Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tolsemi Allah mælir til tolsemi móti øllum Mortan Østerø – Til allar tíðir kenna vit, at politisk stýri finna sær ein haturfugl fyri alla vanlukku í heiminum, og í løtuni tykist tað vera muslimar, sum lagt verður eftir, sigur føroyska Amina Poulsen, sum hevur livað sum ein muslimur í Dan­mark seinastu 25 árini. Hol varð sett á ein bar­ daga móti yvirgangi í 2001. World Trade Center tví­ burðabygningarnir høvdu verið fyri ógvusligum álop­ ið, og eftir stóð ein skelk­að amerikansk tjóð og vest­ur­ heimur við. Hetta gjørd­ist somuleiðis ein gjógv mill­um 'okkum' og 'tey'. Vestur­heimin og 'hini'. Í fjøl­miðlunum varð skjótt greitt, at andlitið á 'hinum', var tað á einum víðgongdum islam­isti. Tað, sum tykist hava fingið fasta­ tøkur í tíðinda­flutn­inginum, var, at ”allir muslimar eru ikki yvirgangsmenn, men allir yvir­gangsmenn eru mus­limar.” Í føroyska kjakinum við­ víkjandi flóttafólki er eisini gjørt greitt, at hesi júkanini er lívi lagað. Hildið verður av summum kjakarum, at Føroyar eiga at vera serliga varnar at taka inn muslimar, ið hótta føroyska samleikan við teirra vantandi tolsemi. – Eg skilji ikki, hvussu javna­tekn kann setast mill­ um islam og yvirgang. Tað er slettis ikki tað islam, sum eg kenni. Fyri meg er tolsemi púra sentralt í islam. Ein mynd upp á tað andaliga tol­semi, ið koranin eisini áleggur muslimar, var tá ið kristin, jødar og muslimar livdu síð um síð í Spania, sigur Amina Poulsen. Amina Poulsen var fødd Ann Poulsen, og fór móti end­anum av 1980unum til Dan­markar at nema sær víð­ari út­búgving. Hon ætlaði sær at gerast lækni, men fyri at sleppa inn til út­búgv­ingina, varð hon noydd til fyrst at vinna sær nøkur út­búgvingar­stig, sum kunnu vinn­ast umvegis arbeiðs­royndir. Ímeðan hon arbeiddi í Danmark, hitti hon algierska Djamel, sum var mus­limur, og hennara forvitni fyri átrúnaðinum leiddi hana fram á sjónbond og lesi­t­ilfar um Islam. Tey bæði giftust og fingu fýra børn saman, ið øll hava fingið nøvn úr Koranini. Tolsemi sentralt í islam Amina er framvegis búsit­ andi og starvast sum lærari í Danmark, men hon er ikki eins ílatin og flestu aðrir før­ oyingar í Danmark. Hon er í einum síðum kjóla, við long­ um ermum, umframt einum turri­klæði, sum fjalir hálsin og høvdi á henni. Einans and­ litið og hendurnar hjá henni eru sjónlig. – Eg havi tikið Guðs orð í Koranini til mín, sigur hon. Tað er eitt krav, at kvinnur fjala kroppin hjá sær, men eg kenni meg frælsa at vera ílatna soleiðis, og eg havi fulla virðing fyri øðrum mus­limskum kvinnum, ið ikki fjala kroppin hjá sær á sama hátt sum eg geri. Tað er upp til ein sjálvan at avgera. Islam er fyri meg ikki bert ein átrúnaður – tað er ein liviháttur. Tað er partur av øllum, sum eg geri í ger­ andisdegnum, sigur Amina. Á vegginum inni í stovuni hjá Aminu hongur ein mynd við arabiskum teksti. Hon hevur keypt myndina á einum sølutorgi, sum varð fyri­skipað í samhuga við palestinar, tá ið bumbuálop leikaðu á í 2008. Týtt til før­ oyskt, merkir arabiski tekst­ urin 'Allah er við teimum, sum eru tolin'. Tolsemi er eisini nakað, sum hevur stóran týdning fyri Aminu, og hon er kedd um, at nógv hava fingið eina fatan av, at islam ikki rúm­ar hesum tolseminum. Hetta er nakað, sum hon fyrst og fremst sær aftur í fjøl­miðlunum og vaksandi evropeisku undirtøkuni fyri víð­gongdum politiskum flokk­um, ið vilja herða út­ lend­ingalóggávur. ­– Teir fáu ekstremistarnir, ið fremja yvirgang, fáa stórt rúm í fjølmiðlunum. Hóast talan bert er um fáar minuttir í senn, so verður gjørt hyggj­ ar­anum ella lurtaranum greitt, at yvirgangsatsóknin er framd av víðgongdum islamistum, og sostatt verður brádliga vanligt hjá fólki at seta øll tíðindi um yvirgang og sjálvmorðsbumbur í sam­ band við islam. Av tí sama koma nógv fólk ikki at kenna islam á nakran annan hátt, enn myndina, sum tíðinda­ flutningurin teknar av mus­ limum, sigur hon. Vreingjað mynd av Islam Amina grundar sína útsøgn á evropeiska rákið seinastu árini, har víðgongdu flokk­ar­ nir hava fingið størri undir­ tøku. Serliga til ES vali farna ár, vóru tað fremmanda­krit­ isku flokkarnir, ið gjørdust atkvøðuslúkar. Nógvir av hesum flokkunum hava bein­ leiðis lagt eftir mus­limum, og ført fram fyri sínum velj­arum, at muslimar eru ein beinleiðis hóttan móti kristnu siðvenjuni í Evropa. Amina heldur hetta vera eitt ræðandi dømi um, at flokk­ arnir nýta fordómarnar hjá fólki sum eitt politiskt am­ boð. Sambært henni skal man ikki ferðast ov nógv søgu­bind aftur í tíðina fyri at síggja líknandi politikk. – Vit flyta okkum næstan aftur í nasista-tíðina, har tað er vorðið í lagi at leggja eftir einum ávísum bólki. Víðgongdu flokkarnir pro­ filera seg við at tekna eina ræðu­mynd av muslimum og spæla somuleiðis upp á for­dómarnar hjá fólki. Tað er heilt ræðandi at síggja hvussu væl tað hevur riggað, við vaksandi undirtøkuni fyri fremmandakritisku flokk­unum í øllum Evropa, sigur hon. – Um fólk ikki leita sær nærri kunning um islam, enn tað, sum fjølmiðlarnir bera teimum, verður myndin av islam ósakliga vreingjað. Alt tíðindatilfar er sjálvandi ikki islamofobiskt, men tað sum er, sigur fólki, at allir mus­ limar eru ein møgulig hóttan fyri trygdina – og enn­tá mentanina – hjá ikki-mus­ limum, sigur Amina, hørm á málinum. Tá hugt verður at hagtøl­ un­um frá evropeisku fregn­ ar­tænastuni, Europol, er eisini undrunarvert, at tað ikki eru fleiri skrásettar yvirgangsatsóknir í Evropa, sum standast av religiøsum ekstremistum. Europol, sum varð stovn­ sett í 1999, hevur lagt út frágreiðingar um yvirgang í Evropa síðani 2007. Í árligu hagfrøðiligu uppgerðunum, ger fregnarleiðarin fyri Euro­pol eina samanumtøku av farna evropeiska árinum, hvørj­um yvirgangur viðvíkir. Tað er eitt álvarsamt starv, sum bretski Rob Wainwright, fregnarleiðari, situr í, og á hvørjum ári skal skriva inn­gangin til hagtølini fyri yvirgang í Evropa. Í flestu frágreiðingunum skriv­ ar hann, at hóast fólk, myndug­leikar og fjølmiðlar í Evropa bera størsta óttan fyri funda­mentalistiskum is­lamist­um, so eru tað víð­ gongdu tjóðskapar­hugaðu fólk­ini, ið fremja nógv tann mesta yvirgangin í Evropa. Í hagtalsuppgerðini, eig­ur hesin bólkurin 78 prosent av øllum framdum yvir­ gangi í árunum 2007-2013. Til samanberingar, er eitt­ans prosent, av skrásetta yvir­ gang­inum, bólkað at vera átrúnaðarliga motiverað. Báðumegin hegnið Føroyska Amina Poulsen, er onkursvegna í einari heilt ser­ligari støðu. Øðrumegin er hon uppvaksin í eins­ hátt­aða, kristna føroyska sam­felagnum og hinumegin hevur hon búleikast í ein­um fjølbroyttum stórbýi, har hon fann eina nýggja trúgv. Hon er báðumegin tol­semis­ hegni. Einumegin er vestur­ lendski upprunin, ið summi meta vera Charlie Hebdo, hinumegin er andaligi part­ urin, ið onnur meta hótta tað framsøgufrælsi, ið Charlie Hebdo er vorðin ein ímynd av, síðani satirublaðið varð fyri yvirgangi. Tá ið eg togi samrøðuna inn á spurningin um tolsemi, og sambandi millum yvirgang og islam, tykist tað ikki vera fyrstu ferð, at hon skal verja sína religión fyri ikki at vera ein yvirgangsfelagsskapur. – Eg kenni slettis ikki til hesa ræðumyndina av islam. Sum flest onnur, haldi eg eisini, at yvirgangsfólk eru ræðulig, men tað er týdn­ ingarmikið at skilja sundur islam frá yvirgangi í huga­ heiminum hjá fólki. Yvir­ gangur hevur einki við islam at gera. Talan er heldur um ekstremistar, sum ognartaka religiónina, og brúka hana til sítt egna endamál. Júst sum eingin eigur at flokka øll kristin saman við Anders Behring Breivik, bert tí, at hann nýtti kristindómin til sítt víðgongda endamál, eigur heldur eingin at flokka allar muslimar við ekstremistar, ið spreingja seg sjálvar í luftina, sigur Amina Poulsen. Serliga muslimar tykjast vera lagdir undir fremmandaræðsluna kring heimin, har fáir ekstremistar sleppa at mynda allir muslimar í tíðindaflutningi og hugaheiminum hjá vesturlendingum. Føroyska Amina, ið hevur konverterað til islam, harmast um viðgerðina av islam Fødd Ann Poulsen 47 ára gomul (fødd í Havn) Býr í Herlev, Danmark Starvast sum lærari Konverteraði til Islam í 1989, og tók navnið Amina Islam: 23 muslimar í Føroyum (0.05 % av fólkinum) Triði minsti av tíggju trúarbólkum í Føroyum 1.8 milliardir muslimar í heiminum AMINA Mynd: KvF