Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 122 - 30. juni 2004 Nr. 122 - 30. juni 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føroya Handilsskúli, Kambsdalur: Fýra flokkar fingið prógv Hósdagin 24. juni 2004 var próvhandan á Føroya Handilsskúla á Kambsdali F1. Fremst frá vinstru: Ingun M. Kjærbo, Jona J.H. Nicolajsen, Elin Debes, Jógvan Hansen, Thurid A. Petersen, Dagmar Andreasen og Joan P. Nolsøe Mittast frá vinstru: Hanna Lassaberg, Hilma Eldevig, Heidi H. Samuelsen, Vár S. Lamhauge, Katrin Sigurðsdóttir, Angela Joensen og Elin D. Dahl Aftast frá vinstru: Pauli Berthelsen, Mona Kårstad, Hans Kristian Hansen, Jóhannes við Streym Hansen, Kaj Ennigarð og Bárður Rasmussen Á myndini vanta: Sarita Jacobsen og Herbjørg Jøkladal F2. Fremst frá vinstru: Karina Petersen, Jóna Anthoniussen, Maigunn Simonsen og Jákup á Lakjuni Mittast frá vinstru: Súsanna Danielsen, Unn Baldursdóttir, Anna Olsen, Rakul Hansen, Teresa Magnussen, Ann Mari Róin Johannesen og Mary-Ann Isaksen Aftast frá vinstru: Óluva Venned, Jákup E. Petersen, Høgni Juul, Tórur T. Lervig, Áki S. Joensen og Atli Petersen Á myndini vantar: Eyð Hentze F3. Fremst frá vinstru: Durita Midjord, Herborg á Lakjuni, Bjørg Ellingsgaard og Esther Rasmussen Mittast frá vinstru: Karin Laksáfoss, Anita Petersen, Jonny E. B. Olsen, Silvia M. Højgaard, Emma Hansen og Miriam Joensen Aftast frá vinstru: Magnus Knudsen, Sigmundur Johansen, Høgni Olsen, Simon M. Nordendal og Ranvá A. Knudsen Á myndini vantar: Kristina H. Laksáfoss 2HH. Fremst frá vinstru: Sóley Einarsson, Annika Zachariasen, Atli Simonsen, Heri S. Lamhauge, Henry M. Petersen, Eva S. Berg og Edith M. Petersen Mittast frá vinstru: Kjartan Kristiansen, Fía A. Poulsen, Maria Rasmussen, Mai-Britt H. Andreasen, Helga Dam, Tony í Lon, Ásta Þ. Borgarlíð, Asta Østerø, John Mortensen og lærari Sissal K. Kristiansen Aftast frá vinstru: Fróði B. Poulsen, Osmund Olsen, Bárður Jacobsen, Hans Jacob á Líknargøtu, Erling Fles, Kristian Erling Højgaard, Tróndur H. Sørensen og Pól Esper H. Hansen Virðislønir vóru latnar til: Pól Esper H. Hansen, Erling Fles, Rakul Hansen, Emmu Hansen og Karinu Petersen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálv- um. Annars verður dagurin eisini nevndur pálsmessa. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri synda samkenslu, tá ið kæri pápi, abbi og langabbi okkara Herluf Matras (Herluf í Ánunum) Ánir doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á Sambýlinum á Heygnum og til starvsfólkið í heimarøktini fyri góða røkt. Tøkk til prest og talarar og onnur, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sambýlið á Heygnum Og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Godtfred, Gert, Jóannes, Sunnuva, og Petra við familjum Í dag, 30. juni, fyllir Niels Winther Poulsen í Hoyvík 40 ár. Niels er útbúgvin løg- frøðingur, og saman við øðrum rekur hann advo- katvirksemi í Havn. Hann er hoyvíkingur við stóra H og heldur við H71 og HB. Hann er elstur av teim- um fýra børnunum hjá Ásu Ellefsen og Halgir Winther Poulsen. Niels er giftur við Anniku Reginsdóttir Olsen úr Havn, dóttir Ruth, f. Isaksen, og Regin Olsen. Annika og Niels eiga 6 børn: Ruth, Ásu, Regin, Halgir, Jógvan og Fíu. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Starvsfólkið Mánadagin 28. juni fylti Ivan Johannesen í Miðvági 70 ár. Ivan er kanska best kendur frá sínum politiska arbeiði, har hann bæði hevur verið løgtings- og landsstýrismaður. Hann er miðvingur, og hann hevur búð alla sína tíð í Miðvági. Hann var útlærdur sum maskinsmiður í 1951, maskin- og motorpassari í 1955, og maskinmeistari í 1958. Ivan sigldi í nógv ár sum maskinmeistari við før- oyskum fiskiskipum. Tá Ellisheimið í Miðvági var tikið í brúk í 1969, fekk hann starv sum húsavørður har. Hann var eisini við til at útvega fyrstu ambulansuna í Vágum, og koyrdi hann eisini sum ambulansuførari eina tíð. Hann hevur eisini sitið í nevndini í flakavirkinum í Miðvági, og var hann reið- ari á skipunum hjá flaka- virkinum. Ivan hevur ein útróðrar- bát saman við elsta sonin- um, og honum dámar sera væl at vera í bátinum og at fáast við seyð. Lunnar vóru lagdir undir hansara politisku farleið, tá hann í 1970 bleiv valdur í bygdaráðið í Miðvági, har hann sat til 1974. Í 1978 varð hann valdur á ting fyri sambandsflokkin í Vágum. Hann sat í 10 ár. Hann fall á løgtingsvalin- um í 1988. Tað sigst, at vágafólk vóru so vís í, at hann fór at vera afturvaldur, at tey fóru at spekulera í atkvøðunum við tí úrsliti at Fólkaflokk- urin og Javnaðarflokkurin fingu menninar. Eftir tað sat Ivan sum landstýrismaður fyri Sam- bandsflokkin frá 1989-91. Hann sat sum landsstýris- maður í fíggjarmálum og kom rættuliga í brenni- depilin, tá ógvusliga bú- skaparkreppan fór at merkjast. Tá stóð so illa til, at Ivan alment segði frá í Sjónvarpi Føroya, at eingir pengar vóru hjá landskassanum at rinda lønir við. Tað er tiltikið, sum Ivan plagdi at taka til sum lands- stýrismaður, hann segði nakað soleiðis, "ein fíggjar- lóg hevur eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu, um útreiðslurnar eru størri enn inntøkurnar, hongur ikki saman". Hann royndi við hesum at lýsa fíggjarpoli- tikkin soleiðis, at øll skiltu boðskapin. Í 1994 var hann aftur valdur í løgtingið. Hann kom tá at sita í landsstýrin- um frá 1994-98. Ivan var í mong ár nevnd- arlimur í SEV, frá 1971-75 var hann umboðsráðslimur, og stýrislimur frá 1975-89, og formaður í stýrinum frá 1981-85. Foreldrini hjá Ivan vóru: Johanna Sofía, f. Simon- sen, ættað úr Sandavági, og Mikkjal Pauli Johannesen, úr Miðvági. Hann er giftur við Sannu, f. Højbro, úr Klaksvík, hon er dóttir Ellu og Jógvan Højbro, sum handlaðu og løgdu lunnar undir Heyga- búðina í Klaksvík. Sanna og Ivan eiga seks børn: Meinhard, sum býr í Miðvági, Sólgerð, Elin og Rannvá, sum allar búgva í Klaksvík, og Finn og Karin, sum búgva í Miðvági. Sanna og Ivan eiga 16 ommu- og abbabørn, har helvtin býr í Miðvági. Tey taka sær nógv av sínum barnabørnum. Ivan Johannesen 70 ár Niels Winther Poulsen 40 ár C M Y K 13 12