mánadagur 19. januar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
global leadership summit
Danjal av Rana
Global Leadership Summit,
GLS, er ein tveir dagar long
leiðsluráðstevnu. Ráðstevnan
verður hildin hvørt ár í
Willow Creek samkomuni
uttanfyri Chicago, Illinois, í
USA. Fyrsta ráðstevnan varð
hildin í 1995. Tá vóru 2.200
leiðarar frá 300 ymiskum
samkomum til staðar. GLS
2014 er varpað út til nærum
200.000 luttakarar í 650 bý
um í 108 londum.
Grundhugsanin handan
GLS er hendan: At hjálpa kris
tnum leiðarum at mennast í
leiðslu og førleika til tess at
hava størri ávirkan í teirra
nærumhvørvi.
Umvegis fyrilestrar er
endamálið at geva luttak
arunum nýggjan íblástur og
at menna teir sum leiðar
ar á ymiskum økjum. Fyri
lestrarhaldararnir koma úr
ymiskum
samfelagsløgum
og størvum. Onkrir eru
samkomuleiðarar, aðrir eru
vinnulívsleiðarar. Hóast ráð
stevnan er skilliga kristilig,
so eru fyrilestrarhaldararnir
ikki neyðturviliga knýttir at
samkomum ella samkomu
lívi.
Fyrilestrarnir
av
ráð
stevnuni í Chicago verða
síðani vístir á stórskíggja
á øðrum GLS tiltøkum um
allan heim og vóru tað
hesar fyrilestrarnar, teir 400
luttakararnir í Norðurlanda
húsinum samlaðust um um
vikuskifti.
Á skránni í ár vóru fyri
lestrarhaldarar
sum
Bill
Hybles, ið stovnaði GLS av
fyrstan tíð, Carly Fiorina,
fyrrverandi
evsti
leiðari
í Hewlett-Packard og nú
leiðari av Good 360, ið er
heimsins størsti vælgerandi
felagsskapur og Tyler Perry,
sjónleikari, ið herfyri var
at síggja í Gone Girl, sum
varð vístur í Havnar Bio í
novembur. Undanfarin ár
hava millum onnur Bono,
forsangari í bólkinum U2,
Colin Powell og Condoleezza
Rice, sum bæði vóru uttan
ríkisráðharrar í stjórnunum
hjá George W. Bush, og
fyrrverandi forsetin í USA,
Jimmy Carter, verið millum
talararnar.
Kom til Føroya í 2008
Fyrsta
GLS-ráðstevnan
í
Føroyum varð hildin í 2008.
Leiðarar frá ymsum kirkjum
og samkomum høvdu ferð
ast til GLS-ráðstevnur aðra
staðni, men tóku tá stig
til at skipa fyri stevnuni
í Føroyum. Teir ynsktu at
geva fleiri føroyingum møgu
leikan at fáa hesa leiðslu
undirvísingina.
Tiltakið
fekk sera góða undirtøku, og
longu fyrsta árið var Norður
landahúsið fullsett til ráð
stevnuna.
GLS Føroyar hevur hesi
árini savnað leiðarar innan
kirkjur, samkomur, vinnulív,
sjálvbodnar
felagsskapir,
eins og politiskar leiðarar
til leiðslumenning og felags
skap við støði í kristna boð
skapinum. Aftur í ár sást
týðiliga, at luttakaraskarin á
GLS fevndi breitt. Har vóru
samkomuleiðarar, vinnulívs
leiðarar, leiðarar á almennum
stovnum,
løgtingslimir,
borgarstjórar,
fyrrverandi
løgtings- og landsstýrismenn,
fulltrúar og millumleiðarar,
eins og sjúkrasystrar, náms
frøðingar, lærarar, sunnu
dagsskúlalærarar og mið
námsskúlanæmingar.
Tørvur á góðum og
ídnum leiðarum
Rúni Rasmussen er formaður
í nevndini fyri GLS Føroyar.
– Endamálið við GLS Før
oyar er at kveikja og menna
leiðarar á øllum økjum.
Undirvísingin hvílir á krist
nari grund, men er nýtilig í
øllum leiðslustøðum, sigur
hann.
– Okkara samfelag hevur
tørv á góðum og ídnum leið
arum, sum tora at seta mál, at
møta avbjóðingum og megna
at motivera fólk at røkka
stórum málum í felagsskapi,
sigur Rúni Rasmussen, og er
hetta orsøkin til, at skipað
verður fyri GLS eisini í
Føroyum.
At kveikja og
leiða onnur
Um vikuskifti varð skipað fyri leiðsluráðstevnuni Global Leadership Summit í
Norðurlandahúsinum. 400 luttakarar samlaðust í tveir dagar til undirvísing um leiðslu.
Tummas Lauritsen, Miðvágur
Tummas Lauritsen luttekur aftur í ár á GLS.
Áður hevur hann verið virkin í at skipa fyri
tiltakinum, men so er ikki í ár. Kortini hevur
hann valt at koma sum luttakari aftur í ár.
– Eg haldi tað vera sera stuttligt, at ein
kirkjuleiðari í Chicago, sum heldur seg hava
nakað at geva, skipar fyri einum tiltaki, sum
breiðir seg um allan heimin, og nú eisini er
komið til Føroya, sigur Tummar Lauritsen.
Sjálvur er hann lærari á Tekniska Skúla
og kirkjuráðslimur og sigur, at hann fær
nógvan íblástur á ráðstevnuni, sum hann
sigur hevur verið sera væl fyrireikað.
– Mær dámar væl innihaldið í fyri
lestrunum, bæði til mítt starv sum lærari
og mítt embæti sum kirkjuráðslimur. Eg fái
fakligan íblástur, eins og at undirvísingin
er sera viðkomandi fyri mítt samfelag við
onnur menniskju, sigur hann.
Marius í Geilini, Svínoy
Hóast sín lutfalsliga unga aldur, so er
Marius í Geilini eisini luttakari á GLS í ár.
Hetta er aðru ferð, at hann er við á GLS.
– Hóast eg ikki havi nakað leiðarastarv
ella nakra leiðaraábyrgd nakrastaðni, so
haldi eg, at eg fái nógva viðkomandi undir
vísing á GLS-ráðstevnuni. Tað er ógvuliga
skjótt, at ein kann brúka okkurt av undir
vísingini í sínum egna lívi, sigur hann.
Marius á Geilini vísir á, at so skjótt ein
er saman við øðrum, so má onkur vera
leiðari á ein ella annan hátt, og tá kann tílík
undirvísing koma væl við.
– Í ár havi eg lært, at okkurt gott kann
koma burtur úr øllum umstøðum. Eg haldi,
at GLS kann gera stóran mun á øllum
samfelagsøkjum, og ikki einans innan sam
komurnar, sigur Marius í Geilini.