Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 122 - 30. juni 2004 Nr. 122 - 30. juni 2004 5 Avgerðin um løgregluna nærkast Danski løgmálaráð- harrin Lene Espersen hevur svarað fyri- spurningi um mið- savnan av føroysku løgregluni, og tað tykist nú verða greið- ari enn nakrantíð, at sýslumansembætið í Vestmanna verður flutt til Havnar, með- an stórar skerjingar skulu fremjast á pol- itistøðini í Vágum LØGREGLAN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Miðskeiðis í apríl tók stríð seg upp um føroysku løg- regluna í fjølmiðlunum. Tjóðveldispolitikararnir Høgni Hoydal og Heidi Petersen settu síðani fram fyrispurningar á fólkatingi og í løgtingi um ætlanirnar at miðsavna føroysku løg- regluna, og Mogens Nepper Christensen fúti váttaði tá, at ætlanir vóru um broyt- ingar. Sýslumansembætið í Vestmanna skuldi sambært fútanum flytast til høvuðs- staðin, og skerjingar skuldu fremjast í løgreglumann- ingini í Vágum, har átta fólk í løtuni starvast. Ongar uppsagnir Eftir fyrispurningar er svar nú loksins komið frá danska løgmálaráðharran- um Lene Espersen, sum hevur vent sær til fútan í Føroyum og løgregluovast- an í Danmark. Svarið hjá løgmálaráðharranum er tí í stóran mun sitat frá før- oyska fútanum og danska løgregluovastanum, og hóast eingin avgerð er tikin, tykist tað vera greiðari enn nakrantíð, at stórar broyt- ingar skulu fremjast í Vág- um og í Vestmanna á løg- regluøkinum. Fútin í Føroyum, Mogens Nepper Christensen, heldur í svarinum hjá Lene Esper- sen fast um somu sjónar- mið, sum áður hava verið frammi: At sýslumansem- bætið í Vestmanna skal flyt- ast til Havnar, og at broyt- ingar og skerjingar skulu fremjast á løgreglustøðini í Miðvági, men at støðin tó skal varðveitast. í svarinum hjá Lene Esp- ersen sigur fútin í Føroyum, at hann heldur fast um hesa áskoðan, men at talan tó ikki verður um uppsagnir í Vágum. Tað eigur sambært honum at bera til, at starvs- fólk heldur skulu flytast, og álitisfólk og fakfólk skulu takast upp á ráð, áðrenn av- gerðir verða tiknar, sum koma at ávirka starvsfólk- ini. Sum heild tykist tað tó vera greitt, at tað ikki leingi afturat vera átta starvsfólk á løgreglustøðini í Miðvági. Arbeiðsbólkur Men broytingarnar í før- oysku løgregluni hava leingi verið á veg. Mogens Nepper Christensen ger í svarinum hjá Lene Esper- sen eisini vart við, at hann hevur sett ein føroyskan ar- beiðsbólk at kanna møgu- leikar fyri broytingum, sum sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, hevur staðið fyri. Arbeiðsbólkurin er eisini komin fram til úrslit, og niðurstøðurnar eru somu- leiðis, at sýsluembætið í Vestmanna eigur at verða niðurlagt og flutt til Havn- ar, og løgreglumanningin í Miðvági skal skerjast. Orsøkin til hesar fram- tíðarætlanir eru at finna í infrastrukturellu broyting- unum. Undirsjóvartunnilin broytir trygdarligu umstøð- urnar í Vágum, og tað tyk- ist sambært niðurstøðuni hjá arbeiðsbólkinum ikki vera neyðugt við átta starvsfólkum á støðini í Miðvági. Arbeiðsbólkurin mælir sostatt Mogens Nepper Christensen til at fremja effektiviseringar og rationaliseringar í Vágum, hóast løgreglustøðin sjálv skal varðveitast. Mótstøða Umframt ónøgd frá fleiri politikarum er talan eisini um innanhýsis ósemju hjá løgregluni í Føroyum. Limir í stýrisbólkinum hjá løgregluni fyri komandi broytingar í Vágum og Vestmanna hava víst á, at frágreiðingin hjá arbeiðs- bólkinum ikki eru haldgóðar. Orsøkin til misnøgdina er, at arbeiðsbólkurin við Sommer Joensen á odda ikki hevur viðgjørt vandar- nar við skerjingunum í Vágum og avtøkuni av sýslumansembætinum í Vestmanna. Í svari sínum til løgmála- ráðharran ger fútin vart við, at hann tí ikki treytaleyst ætlar at fylgja tillmælinum hjá arbeiðsbólkinum, men hann hevur framvegis ta fatan, at broytingar eru neyðugar í Vágunum og Vestmanna. Nú fer Mogens Nepper Christensen so at viðgera málið saman við danska løgregluovastanum, áðrenn nøkur avgerð verður tikin frá teirra síðu. Fútin fær undirtøku Í stuttari viðmerking í svar- inum hjá Lene Espersen til Høgna Hoydal sigur danski løgregluovastin, at hann tekur undir við ætlanum um broytingar í Vágum og Vestmanna, men at hann ynskir at fáa kjak í lag við føroysku løgregluna um spurningarnar. Sambært honum er aðalendamálið at tryggja øllum eina professionella og effektiva løgreglutæn- astu, eisini við støði í broytingunum í føroysku samferðsluviðurskiftum. Niðurstøðan tykist vera, at sýsluskrivstovan í Vest- manna fer í søguna, og skerjingar verða gjørdar í løgreglustøðini í Vágum. NATO- støðin kanska niður- leggjast Danski verjumála- ráðharrin hevur svarað fyrispurn- ingi frá Høgna Hoydal um fram- tíðar NATO-virk- semi í Føroyum, men enn er eingin avgerð tikin NATO Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 16. juni setti føroyski fólkatingslimurin Høgni Hoydal danska verju- málaráðharranum fyri- spurning um framtíðar NATO-virksemi í Før- oyum. Upprunin til fyri- spurningin var nýggj donsk verjupolitisk semja um eitt uppskot, sum m.a. hevði til enda- máls at skerja hernaðar- liga virksemið í Føroy- um við sparingum fyri eyga. Hetta merkir, at NATO- støðin í Mjørka- dali møguliga verður niðurløgd. Eingin avgerð tikin 23. juni kom svar frá danska verjumálaráð- harranum Søren Gade um ætlanirnar hjá donsku stjórnini við- víkjandi sparingum og møguligari niðurlegging av Nato-virkseminum í Føroyum. Søren Gade vísir á, fyrst skal breið semja finnast um ætlan- irnar at niðurleggja NATO-støðina í Føroy- um, og at føroyska stjórnin skal takast við uppá ráð, áðrenn nøkur avgerð verður tikin í málinum. Søren Gade sigur, at spurningurin um víðari NATO-virksemi í Før- oyum skal avgreiðast í nærmastu framtíð, og at bæði NATO og Føroya Landsstýri verða við at mynda endaliga úrslitið. Høgni Hoydal hevur nú fingið svar frá danska verjumálaráðharranum, sum sigur, at NATO-støð- in í Føroyum møguliga verður niðurløgd við sparingum fyri eyga Eftir greiðar útsagnir frá føroyska fútanum og danska løgregluovastanum tykist nú vera greitt, at sýsluembætið í Vestmanna verður avtikið og flutt til Havnar, og løgreglumanningin í Vágum verður skerd munandi Fútin í Føroyum, Mogens Nepper Christensen, heldur fast um sjónarmiðið at fremja stórar broytingar á løgregluøkinum í Vágum og Vestmanna C M Y K 5 4 Tey, sum hava klagað, vilja hava, at nýggi starvið sum yvirportørur, skal setast av nýggjum ALMENNUR SETANARPOLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Løgtings Umboðsmaður hevur nú aftur fingið eitt mál um almennan setanar- politikk at gera. Hesuferð er tað Klaks- víkar Sjúkrahús, sum er klagað. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur stutt síðani sett nýggjan leiðara fyri ambul- ansutænastuna í starv. Men í hesum sambandi verður sjúkrahúsið skuld- sett fyri at hava brotið tann almenna setanarpolitikkin. Hinir umsøkjararnir, sum vóru til starvið vilja ikki góðtaka mannagongdina og teir hava sostatt vent sær til fakfelag sítt. Portørarnir eru allir limir í Havnar Arbeiðsmannafel- ag. Hans Joensen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, sigur, at so leingi málið er í viðgerð, vil hann ikki ikki gera so nógvar viðmerking- ar til tað. Men hann váttar, at fel- agið arbeiðir við málinum um yvirportørin á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Í fyrstu syftu varð málið kært fyri fyri almanna- og heilsumálaráðnum, men tað kom onki burturúr. Og Hans Joensen váttar, at málið síðani er sent bæði Løgtingsins Umboðsmanni og sjálvum løgmanni. Skal setast av nýggjum Í kæruni til Umboðsmannin er páhaldið, at starvið sum leiðari fyri ambulansutæn- astuna verður sett av nýggj- um. Hans Joensen sigur, at tað, sum hevur fingið part- arnar at kæra fyri Løgtings- ins umboðsmanni, er, at eftir teirra tykki, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hildið seg til almenna setanarpolitikkin, tá ið starvið varð lýst leyst. Hann vil kortini ikki í smálutir í málinum. Men í kæruni til Løg- tingsins Umboðsmann verður mett, at tað eru framd so stór brot á almenna setanarpolitikkin, at tað einasta rætta, er, at starvið verður lýst leyst av nýggjum, so at alt málið kann ganga umaftur. Teir, sum annars hava søkt málið, hava heldur ikki hug at gera viðmerkingar. Men keldur, vit annars hava tosað við, siga, at eitt, sum kært verður um, er at sjúkrahúsið onga setanar- nevnd setti at meta um um- søkjararnar. Í hvussu so er var talan ikki um fólk við serligum innliti í starvið sum yvirportørur. Heri Ellingsgaard, um- sjónarmaður fyri Klaksvík- ar Sjúkrahús, hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann sigur, at talan er um persónsmál og tí vil hann ikki gera viðmerkingar til tað. Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til eitt mál, sum er til viðgerar hjá Løgtingsins Umboðs- manni. Kortini er tað hansara greiða fatan, at tær linjur, sum eru lagdar í almenna setanarpolitikkinum, eru hildnar. Men smálutirnar um setanarnevnd og annað, vil hann ikki inn á. Annars skal nýggi leið- arin fyri ambulansutæn- astuna á Klaksvíkar Sjúkra- húsi byrjað í starvinum í morgin, 1. juli. Niðanfyri prenta vit nøkur brot úr almenna setanarpolitikkinum, sum hava týdning fyri hetta málið og sum mett verður, at spurn- artekin kann setast við í hesum føri Endamál: Endamálið er at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið, úr einum heildarsjónarmiði, er best egnaður til starvið. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt. Vátta fyri móttøku Arbeiðsplássið skal helst beinanvegin, og í seinasta lagi tríggjar dagar eftir at umsókn er komin, senda umsøkjaranum váttan um, at umsóknin er móttikin. Samstundis verður boðað frá, nær umsóknin verður viðgjørd. Viðgera umsóknirnar Setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður. Í setan- arnevndini skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk. Tað er av stórum týdningi, at setanarnevndin er um- boðað við fólki, sum hevur førleika at meta um umsøkjarar, tá talan t.d. er um starv, ið krevur serligan fakligan førleika. Grundgevingar Noktandi svar skulu vera skrivlig og grundgivin. Í grundgevingini skal verða kunnað um støði undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki er settur – eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og/ella samstarvsvilja. Innannhýsis umsøkjarar Leiðari skal tosa við innanhýsis umsøkjarar, ið ikki fáa starvið, áðrenn boðað verður frá, at starvið er sett. Klaksvíkar Sjúkrahús klagað fyri Løgtingsins Umboðsmanni Brot úr setanarpolitikkinum hjá tí almenna