mánadagur 19. januar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Altjóða Skrivastovan hevur upplýsandi fund um Nordplus umsóknirnar í Norðurlandahúsinum mikudagin 28. januar 2015 kl.19.00-21.00 við
serligum denti á Nordplus Junior og Nordplus Vaksin. Fyrrverandi luttakarar luttaka.
Umsóknarfreistin til allar partar av Nordplus-programmunum er 2. mars 2015
Spurnarsíðan
Umsóknarrunda til Nordplus 2015
spurningar og svar
Ofta hava føroyingar, sum hava fingið bræv
um upptøku til víðari útbúgving í Danmark,
ongan bústað fingið, hóast tey hava søkt um
kollegiíbúð í góðari tíð.
Hvat kann ein komandi lesandi gera fyri
at bøta um henda trupulleika?
Tað kann vera sera trupult at finna
bústað í Danmark og serliga í teimum størstu
býunum.
Alfa og omega: Tað ræður um at vera í
góðari tíð!
Okkara ráð:
– Skriva teg upp til íbúð so nógvastaðni sum
gjørligt, so tíðliga sum gjørligt. Tað kann
vera upp til eitt ár áðrenn lestrarbyrjan.
Tá tú søkir, skalt tú skriva, nær tú ætlandi
byrjar útbúgvingina. Fært tú tilboð um
eina íbúð í einum býi, har tað seinni vísir
seg, at tú ikki sleppur at lesa tað, sum tú
hevur ynskt, takkar tú nei til tilboðið um
íbúð (onkur annar verður glaður).
– Hugsa eisini um aðrar íbúðarmøguleikar,
t.d. privata leigu, búfelagsskap, lutaíbúð.
Tú kanst til dømis lesa um hesar møgu
leikar í bløðunum bæði í Føroyum og
í Danmark. Í Danmark m.a. í “Den blå
avis”.
Góð leinki til kollegiir í Danmark eru at finna
á ug.dk undir “Om at finde bolig”.
Her eru nakrar av heimasíðunum, ið víst
verður til:
• ungdomsboliger.dk
• kollegierneskontor.dk
• boliger.dk/kollegier.phpwww.lejebolig.dk
Her eru nakrar góðar heimasíður, um tú
kundi hugsað tær at leiga privat:
• findbolig.nu
• boligbutikken-for-ht.dk
Annars:
• Skriva teg upp til íbúð so nógvastaðni
sum gjørligt, skjótast gjørligt.
• Sig øllum, tú kennir, at tú leitar eftir
bústaði
• Fylg við bústaðarmarknaðinum í
bløðunum; bæði donskum og føroyskum
• Kanna uppslagstalvur í
supermarknaðum, á útbúgvingar
stovnum og á kollegium. Á kollegium og
útbúgvingarstovnum hugsa vit serliga
um framleigu í eitt styttri ella longri
tíðarskeið, tí sera nógv lesandi eru burtur
í lestrarørindum í eitt ávíst tíðarskeið og
ynskja tí at framleiga teirra íbúð, meðan
tey eru burtur
• Lýs og les í føroyskum bløðum
Spurningur
Eg havi nú funnið útav, hvat eg ætli mær at lesa víðari, og tí
veit eg, at eg má supplera í tveimum fakum. Eg ætli at gera
hetta sum sjálvlesandi í Føroyum. Hvussu skal eg bera meg
at?
Svar
Øll tilmelding sum sjálvlesandi fer fram hjá
Mentamálaráðnum. Far inn á innskriving.fo. Har stendur
millum annað:
Treytir fyri innskriving í miðnámsskúla:
1. Tú skalt sjálv/ur í seinasta lagi 1. februar 2015 hava
tosað við lestrarvegleiðara á skúlanum, tú hevur
innskrivað teg til sum sjálvlesandi.
2. Hevur tú ikki í seinasta lagi 1. februar 2015 tosað við
lestarvegleiðara og faklærara/r og avtalað fyribils
pensum, ert tú ikki innskrivað/ur til próvtøku, og
inngoldna upphæddin verður ikki goldin tær aftur.
3. Tú skalt í seinasta lagi 25. februar 2015 hava avtalað
endaligt pensum við faklærara/r í tí/teimum lærugrein/
um, tú hevur innskrivað teg til próvtøku í. Skúlin
vísir á faklærara. Bæði tann sjálvlesandi og faklærari
skulu í seinasta lagi 25. februar 2015 hava undirskrivað
pensumuppgevingarnar.
4. Tá ið tú innskrivar teg til próvtøku í lærugrein á A- ella
B-stigi, skalt tú í nógvum lærugreinum hava lokið stigið
beint undir. Uttan at hava lokið stigið beint undir, kanst
tú ikki fara til próvtøku. Tú skalt sjálv/ur skjalprógva,
at tú hevur lokið tey kravdu lægru stigini. Hetta ger
seg tó ikki altíð galdandi, og tí er tað sera neyðugt, at
tú tosar við vegleiðara um krøvini í teimum einstøku
lærugreinunum.
5. Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja lærugrein.
Meira útgreinað vegleiðing er eisini á: innskriving.fo
Á studentaskúlanum í Hoydølum eru eisini hesar treytir:
Tá tú hevur innskrivað teg á innskriving.fo, skalt tú
umframt prógv (nevnd omanfyri) eisini senda navnabræv/
dópsváttan til skúlan, og tá skúlin hevur móttikið hesi skjøl,
fært tú navn á lærarum, sum skulu føra teg til próvtøka, og
tú fært pensumlista.
Vinarliga, Holger og Bjørg
Spurningur um víðari lesnað
Eg havi nakrar spurningar viðvíkjandi umsókn til víðari
lesnað í 2015.
Um eg vil søkja onkra útbúgving gjøgnum kvotu 2 og eina
aðra útbúgvning gjøgnum kvotu 1, hvussu geri eg so?
Eg veit, at eg kann velja at raðfesta 8 ymiskar útbúgvingar.
Um eg t.d. vil søkja inn á RUC á míni 1. og 2. raðfesting
gjøgnum kvotu 2, men vil søkja gjøgnum kvotu 1 á míni 3.
raðfesting á CBS, hvussu geri eg tað?
Svar
Tað eru fleiri mátar at gera tað, sum tú spyrt um.
Tú søkir á optagelse.dk. Heimasíðan letur upp fyri
umsóknum 1. februar.
Um tú ikki hevur danskt cpr.nr. og NemID, tá tú søkir, mást
tú minnast til at senda eitt skjal, sum tú prentar út til
seinast í umsóknartilgongdini, tá tú søkir inni á optagelse.
dk. Eitt skjal skal sendast til hvørja útbúgving, sum tú
søkir inn á. Skjølini skulu undirskrivast og dagfesting
og staður skulu skrivast á. Skjalið skal vera frammi á
útbúgvingarstaðnum í seinasta lagi 15. mars fyri kvotu 2 og
5. juli fyri kvotu 1 kl. 12:00.
Fyrsti møguleiki
Tú kanst skriva øll tíni ynski á kvotu 2 umsóknina. Tí í
sambandi við allar umsóknir, verður mett, um tær kunnu
roknast sum kvotu 1 umsóknir. Tú missir einki við at søkja
inn á allar útbúgvingarnar, sum tú kundi hugsað tær at
søkt inn á, nú áðrenn 15. mars, ið er freistin fyri kvotu 2.
Næsti møguleiki
Tú kanst eisini bíða við at søkja inn á ta útbúgvingina,
sum tú ynskir á søkja inn á eftir kvotu 1. til aftaná 15. mars.
Hetta gert tú á “Ændringsprioriteringsskema”. Á tí kanst tú
broyta tínar raðfestingar og leggja fleiri útbúgvingarynski
afturat, um tú ikki hevur 8 frammanundan. Hetta skal
gerast áðrenn 5. juli á middegi. Soleiðis hevur tað eisini
verið onnur ár. Av góðum orsøkum hava vit ikki sæð
umsóknarbløðini og mannagongdirnar fyri 2015, so vit vita
ikki enn, um tað er broytt, men tað ber til at síggja eftir 1.
februar á optagelse.dk.
Vinarliga, Bjørg og Holger
Hvussu, nær og hvar kann ein komandi
lesandi leita eftir íbúð í Danmark?