mánadagur 19. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesaferð
valdi
landsstýrismaðurin
í
mentamálum at heiðra tvær kvinnur við
lívslangari sømdargávu. Tær vóru
Oddvør Johansen og Katrin Ottarsdóttir,
sum fáa hesa sømdargávu, 20.000 krónur
um árið, restina av lívinum.
Oddvør Johansen, sum ikki kundi vera til
staðar, segði í eini heilsan at heiðurin hevur
nógv at týða, bæði nú og framayvir.
Katrin Óttarsdóttir sigur, at hetta er
stórt fyri hana, og ikki minst kensluborið,
at tað er í Sandoy, har abbi hennara, Heðin
Brú, varð føddur. Eisini mamma hennara,
Hildigunn, dóttir Hákun Dam, var úr
Sandoy.
Virðislønirnar eru 20.000 krónur um
árið.
Eirikur Lindenskov
Myndir: Armgarð Weihe
Fríggjdagin var hátíðardámur í
Skálavík, tí Bjørn Kalsø, lands
stýrismaður
í
mentamálum,
handaði listafólkum tær tríggjar
virðislønirnar, Mentanarvirðisløn
Landsins, Heiðursgáva Landsins og
Virðisløn til ungt listafólk. Harum
framt fingu tvey listafólk eisini
sømdargávu.
M
entanarvirðisløn
Landsins
fekk Torbjørn Olsen, lista
maður. Í grundgeving at lata hon
um Mentanarvirðislønina segði
Bjøn Kalsø:
– Frá ungum árum hevur
Torbjørn Olsen arbeitt við máln
ingalist. Við tekningini sum grund
arlagi, hava málningar hansara
síðan fingið sítt týðandi pláss í
føroysku myndlistasøguni.
Torbjørn Olsen er virtuosi kolor
isturin í føroyskari myndlist.
Í
leikandi
lættleika
spæla
litirnir á løriftinum, har sterk
og kensluborin strok lyfta fram
komposisjónina, sum oftast hevur
støði í umhvørvi listamansins, ant
in tað er atelierið, býarmyndin ella
landslagið.
Nærløgdu
andlitsmyndirnar
lokka meistarliga fram persóns
menskuna í myndevnunum. Í
altartalvunum er komposisjónin
berandi og sterku litirnir gjøgnum
gangandi.
Torbjørn Olsen málar tað hann
sær og upplivir rundan um seg, men
tað er ikki tað konkreta motivið, ið
hevur týdning – heldur er tað upp
til áskoðaran at sansa rúmd, dýpd
og kenslur í málningunum.
Ljósið eigur høvuðsleiklutin í
málningum hansara.
Fyri listaligu avrik síni fær
Torbjørn Olsen handaða Mentanar
virðisløn Landsins 2014.
H
eiðursgáva Landsins 2014 fekk
tónleikabólkurin Tey av Kam
arinum. Í grundgeving fyri at lata
teimum
Heiðursgávu
Landsins
segði Bjørn Kalsø:
– Seksti ár eru síðan systkini
av Kamarinum, úr Konradsbrekku
í Havn, stovnaðu tónleikabólkin,
sum gjørdist kendur sum Tey av
Kamarinum.
Tey av Kamarinum hava í eitt
langt tíðarskeið ríkað føroyskt
tónleikalív við sínum sermerktu
sangum, har orð verða sett á
kenslur og støð, sum ættarlið eftir
ættarlið hava kent seg aftur í.
Nærvera og longsul í gerandis sum
í háfloygdum ástarrúsi er ævigt
lagt í teirra løg og sangir, til ugga
og troyst, gleði og róm, hugna og
frið. Staðbundið og um somu tíð
alheims fevnandi.
Tey av Kamarinum vóru við í
rákinum, tá fyrstu føroysku plátu
útgávurnar komu í kjalarvørrinum
av, at Útvarpið fór at senda í 1957.
Hesin sami pallur gjørdi, at tónleik
urin kom út í hvørt hús í Føroyum,
og skjótt gjørdist fólkaogn.
Tónleikalívið blómaði og Tey av
Kamarinum spældu til dans í nógv
ár. Síðan eru nógv ár runnin, og tvey
av systkjunum eru farin. Nú eru tey
Tvey av Kamarinum, men Tey av
Kamarinum eru framvegis livandi
partur av føroysku fólkasálini.
Fyri
tónlistaligu
avrik
síni
fáa Tey av Kamarinum handaða
Heiðursgávu Landsins 2014.
Tey av systkinum, sum eftir eru,
eru Nicolina Jacobsen, Eyðbjørn
Jakobsen,
Áslakkur
Jakobsen,
Jákup Jakobsen, Birgir Hjørleifsson
Jakobsen, sum er sonur Hjørleif
Jakobsen og Margretha Jakobsen,
sum tíverri ikki kundi vera her í
dag.
V
irðisløn til ungt listafólk 2014
fekk Mattias Kapnas, tón
leikari. Í grundgeving at lata honum
virðislønina segði Bjørn Kalsø:
– Evnaríkur og íðin og ein úr
mælingur á klaverinum. Mattias
Kapnas er ungur listamaður, sum
hevur tikið viðføddu gávurnar og
evnini í álvara, og longu tíðliga í
lívinum hevur hann tikið avgerð
um at lata tónleikin verða yrkisleið
sína.
Mattias Kapnas er sum tónleikari
sermerktur og nærlagdur. Hann
hevur dirvi at lata tónleikin floyma
og skil fyri at leggja løgini og sløgini
væl til rættis.
Til áhoyraran at njóta.
Við hesum fær Mattias Kapnas
handaða Virðisløn til ungt listafólk
2014.
Torbjørn Olsen,
Tvey av Kamarinum
og Mattias Kapnas
heiðrað í Skálavík
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handaði fríggjadagin mentanarvirðisløn Landsins,
Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk á hátíðarløtu í Deplinum í Skálavík
Oddvør Johansen og Katrin Óttarsdóttir
fáa lívslanga sømdargávu