íslendskir ríkisborgarar. 20-30 flóttafólk fáa friðskjól um ári. (Kelda: statice.is og Integrasjónsálitið 2011) Danmark 5.627.235 íbúgvar 1. januar 2014. 476.059 tilflytarar vóru í Danmark 1. januar 2014. Altso nærum 8,5 prosent av íbúgvunum vóru ikki danskir ríkisborgarar. 3.500 av hesum vóru flóttafólk. (Kelda: Danmarks Statistik) Svøríki 9.737.521 íbúgvar 31. oktober 2014. 2.001.900 tilflytarar vóru í Svøríki 31. desember 2013. Altso 20,5 prosent av íbúgvunum vóru ikki svenskir ríkisborgarar. 54.259 av hesum vóru flóttafólk. (Kelda: Statistiska centralbyrån) Noreg 5.109.056 íbúgvar 1. januar 2014. 633.110 tilflytarar 1. januar 2014. Altso góð 12,4 prosent av íbúgvunum vóru ikki norskir ríkisborgarar. 9.328 av hesum vóru flóttafólk. (Kelda: Utlendingsdirektoratet og Statistisk sentralbyrå)