Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 global leadership summit – Vit droyma øll um eitt enn betri samfelag, eitt sam­ felag sum mennist. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Góð leiðsla skal til, og tí er góð leiðsla fyritreyt fyri menn­ing og broyting, sigur hann. Tó at ráðstevnan sjálv og undirvísingin á henni í stóran mun er bygd á kristnu trúnna, so heldur Rúni Ras­ mussen, at øll kunnu fáa ágóða av undirvísingini, líka­ mikið um tey kalla seg krist­ in ella ei. – Vit vóna, at undirvísingin fer at víðka sjónarringin hjá okkum øllum, tí tað er ein sannroynd, at eins og anda­ ligir leiðarar kunnu læra frá vinnulívinum, so kann vinnulívið eisini læra frá andaliga samfelagnum, sigur hann. Rúni Rasmussen heldur, at tað er týdningarmikið, at leiðarar alla tíðina royna at vera tilvitaður um, hvussu teir sjálvir kunnu gerast betri leiðarar. – Øll vinna, tá ein leiðari gerst betur. Góðir, eldhugaðir leiðarar eru lykilin til jaligar broytingar fyri alt samfelagið. Ein leiðari, sum stendur í stað, leiðir ongan. Hin góði leiðarin er tilvitaður um tørvin á sjálsvmenning og kveikjan fyri at kunna leiða og kveikja onnur. GLS er eitt átak, sum er við til at kveikja og menna leiðarar á øllum samfelagsøkjum. Missiónin hjá GLS er at geva íblástur og menna leiðarar innan kirkjur og samkomur og leiðarar sum heild, sigur Rúni Rasmussen. Ringa veðrið argaði Serstakt fyri GLS Føroyar er, at á hvørjum ári er ein føroyskur fyrilestur. – Í ár var triðja árið, at vit hava ein føroyskan talara, og hesaferð var tað Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, ið tosaði um at kveikja og verða kveiktur. Vit trúgva, at góðir føroyskir leiðarar eisini hava virðismikið íkast at geva øðrum leiðarum, sigur Rúni Rasmussen. Í fjør var Livar Nysted og greiddi frá um havrógving sína, með­an føroyski talarin fyri tveim­ um árum síðani var Njál Djurhuus. GLS Føroyar varð í ár nakað darvað av ringa veðri­ num, ið rakti landið hósdagin og fríggjadagin. Ráðstevnan varð tí útsett nakrar tímar, eins og at fyrilestrarnir fríggja­dagin vórðu stroym­ aðir á heimasíðuni hjá GLS Føroyar, so at tey, sum ikki høvdu møguleika at koma til Havnar orsaka av veðrinum, kortini kundu fylgja fyri­ lestr­unum. Sum nakað nýtt skipaði GLS Føroyar í ár fyri Ung- GLS, altso eini leiðslustevnu fyri ungdómin. Rúni Ras­ mussen greiðir frá, at vónin við Ung-GLS er at røkka teimum ungu, sum ikki koma á GLS-stevnuna sjálva. – Ung-GLS var sera væl eydnað, serliga tá hugsað verður um keðiliga veðrið. Knapt 300 ung vóru á Ung- GLS fríggjakvøldið og sóu nakrar fyrilestrar á stór­ skíggja, eins og ein samrøða var gjørd við ein føroyskan ungdómsleiðara. Umframt hetta var sangur og tónleikur á skránni. Vónin er, at vit við hesum kunnu kveikja tey ungu at gera ein mun og taka ábyrgd, har tey eru, sigur Rúni Rasmussen. Annika við Skipá, Tórshavn Annika við Skipá er á GLS fyri fyrstu ferð. Hóast maðurin hevur verið við fleiri ferð, so vildi hon ikki fara sjálv, tí hon helt, at tað var bert fyri leiðarar. – Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri leiðslu, men helt veruliga, at ein mátti hava eitt leiðarastarv, fyri at kunna luttaka á GLS, sigur hon. Annika við Skipá, ið er lærari og skúlavegleiðari, heldur, at undirvísingin hesar dagarnar hevur gagnað henni, bæði yrkisliga og persónliga. – Leiðsla hevur jú fyrst og fremst við menniskju at gera. Undirvísingin her kann nýtast í øllum samskifti við onnur, bæði tímiliga og andaliga, tí meginreglan í leiðslu er hin sama, líka mikið hvat títt arbeiðsøki er, sigur hon. Annika við Skipá sigur, at tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt frá bæði samkomu- og vinnulívsleiðarum hesar báðar dagarnar. – Eitt, sum eg havi bitið merki í er, hvussu stóran dent, fyrilestra­hald­ ararnir hava lagt á opinleika og eyð­ mjúkleika sigur hon. – Eg haldi, tað altíð er gagnligt við tílíkum íkasti sum GLS til kjakið um leiðslu. Tað fær teg at grunda á, hvat tú gert, og hví tú gert so. Tað skapar eitt tilvit í tær og fært teg at hugsa djúpri, sigur Annika við Skipá.