Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 Vilmund Jacobsen Kavin, sum legðist um part av Føroya landi upp undir endan av síðstu viku, hevði við sær, at koyr­andi var ikki eftir fleiri høvuðs­vegas­ trekkj­um. Har ringast vildi til, var hvørki koyrandi hós­ dagin ella fríggja­dagin – ja, so illa vildi til á veg­num til Vest­mannar, at vestmenn­ ingar og fólk, sum búgva í Vest­manna, men sum vóru »strandað« í Kvívík, at enda vórðu førd norður til Vest­ manna í báti. Í Vestmanna gekk nógvi kavin eisini út yvir nakrar av bátunum, sum lógu við bryggju. Tveir bátar sukku, og aðr­ ir vóru við at hoykna und­an nógva kavanum. Millum bátarnar, sum end­aðu á havsins botni í ógvu­sliga kavaveðrinum, var ein umleið 40 fót stórur stutt­leika­bátur – og ein minni bátur. Soleiðis, sum veður­lík­ind­ ini vóru, var rættiliga trup­ult hjá vestmenningum at gera nakað serligt fyri at um­gang­ ast tað, sum hendi við báta­ brúgvarnar. Seinnapartin í gjár – sunnu­dagin – eydnaðist at fáa bát­ar­nar uppaftur, og tað var sløkki­liðið í Vestmanna, sum stóð fyri bjargingini av bát­unum. vilmund@sosialurin.fo Sands bygdarráð hevur sam­tykt, at garður skal laðast um lendið, sum er velt og drenað til nýggjan kirkju­garð á Sandi. Tað var Finnleif Fagradal, sum stóð fyri at gera lendið klárt til kirkjugarð. Sambært samtyktini í bygdarráðnum skal nýggi kirkjugarðurin hava somu hædd sum hin verandi. Hann skal verða slætt lað­ aður á báðum síðum og hava tvey portur. – Ætlanin er at skipa ar­ beiði soleiðis, at tað verður lokal arbeiðsmegi úr Sand­ oynni, sum kemur at laða garðin, og ætlanin er at fara til verka sum skjótast. Í skrivi, sum er sent í hvørt hús á Sandi, sigur Sands kommuna, at sókn­ ast verður nú eftir egn­að­ um fólki, ið bjóðar seg fram at laða garðin. Sum skilst, fer hetta ar­ beiði væntandi at kosta einar 600.000 krónur. vilmund@sosialurin.fo Soleiðis, sum veðurlíkindini vóru, var rættiliga trupult hjá vestmenningum at gera nakað fyri at umgangast tað, sum hendi við bátabrúgvarnar í vátakavarokinum Sands bygdrráð ynskir, at tað verður lokal arbeiðsmegi úr Sandoynni, sum fer at laða nýggja kirkjugarðin á Sandi Stuttleikabátur á havsins botni Skikkað fólk at laða kirkjugarð Vørn leitar nú eftir skikkaðum eyg­ leiðarum til fiskiskip og onnur skip, ið eru tengd at fiskiskapi og ynskir, at fólk, ið hava hug at royna seg, seta seg í sam­ band við stovnin Nakrar oyggjar – eitt nú Nólsoy, Sandoy og Suðuroy – sluppu hesaferð undan stóra kavanum, men í Nólsoy sluppu tey ikki undan eystan­briminum Óstøðugt veður og lítil veiða Fimm línuskip eru til fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni. Tá verður streym­urin eisini harður. Línu­skipini hava mest av toski og hýsu. Tað veit Fiskamarkn­ aður Føroya at siga. Nøkur línuskip hava ligið, men fóru ætlandi út aftur um vikuskiftið. Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Flemish Kap. Frystilínuskipini munnu nú vera komin á fiskileið, tí tað vóru 14 dagar í gjár, síðan tey fóru úr Føroyum. Frystilínuskipini eru Klakkur, Eivind og Kambur og ísfiskalínu­ skipið, sum eisini er á veg vestur, er Váða­steinur, sum fór av­stað nakrar dagar seinni enn hini trý. Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin fer at harðna út á vikuna, men ein part av vikuni verður veðrið helst brúk­ iligt til útróður. Tí er eisini hugsandi, at nakað verður av út­róðri í vikuni. Partrolararnir koma inn at landa sum vikan gongur, men fiski­ skap­urin eftir upsa er fram­vegis smáligur. Nøkur pør hava eisini ligið við bryggju. – Tveir djúpvatns­ trol­arar eru nýliga byrj­aðir túr, og teir koma neyvan inn at landa hesa vikuna. Ein fiskar svartkalva og frystir veiðina um­borð. Restin av djúp­vatns­trolarunum liggja við bryggju. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trol­bátarnir ætlandi fóru út um vikuskiftið at fiska havtasku, og møguliga landar onkur síðst í hesi vikuni. vilmund@sosialurin.fo Millum bátarnar, sum komu illa fyri í Vestmanna í ógvusliga vátakavanum, var hesin umleið 40 fót stóri stuttleikabáturin, sum á myndini verður tikin uppaftur. Myndir: Birgir W. Høgnesen Tað fer helst at kosta einar 600.000 krónur at laða kirkjugarð á Sandi