mikudagur 30. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 122 - 30. juni 2004
Nr. 122 - 30. juni 2004
9
Tann 5. januar í 1997
andaðist tann 19 ára
gamli Kenneth á
Regni Højgaard á
viðgerðarheiminum
Heilbrigdið av einari
feildosering. Eini
hjún høvdu mist
teirra elsta son og trý
systkin ein beiggja.
Hetta sendi alla fam-
iljuna í eina djúpa
kreppu, men í øllum
sorgarleikinum
høvdu tey tó megina
til at kempa fyri at fáa
svar upp á spurn-
ingin, hví sonur teirra
doyði
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Okkurt gekk heilt galið í
móttøkurúminum á lítla
viðgerðarstovninum Heil-
brigdið fríggjakvøldið tann
3. januar 1997. Starvsfólk-
ið tekur ímóti Kenneth á
Regni Højgaard. Nakað
seinni kemur læknin. Fyri-
skipanin er soleiðis, at ong-
in kann innleggjast á Heil-
brigdið, fyrr enn lækni hev-
ur hugt eftir honum. Bæði
starvsfólk og lækni eru ikki
í iva. Her er talan um ein
rúsevnismisnýtara
í
tí
tyngra klassanum, og tí
verður
Metadon
givið
Kenneth fyri at stilla nerv-
arnar, og fyri at halda ta
ringastu uppisetursørskuna
(abstinensirnar) burtur. Ein
slík læknalig meting verður
vanliga gjørd út frá, hvussu
høgt blóðtrýst sjúklingurin
hevur, tá hann verður inn-
lagdur.
Yvir 4000 innleggingar
hava verið á Heilbrigdinum
seinastu 19 árini, so tey
vita, hvat tey hava við at
gera. Tey hava drúgvar
royndir hesum viðvíkjandi.
Av hesum mongu túsund
innleggingunum hava tey
hugt í eyguni á hundraðtals
rúsevnismisnýtarum.
Tó
fríggjakvøldið 3. januar
1997, tá stovnurin var 12
ára gamal, gekk okkurt
heilt galið.
Metingin vísti seg at vera
skeiv og fær vanlagnuav-
leiðingar fyri Kenneth, sum
ongantíð raknar rættuliga
við aftur. Sunnumorgunin
5. januar er hann deyður.
Ósvaraðir spurningar
Foreldrini Jóna og Hans
Højgaard siga, at tey stóðu
við einari ørgrynnu av
spurningum, men svarini,
sum tey fingu, kundu tey
ikki taka til takka við,tí so-
leiðis kendu tey ikki teirra
son.
Dagin eftir, at Kenneth
var deyður, fekk Jóna at
vita frá Heilbrigdinum, at
sonur hennara var so langt
úti í misnýtslu, at har var
millum lítið og onki at gera.
Men tað vildi hon ikki hava
liggjandi á soninum, tí tað
kendi hon onki til. Seinni
fingu tey eisini prógvað, at
hetta var ikki rætt.
Tey bóðu um eina lík-
skoðan av Kenneth, sum
seinni staðfesti, at sonurin
hevði fingið ov mikið av
einum
viðgerðarevni
á
heiminum. Øði kom í tey,
og trongdin til rættvísi og
til at reinsa sonin førdu við
sær eina trý ára langa rætt-
arsak. Hendan endaði við,
at læknin, sum hevði havt
Kenneth undir hond, fekk
ein dóm, og at viðgerðar-
heimið varð dømt at rinda
báðum døtrunum hjá Kenn-
eth endurgjald.
Feildosering
Jóna og Hans vóru sann-
førd um, at alt ikki ruggaði
rætt av tí, sum Heilbrigdið
hevði sagt teimum. Tí bóðu
tey um eina líkskoðan.
– Hann varð viðgjørdur
við Metadon. Og líkskoð-
anin vísti, at hann hevði
fingið meira enn ein garv-
aður narkomanur hevði
doyð av, sigur Hans og
beiskleikin lýsir úr eygun-
um á honum.
Í niðurstøðuni frá Sjúkl-
ingakærunevndini
hjá
heilsuverkinum stendur, at
Kenneth á Regni Højgaard
hevði fingið alt ov nógv av
Metadon, sum verður nýtt
til at viðgera rúsevnis-
misnýtarar, og at eftirlitið
við honum undir hesum
umstøðum als ikki hevði
verið nøktandi.
Skipanin sveik
– Føroyska skipanin sveik
okkum upp á allar hugsandi
mátar, tá vit mistu Kenneth
so meiningsleyst, siga tey
bæði Jóna og Hans Høj-
gaard.
Kreppuhjálp fingu tey
onga, og Jóna sigur, at hon
sá ikki nakran prest fyrr
enn stutt áðrenn jarðarferð-
ina. Og tá tey vildu fara
víðari við sakini í rættin,
vildi ongin føroyskur løg-
frøðingur átaka sær sakina.
Tey funnu tó neyðugu
megina til at kempa kortini.
Jóna er sannførd um, at
megin kom frá øllum tí,
sum hon hevur fingið frá
mammu sínari undir upp-
vøkstrinum.
– Mamma segði altíð við
meg, at Harrin leggur ikki
tyngri byrðar á herðar okk-
ara, enn vit eru før fyri at
bera, sigur hon.
Deyði Kenneths var ein
dyggur smeitur fyri tey øll,
og sorgin var næstan ikki til
at bera hjá teimum. Og um-
støðurnar
kring
deyða
hansara gjørdu tað sanni-
liga ikki lættari fyri familj-
una.
Danskan løgfrøðing
Hans var skipari og var
staddur í Russlandi, tá
Kenneth doyði. Hann hevði
ongan møguleika fyri at
sleppa heim, og tískil fór alt
samskifti millum konu og
mann fram yvir telefonina.
Nakað, sum eisini gjørdi
tað sera torført hjá teimum
báðum.
Tveir mánaðir eftir, at
Kenneth var deyður, kom
Hans endiliga heim. Tey
vóru farin at leita eftir ein-
um løgfrøðingi, sum kundi
Sonurin doyði av feildosering
taka sakina hjá teimum,
men ongin vildi.
Undanførslurnar
vóru
millum annað, at samfelag-
ið er so lítið.
Hans og Jóna gjørdu síð-
ani av í allari teirri avmakt
og sorg at flyta til Dan-
markar. Jóna vildi nema
sær útbúgving, og Hans
vildi halda fram at sigla.
Nóg illa komin til Dan-
markar settu tey seg í sam-
band við ein løgfrøðing í
Danmark, sum játtaði upp á
standandi fót at taka sakina.
– Hann segði enntá, at
hetta var ein vunnin sak
frammanundan, sigur Jóna.
Hjúnini siga, at tey fyrst og
fremst vildu hava rættvísi
og sonin reinsaðan.
Læknin fekk sum sagt
ein dóm, og Heilbrigdið
varð dømt at rinda endur-
gjald. Tað eru foreldrini hjá
Kenneth fegin um, men tey
eru framvegis vónbrotin av
og beisk inn á atburðin yvir
fyri Jónu dagin eftir, at
Kenneth var deyður.
– Tað, at stovnurin kundi
fáa seg til at lúgva beint
upp í andlitini á okkum fyri
at fjala út yvir hendan
kleyvarskapin, fær alt at
venda sær innan í mær, sig-
ur Jóna, og leggur afturat,
at støðan hevði uttan iva
verið heilt øðrvísi, um teir
bara høvdu viðgingið, hvat
tað var, sum teir høvdu
gjørt.
– Sætt í bakspegilin í
dag, so kann eg bara út frá
øllum hesum, staðfesta, at
tað loysir seg at kempa, tá
tú sum foreldur veit, at tú
hevur grein í tíni søk, slær
Jóna fast.
Og er hon ikki í iva um,
at hetta eisini hevur lætt
munandi um hjá teimum í
allari sorgini.
– At vita, at rættvísi sigr-
aði, og at sonur mín varð
reinsaður, er ein stórur
uggi, men eg fái gásarhold
bara av at hoyra navnið
Velbastaður enn tann dag í
dag, sigur Jóna Højgaard.
– Og ikki at tala um
navnið Heilbrigdið, leggur
Hans afturat.
Kom eftir mær
Kenneth Højgaard var ein
19 ára gamal maður, sum
eins og pápin var til skips.
Hann hevði júst fingið
nýggjan kjans við einum
norskum báti. Familjan var
tá búsitandi í Noregi, men í
desember 1997 fóru tey
heim at halda jól.
Øll uttan Kenneth og
Hans. Nakrar dagar eftir jól
kom Kenneth tó til Føroya
at halda nýggjár saman við
sínari familju.
Júst hvat er hent hesar
dagarnar frammanundan,
siga tey bæði Jóna og Hans
seg ikki vita.
Eitt er tó, sum hevur nívt
Jónu sera nógv síðani tá.
Hon greiðir frá, at kvøld-
ið fyri Kenneth doyði,
ringdi hann til hennara og
bað hana koma eftir sær.
– Hann segði, at hann var
so doyvdur, at næstan ikki
fekk tosað. Eg hugsaði ikki
um tað tá. Eg segði við
hann, at hann skuldi verða
har, tí har fór hann at fáa ta
hjálp, sum hann hevði tørv
á, greiðir Jóna frá.
Deyðsboð í
ítróttarhøll
Jóna var stødd í Gundadals-
høllini, tá hon fekk syrgi-
ligu boðini um Kenneth.
Ein skelkur, sum tók
beinini undan henni, og
grundarlagið undan familj-
uni í langa tíð aftaná.
Hon var farin at hyggja at
hondbólti, men tá hon kom
inn í høllina, varnaðist hon
beinanvegin, at okkurt var
galið. Fólk høvdu hug at
ganga undan henni, og ong-
in hugdi í eyguni á henni.
– Eg kom har so fegin og
óvitandi, øll vistu tað har -
uttan eg, sigur hon.
Tað, sum var hent, var, at
deyðsboðini vóru komin
heim til systur hennara,
eftir at Jóna var farin frá
húsum. Og somuleiðis vóru
tey komin oman í høllina,
áðrenn Jóna. Svágur henn-
ara kom í hølunum á henni,
og Jóna sigur, at hon
gloymir ongantíð, hvussu
hann sá út, tá hann kom í
móti henni.
– Hann var ikki bleikur,
men púra gráur í andlitin-
um. Hann segði mær, at
Kenneth var burtur, eg
skríggjaði, og so minnist eg
ikki meira. Eg veit enntá
ikki, hvussu eg kom niðan
aftur til systur mína, greiðir
Jóna púra rólig frá.
Dagurin fór fyri tað
mesta við gráti og at tosa
við Hans. Ongin skilti, hvat
var hent. Og allarminst
Jóna sjálv. Har kom ongin
at greiða henni frá nøkrum,
og har var ongin at spyrja.
Virðingsleyst
Dagin eftir komu fólk frá
Heilbrigdinum til Jónu.
Hon greiðir frá, at var hon
skelkað áðrenn teir komu,
so var hon tað ikki minni, tá
teir fóru avstað aftur.
Tað, sum teir søgdu
henni um Kenneth, fekk
hon ikki at passa saman
við, hvussu hon kendi
hann. Og hon var sannførd
um, at teir søgdu ósatt.
– Teir høvdu ilt við at
hyggja í eyguni á mær. Tað
gjørdi, at eg grunaði ilt. Og
so tað, at teir høvdu úr at
gera við at siga mær,
hvussu langt úti hann í
veruleikanum var, sigur
hon.
– Harragud, eg hevði
mist hann dagin fyri.
Hvørjum endamáli tænir
tað so at spilla hann út
aftaná, spyr Jóna og ristir
við høvdinum.
Hetta skýra tey bæði
virðingsleyst yvir fyri teirra
deyða soni, og tað fekk
sinnið í kók hjá teimum
báðum.
– Tað, at teir onga virðing
sýndu fyri okkum, gjørdi at
vit kempaðu. Og tað loysti
seg, siga tey.
Øll hesi árini hevur fam-
iljan tosað nógv um Kenn-
eth. Tað hevur hjálpt teim-
um nógv at tosa opið um
hann sínámillum. Men tað
hevur samstundis verið sera
torført fyri serliga systkini.
Tey vóru øll sera tætt
knýtt at Kenneth, og tað tók
hart uppá tey at missa elsta
beiggjan.
– Vit hava tað so gott,
sum vit kunnu í dag. Men
beiskleikin yvir, hvussu
Kenneth varð tikin frá
okkum, og hvussu illa vit
vórðu viðfarin aftaná, fer
altíð at sita í okkum, siga
hjúnini Jóna og Hans Høj-
gaard, sum við hesum vilja
seta eitt punktum fyri sorg-
arleikinum um deyða elsta
son teirra.
Ongin viðmerking
Vit settu okkum í samband við bæði viðgerðarstovnin
og læknan, men hvørgin teirra vildi gera nakra
viðmerking til hetta málið og vístu til tagnar-
skylduna.
- sae -
– Sætt í bakspegilin í dag, so kunnu vit bara út frá øllum hesum, staðfesta, at tað loysir seg at kempa, tá tú sum foreldur veit, at tú hevur grein í tíni søk, siga Jóna og Hans Højgaard
Mynd: Álvur Haraldsen
Brot úr úrskurðinum hjá Sjúklingakærunevndini:
»Nævnet har lagt vægt på, at den ordinerede dosis Metadon
er væsentlig større end de rekommanderede doser…«
»Nævnet har endvidere lagt vægt på, at den ordinerede
dosis Metadon er væsentlig større end, hvad der som ud-
gangspunkt bør ordineres til personer, hvor man ikke har et
sikkert kendskab til forbruget af opioider (smertestillende
middel)«
”
C
M
Y
K
9
8