Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 122 - 30. juni 2004 Nr. 122 - 30. juni 2004 11 Tann 28. juni læt USA politiska valdið í Irak upp í hendurnar á irakisku fyribilsstjórnini. Hetta er ein avgerandi hending á leiðini til at lata fólkið í Irak valdið í landinum. Næsta stigið er at skipa fyri frælsum og demokratiskum vali í landinum. USA hevur verið fyri nógvum atfinningum, síðan kríggið og hersetingin byrjaðu. Atfinningarnar hava verið væl grundaðar. Motivini fyri at byrja kríggið vóru sera ivasom og grundgevingarnar vóru alt annað enn sannførandi. Moralska støðið undir álopinum var hetta, at Irak skuldi hava hóp- oyðingarvápn. Sum kunnugt er einki, sum bendir á, at so var. Hersetingin av Irak er vorðin ein kleppur fyri stjórnina hjá Bush, og nógv bendir á, at herset- ingin meira enn nakað annað er orsøkin til, at undirtøkan millum veljararnar hjá forestanum er minkandi. Sum støðan er júst nú, hevði Bush ikki verið afturvaldur. Tað er lítið at ivast í, at alt hetta hongur saman. Tað er í sjálvum sær rætt og skila- gott, at hersetingarstøðan endar og at politiska valdið formliga verður latið irakska fólkinum. Spurningurin er bert um henda skipan heldur í longdini. Irak hevur als onga demokratiska sið- venju, nógvir átrúnaðarligir og politiskir bólkar stríðast sínamillum og móti USA og hinum her- setingarlondunum. Nýggja stjórnin, sum tók við tann 28. juni kann bert vera sitandi við hernaðar- ligum stuðli úr USA. Spurningurin er so, hvussu- leiðis ein stjórn, sum situr undir slíkum fortreyt- um kann varðveita valdið. Henda stjórn hevur t.d. ongan her, hon hevur bert eina vánaliga og illa skipaða løgreglu, og undirtøkan í fólkinum er so sum so. Hartil kemur, at USA framvegis verður tann veruligi valdsharrin í landinum, og hetta fer gerast ein trupulleiki hjá iraksku stjórnini. Tann stóri spurningurin er, hvat hendir, um Bush tapir forsetavalið og Kerry gerst forseti. Kerry hevur lovað at taka amerikanska herin úr Irak. Hvussu fer hetta at ávirka demokratisku tilgongd- ina í Irak? Tað tykist, sum USA er komið inn í eina sera trupla støðu, eina ónda ringrás, sum merkir, at uttan mun til, hvat hetta stórveldið ger, so endar tað galið í Irak. Støðan líkist alt meira støðuni undir Vietnamkrígnum, har alt, sum kundi ganga galið fyri USA, gekk galið. Einasta gongda leið burtur úr tí kyksendi, sum USA og hini hersetingarlondini eru komin í, er, at ST veruliga tekur yvir leiklutin hjá USA í Irak, og at ST saman við politisku flokkunum og bólkunum í Irak skipar fyri demokratisku tilgongdini. Men tíveri eru útlitini fyri eini slíkari loysn ikki góð í løtuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Avgerandi hending VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Johan Dahl løgtingsmaður Hetta ljóðar kanska sum ein óveruligur fantasiur - ein fatamorgana?? Nei als ikki, tað er meir enn nakrantíð neyðugt at fáa Suðuroynna at verða eitt framtíðar kraftsentur fyri seg, hetta orsakað av fjarstøðuni við restina av landinum. Aftur illa fyri - enn einaferð Av teimum einstøku økjun- um í Føroyum sum nú aftur eru í trupulleikum orsakað av eini kreppuraktari ali- og flakavinnu, er Suðuroyggin tað økið, sum er ringast fyri og serliga sunnara helvt er aftur í stóra aldudalinum. Tað ber ikki til at ein so vitalur partur av Føroyum skal liggja í andaleypi hvørja ferð eitt búskapar- ligt nos fer yvir okkara samfelag - og eg meini hvørja ferð, tí tað er just tað, sum er hent gjøgnum árini, og nú hendur tað so enn einaferð við katastro- falum fylgjum fyri henda part av føroyska samfelag- num. Samfelagið Føroyar kann ikki liva við hesum, og Suðuroyggin kann slettis ikki - hon doyr út við hesi gongd innan fá ættarlið, um ikki ein vakstarætlan verð- ur gjørt og hareftir framd í verki fyri økið. Serstøðu í føroyska búskapinum Suðuroyggin hevur eina serstøðu í føroyska búskap- inum og má viðgerast sum ein eind fyri seg - ein sjálv- støðug eind. Hetta ger, at tað er neyðugt at greina støðuna í Suðuroy fyri at finna loysn- ir fyri oynna, sum aftur kunnu tryggja ein fram- haldandi vøkstur og trivna í oynni. Loysnirnar mugu síggja Suðuroynna sum eina sjálv- støðuga eind - eitt kraft- sentur í sær sjálvum - sum kann virka partvíst óheft av virkseminum í restina av landinum. Hví er Suðuroyggin so viðkvom? Størsti trupulleikin er fjar- støðan frá meginøkinum og samansetingin av arbeiðs- plássum. Vit hava : • Ov fá almenn arbeiðs- pláss • Ov fá kvinnurelaterað arbeiðspláss (skrivstovu, service, ferðavinnu, eldra- og heilsuøki ) • Stórt sæð, fyri ikki at siga ongi, arbeiði at bjóða til tær longu og millumlongu útbúgving- arnar, sum vildu fingið okkum tær ungu familj- urnar heim aftur til økið. • Trupulleikar við logi- stikki fyri vinnuna (tað sum eftir er av henni). Framvegis ikki nóg góðar útbúgvingarmøguleikar í oynni, hóast vit nú byggja nýggjan mið- námsskúla Hvat skal verða við til at skapa neyðugu javnvágina og framtíðar vøksturin aftur í Suðuroynni? Brúk fyri at fáa lagt eina miðvísa »vakstar/uppbygg- ingarætlan« fyri økið, og tað er neyðugt, at allar góð- ar kreftir saman við polit- isku mynduleikanum, eru við at skapa hesa . Brúk er fyri at fáa fatur á 1-2 persónum, ið hava al- tjóða sambond, stóra vinnu- liga vitan, visiónir og ikki minst seljaraevni, sum verða settir í eitt ávíst áramál við eittans máli fyri eyga - fáa skapt áhuga fyri økinum og harvið skapa arbeiðspláss og vøkstur. Hetta bleiv gjørt á t. d. Lollandi, sum var niður- undirkomið við metstórum arbeiðsloysi, og er úrslitið av at »headhunta« ein slík- an persón sera væleydnað fyri hetta økið - ein sól- skinssøga, so hví ikki royna tað her - vit hava onki at missa. • Møguliga og eg sigi møguliga, brúk fyri ein- um "regionalum" grunni til at skapað vøkstur við saman við íleggjarum frá nær og fjar. Samgongan má takað hesa støðu til viðgerðar og vil eg mæla til at sett verður eitt kommisorium at arbeiða við eini ætlan sum vil føra til eina haldgóða framtíðar loysn fyri Suðuroynna. Suðuroyggin má gerast eitt kraftsentur – sum livir og andar í sær sjálvur 2. apríl 2005 verða tað 200 ár, síðani mæti danski rithøvundurin H.C. Andersen varð føddur. Hetta verður sum skilst eitt veru- ligt brak av einum føðingardegi, sum ætlandi skal vara heilt frá apríl til desember. Ein fjórðings milliard kr. eru settar av til endamálið, og sum skilst er ætlanin at nýta nógva orku til at kunna umheimin um verk og lív H.C. Andersens H.C. ANDERSEN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Odense, ið var heimstaður hjá Hans Christian Ander- sen, verður í tíðarskeiðnum apríl-desember komandi ár miðdepil í eini sera stórari verkætlan. Í sambandi við, at tað tá verða 200 ár síðani kendi barnasøguhøvundur- in varð føddur, verður hann veruliga settur á dags- skránna um allan heim. Eitt sera víðfevnandi kunningararbeiðið er sett í verk, sum longu nú umfatar nógv lond kring allan heim. Donsku fyrireikararnir hava verið úti um seg, og hava fingið sonevndar hca- ambassadørar, ið skulu standa fyri kunningarar- beiðnum í egnum landi. Bæði í Kina, Japan, Spania, Portugal, Fraklandi, Týsk- landi, USA, Brasilia, Italia, Chile, Australia, Russlandi, Hollandi og Belgia -bæði franska og flamska partin- um, eru fólk útnevnd, ið skulu hava høvuðsábyrgd- ina fyri føðingardegi H.C. Andersens. Hesir ambassa- dørarnir eru alt kend fólk, serliga innan listina, og teir eru valdir út frá serstaklilga kreativu evnum sínum. Ætlanin við hesum am- bassadørunum er at fáa teir at seta fokus á H.C. Andersen á ein hátt, sum fangar fólki í hvørjum einstøkum landi, og gevur teimum møguleika og hug at læra meiri um H.C. And- ersen. Endamál Endamálið við hesum nógva arbeiðnum er at fáa H.C. Andersen fram í ljós- málan. Ikki bert søgur hansara, men eisini persón- in. Myndin, ið seinastu árini er málað av honum, verður av fyrireikarunum hildin at vera nakað snæv- urskygd, og tí er ætlanin at vísa Andersen sum tað menniskjað hann var, ikki bert sum ævintýssigara, men eisini sum journalist, ferðamann, skaldsøguhøv- und, eksistentialist, exen- trikara o.s.fr. Allar síðurnar, góðar sum ringar, skulu fram í ljósið, og saman gera eina mynd av einum veru- ligum menniskja. Í hesum sambandi kom ein nýggj biografi út í november 2003, av høvundanum Jens Andersen. Hetta er ein bio- grafi, ið hevur fingið sera góð ummæli, og sum lýsir H.C. Andersen og lív hans- ara á ein øðrvísi hátt, enn hann higartil hevur verið lýstur. Á heimasíðuni www.hca2005.dk, er eitt ur, sum telur niður. Táið Sosialurin var inni og hugdi vóru 278 dagar, 8 tímar, 53 minuttir og 46 sekund eftir, inntil H.C. Andersen verður 200 ár. H. C. Andersen 200 ár H.C Andersen á føroyskum Í sambandi við, at H.C. Andersen verður 200 ár komandi ár, fer Føroya Lærarafelag at geva út eina bók við søgum eftir hann. – Talan er um eina stóra bók, við eini 25-30 ævintýrum, sum øll nýliga eru illustrerað. Hetta verður ein útgáva, sum vit gera í samstarv við stóra danska felagið Gyldendal, sigur leiðarin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen. Bókin kemur út tíðliga í næsta ár. Farex fingið gott úrslit Fiskasølan Farex hevur seinastu árini arbeitt hart við at víðka virksemið uttan fyri føroysku land- oddarnar, og hevur hetta nú givið úrslit. Í 2003 stavaði nevniliga 40 % av samlaða umsetning- inum – sum var uppá 180 mió., frá handli við útlendsk fiskavirki. Tal- an er um Íslendsk, Norsk og Grønlendsk virkir, ið virka ymiskar fiskaúrdráttir. Farex handlar við bæði fryst- um, søltum og feskum fiskaúrdráttum. Av føroysku vørunum kemur meginparturin frá egnum virki, Kaldbak Seafood. À Farex halda teir tó, at føroyski part- urin av handlinum er tyngstur at fáast við. – Vit síggja hvussu føroysku virkini stríðast fyri at fáa fatur á før- oysku rávøruni, og vit meta, at fiskivinnan í Føroyum hevði kastað væl meiri pening av sær, um rávørusíðan kom undir skipaðar umstøð- ur. Føroyingar noyðast at taka kjakið upp við heitinum: Føroyar – eitt f iskivinnusamfelag, heldur Rói Egholm, stjóri á Farex. Árið 2004 sær annars eisini rímiligt út hjá Farex samtakinum. eys Samskip fingið nýtt skip Samskip, ið er eitt farmaflutningsfelag, ið siglir ímillim Ísland, Føroyar og europeiska meginlandi, hevur nú fingið eitt skip afturat. Gamla skipið, Skafta- felli, sum síðani apríl mánað í ár hevur steðg- að í Klaksvík annað- hvønn hósdag, hevur fingið eitt skip afturat sær, sum ger, at Samskip nú kann steðga í Klaks- vík hvønn mánadag í- staðin. Hetta fer sjálv- sagt at bøta munandi um tænastustøði hjá Sam- skip, og fer at geva før- oysku útflytarunum nógv størri møguleikar, tí fiskurin nú verður í Onglandi hvønn hósdag, ístaðin fyri annaðhvønn mánadag, sum fyrr. Nýggja skipið eitur Akrafell, og er smíðað í Rumenia og Týsklandi í 1997. Tað tekur 435 bingjueindir, stívliga 5.100 tons av farmi, siglir við 14 fjórðingum og manningin telur 13 mans. Í samband við, at Samskip hevur fingið eitt skip afturat verða fráferðirnar á rutuni broyttar soleiðis: Frá 5. juli, steðga skipini í Klaksvík hvønn mána- dag. Tey verða í Imm- ingham í Bretlandi mikukvøld og í Rotter- dam hóskvøld. eys Marner Jacobsen formaður í AFF Arbeiðsgevarafe- lagið hjá Fíggjar- stovnum í Føroy- um hevði aðalfund hósdagin, har øll nevndin varð afturvald VINNA Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum (AFF) hevði aðalfund á Hotel Hafnia hósdagin 24. juni 2004. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali; hesir vóru Marner Jacobsen og Niels Christian Nol- søe. Báðir vóru aftur- valdir. Nevndin skipaði seg við Marner Jacobsen, sum formanni og Gunn- ar í Liða sum næstfor- manni. Hinir í nevndini eru Jørn Astrup Hansen og Niels Christian Nolsøe. Limir í AFF eru pen- ingastovnar, tryggingar- feløg, virðisbrævamekl- arafeløg og edv-fyri- tøkur sum eru tilknýttar áðurnevndu stovnum. Á havbúnaðarráð- stevnuni Aquavision í Stavanger í síðstu viku ávaraði stjórin hjá størsta fiskakeyp- aranum í USA um, at umhvørvisfelagsskap- ir eru størsta hótt- anin móti søluni av fiski. Men hann hevði eisini ráð um, hvussu hóttanin kann mink- ast FIKIVINNA John Pollock, sum er stjóri hjá Sysco, størsta fiska- keypara í USA, segði á ráðstevnuni Aquavision í síðstu viku, at størsta hótt- anin er ikki kappingar- neytarnir frá øðrum mat- vøruídnaðum sum høsnar- ungar ella svína- og oksa- kjøt. Umhvørvisfelags- skapir eru størsta hóttanin hjá fiskivinnuni. Fiski- vinnan verður støðugt álop- in og álopini økjast alsamt í styrki. Ráðini frá John Pollock til at loysa hendan trupul- leika vóru hesi: Arbeiðið við og greiðið kundunum um burðadygga veiðu og tilfeingið, sleppið undan løtuvinningi, styrkið tann opna handilin og lurtið eftir kundunum. John Pollock segði, at teir sum fiskakeyparar leita eftir veitarum, sum kunnu vera samstarvsfelagaðar og ikki mótstøðumenn, sum skilja handilskap, og stuðla teirra merkjuvørðum. Teir leita eftir vørum við høgari góðsku, sum hava regluliga veiting og sum hava vakst- rarmøguleikar. Kelda: www.industry.fo/IntraFish Ávarar um hóttanir móti fiskivinnuni C M Y K 11 10