mánadagur 19. januar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tolsemi
Moskeir og sharialógir, nei
annars takk.
Haldi heldur at tey sum hava
hug at gjalda fyri innvandrarar
kunnu tilmelda seg ein eyka
skatt (líka sum kirkjuskatturin)
og so kunnu teir pengarnir
fara oyramerktir til hasi
londini... eingin orsøk at taka
trupuleikarnir hendanvegin :)
Ja eg veit ikki um manne vil
abbabørnini hjá honum skulla
vaksa upp vid SHARIA-lóg. Og
fólk blíva hálshøgd á vaglinum
hvønn dag.
Allir muslimar eru ikki
terroristar, MEN allir
terroristar eru muslimar, so
boðskapurin er sólaklárur, Vit
skullu ongan flótta úr hesum
londum hava til Føroyar. Hjálpi
okkara egnu fyrst !!!
Viðmerkingar á facebook:
Klassiskt dømi um
fremmandaræðslu
Í einsháttaðum fólkasamansetingum trívist ræðslan fyri tí ókenda best, og skapar ofta
gróðrarlíkindi fyri ógrundaðum páhaldum, sigur Rógvi Olavson, mentanarsosiologur
Mortan Østerø
Gamlaárskvøld
setti
løg
maður hol á eina bløðru,
sum tykist hava verið full av
fremmandaræddari evju. Í
nýggjársrøðuni hjá sær, vildi
løgmaður seta føroyingar inn
í eitt altjóða høpi frá 2014, ið
vitnaði ógvusligan ágang
kring heimin. Fyri 2015, vildi
løgmaður kanna møguleikan
fyri, hvørt føroyingar ikki
kunnu veita flóttafólki polit
iskt friðskjól. Við hesum
ætlanunum, tók drúgt kjak
seg upp, sum spjaddi fólki í
tvær legur – tey sum gjarna
vildu veita hjálp og tey, sum
ikki vildu hoyra taluna um at
fáa fremmand fólk hendan
vegin.
Januar, sum er ein av
spakastu
mánaðunum
í
tíðindahøpi, gjørdist brád
liga á tremur við tilfari um
flóttafólk.
Undir
talgildu
tíðindunum á føroysku fjøl
miðlunum, gjørdu fólk dúg
liga vart við hvørjar avleið
ingar tað kundi fáa fyri
føroyska samfelagið at fáa
fólk við øðrvísi mentanum
enn tí føroysku til landið.
Verður hugt gjøgnum listan
við viðmerkingunum, gerst
skjótt greitt, at stórsti óttin
stendst av yvirgangi og víð
gongdum hugsanum. Hóast
einans 23 muslimar búgva
í Føroyum sambært Hag
stovuni, og Føroyar tískil ikki
hava stórvegis royndir av
muslimum, so er tað júst hes
um trúarbólkinum, ið helm
ingurin av viðmerkjarunum
stúra fyri at fáa til Føroya.
Vanligt at ræðast
tað fremmanda
Rógvi Olavson, mentanar
sosiologur heldur tað tó ikki
vera serliga løgi, at føroyingar
bera ótta fyri muslimum.
– Verða vit konfronterað
við eitthvørt ella einhvønn,
sum vit ikki skilja ella hava
stórvegis vitan um, so hava
vit menniskju lyndi til, at
fylla hetta tómrúmið við
ymiskum uppfatanum og
í grundini, fordómum. So
eg eri als ikki bilsin um, at
nógvir føroyingar kjakast
upp á handan mátan, sigur
Rógvi.
Hann ásannar, at tað eru
ávísar víðgongdar sannfør
ingar og hugsanir, sum kunnu
vera vandamiklar, sum eitt nú
víðgongdir islamistar, men
tað rættvísger ikki, at allir
muslimar verða flokkaðir
saman við hesum.
– Vit skulu ikki avvísa,
at tað finnast ideologiir og
áskoðanir, og summi vildu
sagt;
átrúnaðir,
ið
hava
vandamikil hugskot, sum
eisini verða fylgd av vanda
miklum fólki. Men tá ið
tað er sagt, so er tað eisini
skelkandi, at nógvar av við
merkingunum í føroyska
kjakinum, eru so ógvusligar
og generaliserandi, sum tær
eru, sigur Rógvi og tekur
fram álopið á Charlie Hebdo
sum dømi.
– Tað kann hugsast, at
hesir
yvirgangsmenninir
somuleiðis líða undir einari
líknandi fávitsku og tískil
taka undir við ógvusligum
páhaldum, sum verða rættað
móti vesturlendingum. Tað
er kanska motiverað av
einari yvirnátúrligari trúgv
– men tað ber sjálvandi bert
til at gita um, sigur Rógvi, og
vísir á, at við víðgongdum
hugsanum, verður ein noydd
ur at minna seg á, at tað
snýr seg um fá fólk, ið fylgja
hesum hugsanunum.
– Talan er sjálvandi um
ein minniluta, ið tekur undir
við somu áskoðan sum hesir
menninir, og tískil er meira
hóskandi
at
rópa
teirra
jihadismu fyri eina ideo
logiska grein innan islam,
heldur enn at bólka allan
yvirgang undir diffusa fe
lags heiti 'Islam', sum bara
er eitt paraply heiti fyri
túsundtals
átrúnaðarligar
hugsjónir. Men, hóast talan
er um ein minniluta, so varpa
fjølmiðlarnir nógv meira út
um hvat júst hesin muslimski
minoriteturin
fremur
av
yvirgangi, enn hvat muslimar
annars takast við.
Stórt tekki fyri
fjølmiðlarnir
– Tað er jú ikki bert jihad
isman, sum er ein vandamikil
ideologi, men hon hevur
onkursvegna eina ótrúliga
attraktión
fyri
miðlar
í
heimshøpi, og tað er eisini tað,
sum er meiningin við jihad
ismuni – altso at rúnarbinda
vesturlendskar miðlar við
alskyns ræðusøgum. Gjøg
num fjølmiðlarnar verður
sagt okkum nógv um hvat
jihadistar fremja av yvirgangi,
heldur enn yvirgang, ið er
motiverað av onkrari aðrari
ideologi. Vit kenna til dømis
hinduistiskar terroristar í
India, buddistiskir terroristar
í
Myanmar,
ella
'white
supremacy' bólkar í USA,
sum øgiliga ofta siga seg
hava kristna gudin á sínari
síðu, men sum øll moderat
kristin ivaleyst høvdu kallað
eina víðgongda ideologiska
grein av kristindómi, sigur
Rógvi.
23 muslimar í Føroyum
– Sjálvandi spælir átrún
aðurin Islam ein leiklut,
og tað kann vera, at meira
harðskapur er framdur í
navni Islams enn í øðrum
átrúnaðum, tað veit eg ikki.
Eins og aðrar mýtugrundaðar
dogmur er Islam á tremur
við hugskotum, sum als ikki
hóska saman við modern
aðari
vesturlendskari
og
demokratiskari
ideologi.
Tað er tó langt frá teksti til
handling, og tí skal øgiliga
nógv til, áðrenn eitt menn
iskja fremur so ógvusligan
harðskap.
– Tað er ikki bara teksturin
í koranini og yvirnatúrligu
sannføringarnar, men eisini
ørandi íløgur í madrassa-
skúlar í muslimsku lond
unum og nakrir politiskt
motiveraðir lærumeistarar,
sum eru atvoldin til, at vána
ligu hugskotini í koranini
hava vunnið so stóra hevd
í dag, og at harðskapurin í
tekstinum verður umsett
til harðskap í verki. Og, tá
ið vit reagera so hysteriskt,
sum nógvir føroyingar gera
á Facebook, so hjálpa vit
polariseringini, sum jihad
isman roynir at fremja í vest
urheiminum, sigur Rógvi.
Hóast tað eru ógvuliga
lítil sannlíkindi hjá føroy
ingum, at koma í samband
við muslimar í egnum landi,
so tykjast flestu atfinn
ingarsomu viðmerkingarnar
móti fremmandafólki taka
støði í fundamentalistiskari
islam. Sambært Rógvi Olav
son, er hetta er nakað, sum
eyðkennir samfeløg, ið hava
eina
heldur
einsháttaða
fólkasamanseting.
– Eg eri ikki serliga bilsin
av, at fremmandaræðslan
hjá føroyingum verður rætt
að mótvegis einari ókendari
mentan, sum hevur verið
grovt
uppteknað
í
fjøl
miðlunum. Føroyar er eitt
ógvuliga
klassiskt
dømi
um ein útijaðara, við ein
ari homogenari mentan og
fáum útlendingum. Í tílík
um samfeløgum er fremm
andaræðslan ræðuliga nógv
størri enn í støðum, har
man hevur nógvar ymiskar
mentanir. Hetta er nakað,
sum ger seg galdandi alla
staðni, sigur Rógvi og vísir á
Danmark og USA sum dømi.
– Samanbera vit størru,
fjølbroyttu býirnir í Danmark
við homogena útijaðaran,
ella 'den jyske hede', so síggja
vit sama tendens. Fremm
andaræðslan trívist betri
í homogenu býunum. Og
loyva vit okkum at taka eitt
ekstremt dømi, sum Nazi
Týskland, so hevði fremm
andahaturin hjá nasistunum
eisini nógv størri undirtøku í
útijaðaranum enn hann hevði
í teimum størru býunum. Í so
máta, er fremmandahaturin
í homogena føroyska sam
felagnum als ikki nakað ein
dømi, sigur Rógvi.
Rógvi Olavson
»
»
»
»