Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 122 - 30. juni 2004 Nr. 122 - 30. juni 2004 7 Minnast tey deyðu í ferðsluni Fyri fimtu ferð verður skipað fyri minning- ardegi teirra deyðu í ferðsluni. Eins og undanfarin ár verða blómutyssi sett upp við vegjaðaran, har fólk hava latið lív orsakað av eini ferðsluvanlukku MINNINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Sunnudagurin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár mint á við at leggja blómur á tey støðini, har ferðslan hevur kravt mannalív. Sambært einum av fyri- skiparunum byrjaði tankin um hetta tiltakið longu einaferð í sjeytiárunum. Tá vóru nevniliga fleiri ferðsluvanlukkur, ið kravdu mannalív, enn tað eru í dag. 150 blómutyssi Av tí, at man ikki veit um øll støðini, har fólk hava latið lív í ferðsluni, verða blómutyssi sett upp fyri tey seinastu 30 árini. Talan er um yvir 150 blómutyssi, sum skulu leggjast út. – Um ein koyrir frá Leirvík til Havnar sunnu- dagin, so kemur ein fram- við yvir 20 blómutyssum. Hetta fær fólk at rakna við, sigur Ingi Gunnarsson, ið er ein av fyrireikarunum. – Hetta er okkara háttur at markera dagin uppá, og vit hava valt at gera tað uppá ein penan máta, so vit sleppa undan at stoyta nakran, sum hevur mist, leggur hann afturat. Tiltakið verður fíggjað við stuðli frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og fyritøkum, og alt arbeiðið við blómum og útlegging er sjálvboðið. Endamálið við tiltakinum er, at gera vart við, at alt ov nógv ung lata lív í ferðsl- uni, og harvið fáa fólk at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti. Nýggi parturin av skúlanum í Kvívík varð reistur í fagr- asta veðrið hósdagin SKÚLABYGGING Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Kvívík: Hósdagin í farnu viku var stórt reisigildi í Kvívík. Tá var nýggi parturin av skúl- anum í bygdini reistur. Talan er um 100 fer- metrar, sum skúlin fær afturat. Heini Holm, borgar- stjóri, sigur, at útbygging- in av skúlanum verður framd fyri at nøkta tey krøv, ið verða stillað til skúlar í dag. Harumframt eru hølisviðurskiftini hjá Kvívíkar skúla ikki serliga góð, sum er í dag. Eftir ætlan skal skúlin standa klárur fyrsta august næsta ár. Núverandi skúli verður eisini umbygdur. Kostnaðurin fyri arbeið- ið er millum 15 og 16 milliónir krónur. Skúlin reistur Reisigildi var í Kvívík hósdagin, tá nýggi parturin av skúlanum varð reistur Mynd: Jens Kr. Vang Fyri fimtu ferð verður skipað fyri minningardegi teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár víst á við at leggja blómutyssi á tey støð, har ein ferðsluvanlukka hevur verið Savnsmynd Klokkan 18 mána- kvøldið legði ein grind beinini í Vági Grind Mánakvøldið eftir jóan- søku ljóðaðu grindaboð í Vági. Tað er langt síðani, at grind hevur verið í Vági, eini tvey ár eru síðani, at grind seinast kom á Vág. Drápið gekk væl og eftir bert lítlari løtu var liðugt. Men so er eisini eftir at siga, at talan var um eina lítla grind, bert 26 hval. Nakrir av sera gomlu grindabátunum komu úr neystunum í góðveðrinum, nú grind aftur var í Vági. Teir eru annars eisini á floti til onnur serstøk høvi, men nú er nakað síðani teir tóku lut í grindarakstri. Seðlarnir komu út á miðnátt mánakvøldið. Í Suðuroynni er ikki vanligt bert at býta millum grinda- menninar, men verður heldur býtt til so stórt øki sum til ber. Hesaferð varð býtt soleiðis, at Vágsbygd og harvið vágbingar fingu eitt kók. Grind í Vági Grindaboð ljóða í Vági mánakvøldið Mynd: D.Olsen Tofta skúli verður nú útbygdur við tveimum vanligum skúlastovum aftrat, umframt einari stovu til børn við serligum tørvi BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í nøkur ár hevur Nes kommuna sett pening av á fíggjarætlanini til útbygg- ing av skúlanum, men enn er ætlaða útbyggingin ikki sett í verk. Til tess at nøkta akutta tørvin á hølum, nú verandi skúli er vorðin ov trongur, letur kommunan nú byggja ein nýggjan skúlabygning syðst í skúla- garðinum. Hetta er ein fyribilsloysn, og við í útbjóðingartreytun- um er, at bygningurin skal kunna takast niðuraftur, um ella tá ið brúk ikki er fyri honum meira á skúlaøkin- um. Góð millión Tvey tilboð komu inn uppá byggingina, harav fyritøk- an, Klement Petersen í Saltangará, hevði lægra boðið, sum er 1.062 milliónir krónur umframt meirvirðisgjald. Tilboðið hjá hinum bjóðaranum var umleið 60.000 hægri. Innbúgv er ikki við í tilboðunum. Nýggi skúlabygningurin á Toftum er umleið 160 fer- metrar stórur í einari hædd. Ein skúlastova er í hvørjum enda, og her er opið upp í tróðurið. Aftrat hesum báð- um skúlastovunum, er ein stova til børn við serligum tørvi, teldurúm, lærarastova og wc’ir – eisini til tey við serligum tørvi. Tað eru bert tær báðar vanligu skúla- stovurnar sum hava opið tróður. Í restini av skúla- bygninginum er vanligt loft. Svend Olsen, timbur- meistari í Gøtu, tekur sær av betong- og timburar- beiðinum, Hógv Handils- virkið í Saltangará hevur hitan, Matthias Davidsen í Saltangará el, og at enda ger Jørleif Petersen í Fugla- firði gólv- og málara- arbeiðið. Stutt byggitíð Jan Danielsen, stjóri hjá Klement Petersen, sigur, at øll hesi arbeiðir umframt planerings- og kloakk- arbeiði eru við í tilboðnum uppá góðu milliónina, sum boðið er. – Tilboðini vórðu latin upp nakað eftir hálvan mai, og longu dagin eftir settu vit spakan í. Bygningurin verður liðugur hálvan aug- ust, tá ið skúlin byrjar aftur, sigur stjórin. Ein rampa verður bygd, soleiðis at nýggi skúla- bygningurin á Toftum verð- ur lætt atkomiligur hjá eitt nú børnum við serligum tørvi. Skúlabygningur fyri eina góða millión Nýggi skúlabygningurin á Toftum er umleið 160 fermetrar stórur í einari hædd. Ein skúlastova við opnum tróðuri er í hvørjum enda. Aftrat hesum, er ein stova til børn við serligum tørvi, teldurúm og lærarahøli Mynd: Vilmund Jacobsen Fyritøkan, Klement Petersen í Saltangará, hevur í seinastuni rættiliga gjørt seg galdandi innan byggivinnuna í Føroyum BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki at taka seg aftur í, at fyritøkan, Klement Petersen í Saltangará, rætti- liga hevur gjørt um seg í seinastuni við bygging av fleiri bygningum til eitt nú kommunur. Fyritøkan hev- ur soleiðis vunnið fleiri út- bjóðingar í kapping við aðrar veitarar. Vit hava spurt Jan Dani- elsen, stjóra hjá Klement Petersen, hvussu tað ber til, at ein fyritøka, sum áður er kend fyri at selja ymiskt tilfar til bygging og inn- búgv, nú eisini stendur seg so væl í kappingini um bygging. Jan sigur, at fyritøkan selir ein stóran part av tí, teir levera, tá ið slíkar byggingar verða framdar, og haraftrat hevur fyritøkan gjørt góðar avtalur við aðr- ar veitarar. Í fjør summar bygdi Kle- ment Petersen ein skúla- bygning til Runavíkar skúla, sum eins og Nes kommuna eisini hevði akuttar hølistrupulleikar í Runavíkar skúla, har fram- haldsdeildin er. Bygdur í Danmark – Hesin bygningurin er eitt sindur størri enn bygning- urin, sum nú er reistur í skúlagarðinum á Toftum. Stjórin sigur, at Klement Petersen kundi lata henda bygningin fyri væl undir miljónina umframt meir- virðisgjald. – Í hesum førinum varð bygningurin bygdur liðugur í Danmark og kom upp higar í tveimum pørtum, sum vóru 20 ferðir 4,50 metrar. Bygningurin varð settur saman úti í Runavík- ini, og vit hava skilt, at kommunan er væl nøgd við tey hølir, teir fingu. Hann vísir á, at bygning- urin, sum nú verður bygdur í skúlagarðinum á Toftum, er ikki bygdur í útlandin- um. Stór goymsla Jan sigur, at Klement Peter- sen hevur ein stóran goymslubygning á Rituvík- arhálsi, sum felagið tók í nýtslu um ársskiftið. Í nið- aru hæddini eru 800 fer- metrar og 600 fermetrar í ovaru. – Vit gera meira burtur úr nú at hava byggitilfar á goymslu, umframt at vit hava eina velduga stóra goymslu av hvítvørum. Spurdur, um fyritøkan møguliga fer at bjóða seg fram til at byggja sethús, sigur Jan Danielsen, tað tað dugir hann ikki at siga í løtuni. – Vit umhugsa ymiskt, men hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur stjórin at enda. Stór vørugoymsla á Rituvíkarhálsi Á FLOTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í góðveðrinum mána- kvøldið stevndu tveir bátar inn í havnina í Nólsoy. Tað sást skjótt, at ein stórur partur av teimum, ið við vóru, ikki vóru føroyingar. Men føroy- ingar vóru ímillum hesi. Onkur meira kendur enn annar. Tveir av teimum, sum flestu kenna, vóru Osmund Justinussen, skipaeigari og reiðari og Birgir Andreasen, sum hevur møblahandil á Hálsi. Vit fregnaðust og skiltu skjótt, at hetta vóru fólk av trúboðara- skipinum, Doulos, sum kom á Havnina hós- kvøldið og hevur ligið á Havnini seinastu dagarn- ar. Osmund og Birgir høvdu bjóðað hesum fólkum – tey flestu ung- fólk - á flot og ein túr út til Nólsoyar. Birgir segði, at fólk úr 41 londum vóru við á ferðini, og fyri mong hevði túrurin verið eitt satt upplivilsi. – Vit hava fingið væl av fiski og fleiri teirra, sum eru við Doulos, hava ongantíð fiskað áður. Hann segði, at fiskur- in, tey fingu, var góður, og tað hendi seg meira enn so, at onkur fekk tveir fiskar á í senn. Osmund og Birgir fóru saman við sínum fólkum úr aftur Nólsoy stutt fyri midnátt mánakvøldið. 41 tjóðir á floti í Nólsoyarfirði Jan Danielsen, stjóri hjá Klement Petersen, sigur, at fyritøkan umboðar ein stóran part av tí tilfari, teir levera. Haraftrat hevur fyritøkan gjørt góðar avtalur við aðrar veitarar Mynd: Vilmund Jacobsen Nøkur av fólkunum, sum eru við trúboðaraskipinum, Doulos, í Nólsoy mánakvøldið eftir, at tey høvdu verið á floti saman við Osmund Justinussen og Birgir Andreassen Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6