mikudagur 30. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 122 - 30. juni 2004
Nr. 122 - 30. juni 2004
3
Hálvthundrað fólk
møttu á kunning-
arfundinum
»Slaktigóðska á
alifiski, sum Fiska-
aling og EWOS
skipaðu fyri í
síðstu viku
ALING
Tíðindaskriv
Týsdagin 22. juni boð-
aði Fiskaaling og EWOS
til kunnningarfund við
heitinum »Slaktigóðska
á alifiski«. Vinnan tók
sera væl undir við
fundinum og møttu um
50 fólk frá so gott sum
øllum alifyritøkunum í
Føroyum. Hesin fundur
var partur av verkætlan
ið Fiskaaling arbeiðir
við innan sama evni.
Verkætlanin ber heitið
»Góðska og strongd á
alifiski frá ringi til
slakt« og er hon ein
samstarvsverkætlan
millum PRG í Gøtu,
Kryvjing í Klaksvík,
Sørvágslaks í Sørvági
og Fiskaaling. BP Amo-
co hevur fíggja verkætl-
anina.
Tað var serfrøðingurin
Dave Robb frá EWOS
innovation ið helt fund-
in. Dave hevur gjørt
doktararitgerð
innan
slaktigóðsku og hevur
drúgvar royndir innan
hetta øki frá millum
annað Kanada, Chile,
Bretlandi og Noregi.
Evnini sum vóru tikin
upp á fundinum vóru
dioxin í alifiski, vege-
tabilsk ráevni í alifóðri
og
hvørja
ávirkan
strongd og handfaring
hava á góðskuna á flak-
inum. Tað var serliga
hetta síðsta ið vigaði
tungt
á
fundinum.
Royndir vísa, at hand-
faring áðrenn slakt hev-
ur stóra ávirkan á góðsk-
una á flakinum. Øktar
vøddarørslur við tøku
gera at fiskurin brúkar
orkuna í hvítu vøddun-
um og fara vøddarnir
yvir til at framleiða
mjólkasýru. Hetta ger at
pH’ið í vøddunum fellir.
Stór
broyting
hevur
negativa ávirkan á lit,
spalting og fastleika á
flakinum. Greitt varð
frá, hvussu handfaringin
frá ringi til slakt kundi
gerast á ein hátt, ið er
minni strongjandi fyri
fiskin. Dave greiddi frá
slóðbrótandi slaktilinju,
sum hann hevði verið
við til at ment í Skot-
landi. Eisini varð lagt
fram um blóðgilinjuna,
ið Rógvi Nielsen hevur
útviklað. Henda mask-
ina hevur víst seg at
hava sera góða ávirkan á
bæði góðsku og um-
hvørvið.
Fundurin lýsti hvussu
ein lítaleys tøkumanna-
gongd kundi økja mun-
andi um góðskuna á før-
oyskum alifiski.
Mikudagin 30. juni
kemur eitt ferðafólka-
skip á Havnina, og tað
verður stóra general-
royndin til altjóða
reglurnar, sum koma
í gildi hósdagin 1.
juli. Strongu reglur-
nar siga, at atløguøki,
har ferðamanna- og
farmaskip úr altjóða
sjógvi leggja at, skulu
avbyrgjast. Tískil
verður molin nú
stongdur. Av havnar-
skrivstovuni frættist,
at alt er klárt
ALTJÓÐA REGLUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit eru klárir til tíðina,
staðfestir Jónsvein Lam-
hauge beinanvegin, tá hann
verður spurdur um, hvussu
tað gongst við fyrireiking-
unum á molanum. Altjóða
reglurnar um, at øll at-
løguøki, ið taka ímóti
ferðamanna- og farmaskip-
um úr altjóða sjógvi, skulu
verða avbyrgd, koma nevni-
liga í gildi hósdagin 1. juli.
Men lata borgararnir í
Havnini sær lynda, at molin
verður stongdur?
– Vit hava hoyrt okkurt
lítið knarr frá ónøgdum
havnarborgarnum, men tað
hevur allíkavæl ikki verið
nakað serligt. Tey spyrja
hví vit noyðast at steingja
molan heilt, men tá vit so
greiða teimum frá, at hetta
eru altjóða reglur, sum
skulu tryggja ímóti yvir-
gangi, so skilja tey tað
betur. Vit fáa heilt einfalt
einki gjørt við tað, tí
soleiðis eru reglurnar, sigur
hann.
Jónsvein sigur víðari, at
alt er komið uppá pláss, og
at vakt verður sett á keiøkið
frá mikudegnum 30. juni at
rokna. Tey, sum arbeiða fyri
skipafeløgini og trailarafør-
arar, sum mugu út á molan
í arbeiðsørindum, hava øll
fingið útflýggjað eitt id-
kort, sum gevur teimum
atgongd til keiøkið. Onnur,
sum ætla sær út higar,
mugu tosa við vaktina
fyrst.
Jónsvein sigur tó, at
hegnið og vaktirnar ikki
áttu at verið nøkur kollvelt-
ing fyri havnarborgarar.
– Tað hevur verið bannað
at farið út á molan í langa
tíð. Tað eiga øll at vita, sum
duga at lesa skelti. So hóast
altjóða reglurnar koma í
gildi nú, so áttu hesi hegn-
ini ikki at gjørt so stóran
mun, sigur hann.
Álvarsamt forboð
Á Havnarskrivstovuni eru
teir noyddir at fylgja al-
tjóða reglunum, men Jón-
svein sigur, at teir ikki ætla
sær at vera óneyðuga
strangir.
– Vit vóna, at borgararnir
fara at respektera forboðið,
so hetta fer at ganga so væl
sum gjørligt. Allarhelst fer
tað at verða onkur smá-
trupulleiki, tí hetta er jú
nýtt fyri øll, bæði arbeiðs-
fólkið á molanum, vaktir-
nar og okkum. Men nú taka
vit mikudagin sum eina
generalroynd, og so fáa vit
at síggja hvussu tað gongur.
Vit fáa eitt stórt ferða-
fólkaskip á Havnina tá, so
tey koma at verða okkara
fyrsta veruliga uppgáva.
Øll eru sitt sindur ósikkur,
men nú fáa vit at síggja
hvussu tað verður, sigur
Jónsvein. – Vit hava í øll
førum alt tað praktiska upp
á pláss.
Hann sigur, at allar havn-
irnar í Føroyum hava havt
gott samstarv í sambandi
við hesa reglugerðina. Tos-
að hevur verið um manna-
gongdir o.t., soleiðis, at
allar føroyskar havnir bera
seg at á sama hátt, tá al-
tjóða skip leggja at.
– Vit hava umrøtt hvussu
vit skulu uppføra okkum í
ymsu
støðunum,
sum
kunnu
uppstanda.
Um
havnirnar
ikki
verða
góðkendar, kann tað jú fáa
álvarsamar fylgjur -bæði
fyri havnina og skipini,
sum leggja at. So vit vóna
veruliga eisini, at borgarar-
nir fara at taka hetta for-
boðið í álvara.
Jónsvein sigur, at um
onkur ørindaleysur hóast
alt fer sær ein túr inn á
stongda økið, verður hetta
sektað.
– Hetta er jú ein lóg, og
brot á lógina kann meiri
enn so viðføra at løgreglan
kemur uppí leikin. Hetta
forboðið má tí takast í
størsta álvara, leggur hann
at enda dent á.
BARNATILTAK
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið kl 19.00,
verður stórt barnatiltak í
Ítróttarhøllini í Vestmanna.
Tað vera teir báðir Ásbjørn
og Absalon, ið koma at
undirhalda við gykli og
búktaling.
Umframt tað koma Hans
Michael og Finn at syngja
barnasangir, har børnini
sleppa at luttaka.
Hetta tiltak var á eisini á
Norðoyastevnu, og hepn-
aðist tað sera væl. Nú fáa
so børn og vaksin í mið-
staðarøkinum, eisini møgu-
leika fyri at uppliva hesa
stuttligu og spennandi sýn-
ing.
Atgongumerki á 50kr
fáast við dyrnar. Tiltakið er
fyriskipa av VÍF.
Kunningarfundur um
slaktigóðsku á alifiski
Stórt barnatiltak á Fjarðastevnu
Generalroynd á molanum
Øll, ið ikki hava dagliga gongd og serligt id-kort, skulu nú spyrja vaktina um loyvi at sleppa inn á keiøkið á molanum. Her sæst
búrið, ið vaktin framyvir fer at halda til í, tá mest trafikkur verður. Um næturnar og tá lítið av trafikki er, verður økið heilt
einfalt stongt
Mynd: Jens Kristian Vang
Havnar Jazzfelag
skipar í hesum
døgum fyri árliga
Jazzfestivalinum.
Hetta er fyrstu ferð í
20 ár, at slóðbrótarin
innan føroyska jazz
tónleik, Brandur
Øssursson, ikki er
høvuðsfyrireikari av
festivalinum
HAVNAR
JAZZFESTIVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Mangir
føroyskir
jazz-
fjepparar
stóðu
í
fjør
spyrjandi, tá fyriskiparin av
Tórshavnar Jazz, fólka og
b l u e s - f e s t i v a l i n u m ,
Brandur Øssursson, valdi at
stinga í sekkin og flyta av
landinum.
Slóðbrótarin
innan føroyskan jazztónleik
hevur skipað fyri Jazz-
festivalinum síðan 1984, og
framtíðin hjá festivalinum
sá døpur út, tá høvuðsfyri-
reikarin seinastu 20 árini,
Brandur Øssursson, takkaði
fyri seg í fjør
Tónleikaáhuga
kunnu
kortini í hesum døgum
fegnast um, at tað hevur
eydnast limunum í Havnar
Jazzfelag at fáa ein spenn-
andi og áhugaverdan jazz-
festival á føtur aftur í ár.
Alla vikuna til sunnu-
kvøldið hava tónleikaáhuga
ein gyltan møguleika at
hoyra spennandi og fjøl-
broyttan tónleik í Havn.
Fevnir breitt
Eins og undanfarin ár fevn-
ir tónleikurin á jazzfestival-
inum rættiliga breitt. Skráin
er fjølbroytt, og talan er um
fleiri ymiskar tónleika-
greinar á jazzfestivalinum.
Umframt fjølbroyttan jazz-
tónleik, verður møguleiki
at hoyra fólka, rokk, popp,
funk og bluestónleik á
festivalinum.
Av spennandi útlendsk-
um nøvnunum kunnu nevn-
ast danski bólkurin New
Jungle Orchestra og U.L.C.
Føroyingar eru væl umboð-
aðir á jazzfestivalinum í ár.
Tað hevur eydnast fyrireik-
arunum at savna nostalg-
isku Kræklingarnar saman
aftur, og millum onnur før-
oysk nøvn kunnu nevnast
Enekk, Eivør Pálsdóttir,
Høgni Lisberg, Headache
Blues Treo, Tjant, Sigrid
Rasmussen
og
Gunnar
Guttesen, Hanus G. Johan-
sen og Búi Dam Quintett.
Meira fólksligt
Fyrireikararnir av Havnar
Jazzfestivali siga, at teir í ár
hava lagt seg eftir at fáa
tónleikin so langt út til
áhoyrarnar sum gjørligt,
sum teir málbera seg.
Konsertirnar eru ikki bara í
Norðurlandahúsinum, men
eisini á Listaskálanum,
Sjónleikarhúsinum,
á
smærri spælistøðum í Havn
og í gongugøtunum longur
Fyrireikararnir siga, at tað
er ein stórur munur hjá
tónleikarum at spæla í eitt
nú Norðurlandahúsinum og
á Café Natúr.
– Spælir tú eina konsert
er tónleikurin skipaður í
odd og egg. Á eini café er
alt meira leyst, og tónleik-
ararnir hava betri møgu-
leikar at taka sær av løttum,
fortelja Ólavur Olsen og
Heðin Ziska Davidsen,
tveir av fyrireikarunum av
Havnar Jazzfestivali.
Grottotúrar
Á
jazzfestivalinum
fáa
áhoyrarar ein forkunnugan
møguleika at hoyra tónleik-
in framførdan á ein heldur
øðrvísi hátt. Í gjár, hós-
dagin og sunnudagin verð-
ur skipað fyri sonevndum
grottotúrum út í Hest.
Talan er um ein fimm
tíma langan túr við Norð-
lýsinum, har eitt av útl-
endsku nøvninum á festi-
valinum framførir sín tón-
leik. Hósdagin og sunnu-
dagin spæla ávikavist New
Jungle trio og Anders Fag-
berg. Báðar dagarnar verð-
ur loyst frá landi klokkan
13, og túrurin verður til
klokkan 18.
Tilgongd
Fyrireikingar á Havnar
Jazztónleiki lata væl at
støðuni
hjá
føroyskum
jazztónleiki í løtuni. Sein-
asta árið eru fleiri frálíkir
jazztónleikarar lagdir aftur-
at teimum í Føroyum, og
tað hevur økt um møguleik-
arnar hjá jazztónleikinum í
Føroyum.
Millum
nøvnini,
ið
seinnu árini hava verið
búsitandi uttanlands, men
farna árið hava vent nøsina
heimaftur, kunnu nevnast,
Arnold Ludvig, Brandur
Jacobsen og Ólavur Olsen.
Meira fæst at vita um
jazzfestivalin
á
www.havnarjazzfestival.-
com
Lyfta arvin eftir Øssursson
Brot úr
skránni fyri
Havnar
Jazzfestival
Týsdagur 29.juni
Grotto kl. 13-18:
Kannaste
Ojajarvi
Quartet
Niels Finsensgøta kl.
15:
Búi Dam Quintett feat.
Kári Sverrisson
Nicholas Hill and The
Universals
Norðurlandahúsið kl.
19.30:
Enekk
Spælimenninir
Eivør Pálsdóttir
New Jungle Orchestra
Kannaste
Ojajarvi
Quartet
Mikudagin 30. juni
Niels Finsensgøta kl.
15:
Kræklingar
Listaskálin kl. 19:
Hans Petur Kvintett
Tjant
Tómas R. Einarsson
Hósdagin 1. juli
Grotto kl. 13-18:
New Jungle Trio
Niels
Finsensgøta
kl. 15:
SAMBA-nds-MENN
Sjónleikarhúsið kl. 19:
RUN
Hanus G. Johansen
Nicholas Hill and The
Universals
Fríggjadagin 2. juli
Niels Finsensgøta kl.
15
Tórshavnar Big Band
Føroya Klarinettorkest-
ur
Sjónleikarhúsið kl. 19
U.L.C. Kvintett
Høgni Lisberg Band
Búi Dam Quintett feat.
Kári Sverrisson
Leygardagin 3. juli
Niels Finsensgøta kl.
15
Høgni Lisberg
Sjónleikarhúsið kl. 19
Tórshavnar Big Band
Mega Tsunami
Gó Gó Blús
Lena Andersen, James
Olsen og Arnold Ludvig
Trio
Sunnudagin 4. juli
Grotto kl. 13-18
Anders Hagberg
Listaskálin kl. 16
Sigrid Rasmussen og
Gunnar Guttesen
Limirnir í Kræklingum vóru við at stovna Havnar Jazzfelag í 1975. Bólkurin eru nostalgiska ísletti á festivalinum í ár
Føroyski bólkurin, Tjant,
verður at hoyra í
Listaskálanum mikukvøldið.
Bólkurin lat í fjør sína fyrstu
fløgu úr hondum
Uni R. Debess, Edvard N. Debess og Rógvi á Rógvu manna bólkin, Headache Blues Treo, sum
seinasta árið hevur verið sera virkin. Headache Blues Treo verður at hoyra á Havnar Jazzfestival
í ár
C
M
Y
K
3
2